Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 9. juni 2005 5 Æla- bogin vitjar í Sand- oynni TÍÐINDASKRIV Hósdagin tann 9. juni fer orkestrið hjá teim- um menningartarnaðu "Ælabogin" á venjingar- legu til Skopunar. Í hesum sambandi spælir orkestrið eina óformella konsert í Samljóði, sum byrjar klokkan 17:00. Fyrireikararnir siga, at tað hevur stóran týdning at fara út um landið at spæla og vísa fólki, myndugleikum og fag- kønum, hvussu "tón- leikur og samskifti" eru við til at menna menn- ingartarnað, og vóna at fleiri orkestur fyri menningartarnað koma runt um í landinum. Orkestrið "Ælabogin" virkar undir Tórshavnar kvøldskúla. Tey venja í Skansastovu hvønn hósdag kl. 16:00. Tað eru tríggir lærarar knýttir at orkestrinum. Dansa fyri russiskum børnum í Danmark Leygardagin fer ein 6. flokkur úr Sankta Frans Skúla í Havn til Danmarkar, har tey í eina viku skulu bú- leikast á einum garði í Jútlandi saman við nøkrum næmingum úr Hvítarusslandi UTTANLANDSFERÐ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er ikki sørt, at tú kennir tað á teimum, at okkurt serligt liggur fyri stavn, tá ið tú vitjar 6.a. í Nunnu- skúlanum í Havn. Miku- dagur er, hendan morgunin vit vitja, og nú eru bert tríggir dagar eftir, til tey fara at sessast umborð á flogfarinum hjá Atlantsflog við kós móti Danmark. Á ferðini í Danmark skulu tey verða saman við nøkrum børnum úr Hvíta- russlandi. Áður hava børn úr Hvítarusslandi vitjað her á landi og víst dans fram, og ætlanin var tann, at før- oysku børnini skuldu vitja í Hvítarusslandi og vísa før- oyskan dans og dansispøl fram. Ætlaðu upprunaliga til Hvítarusslands Ætlanin hjá 6.a. var at fara til Hvítarusslands seinasta heyst, men tann ætlanin datt niðurfyri. Orsøkin var tann, at nøkur av foreldrun- um vóru ikki heilt trygg við at senda børn síni til Hvítarusslands, tí at polit- iska støðan í økinum tóktist eitt sindur ógreið. Tí var avgerð tikin um at avlýsa ferðina. Alt bendi nú á, at 6.a ikki slapp uttanlands á hesum sinni, men í apríl mánað broytist støðan. Umboð fyri Dansifrøði hevði frætt um ætlaðu ferðina hjá 6. flokki, sum var dottin niðurfyri, og hevði tí tikið stig til at skipa fyri eini aðrari uttanlands- ferð fyri flokkinum. Ein garður í Roslev norð- an fyri jútska býin Skive hevur áður hýst russiskum børnum, ið eru komin í summarfrítíð í Danmark, og her vóru tey sinnað at taka ímóti bæði teimum føroysku børnunum og børnunum úr Hvítaruss- landi. Á hesum garði skulu før- oysku børnini búleikast saman við børnunum úr Hvítarusslandi, og tað er nakað, sum tey síggja fram til í spenningi. Næmingar- nir í 6. flokki siga, at tey hava fingið at vita, at fremmandu børnini hava lært enskt, so eingin trupul- leiki skuldi verið við at samskifta við tey. Børnini úr Hvítaruss- landi eru úr økinum við høvuðsstaðin Minsk, og tey eru 22 í tali, sum eru millum 11 og 14 ára gomul. Hava vant dúgliga Børnini í 6.a. siga, at tey eru sera spent til túrin, og fleiri teirra eru longu farin undir at pakka taskuna. Skráin hjá teimum fyri vitjanina í Danmark er løgd, og hon er rættuliga umfatandi, so stundir verða ikki tær stóru fríløturnar. Millum annað skal flokk- urin vitja Legoland, djóra- garðin í Aalborg, blómu- parkini Jesperhus, eitt rav- magnssavn og mangt ann- að. Hendan morgunin vit vitjaðu, vóru tað summi av børnunum, ið ikki vóru heilt nøgd við skránna, tí tey hildu, at tað var alt ov lítil tíð til at "shoppa" í. Sum áðurnevnt var ætl- anin, at føroysku børnini skuldu vísa føroyskan dans fram í Hvítarusslandi á ætl- aðu vitjanini har, men nú verður ístaðin framført í Danmark. Enn vita tey í 6.a tó ikki nær og hvar, tey skulu framføra, men tey eru klár, tí tey hava vant óført til ferðina. Børnini greiða frá, at hesa seinastu tíðina hava tey vant at kalla hvønn ein- asta dag, og at tey nú kenna seg trygg í dansinum. Framførslan hjá føroysku børnunum er rættuliga um- fatandi, tí fara at kvøða eitt nú Torkilsdøtur, Harra Pæt- ur og Elinborg, umframt at ríða edeling og vísa fram ymisk dansispøl. At børnini í 6.a. duga síni ting, fingu vit báðir, mynda- maðurin, eisini prógv fyri, tá ið flokkurin framførdi fyri okkum báðum og floks- læraranum, Torkil Dahl, í fimleikahøllini í skúlanum mikumorgunin. Børnini kvóðu væl og hart, og tað var hugtakandi at síggja, hvussu væl tey dugdu. Eingin smæddist burturúr, og eisini var stevið gott. Hava ruddað og gjørt blað Ein slík ferð sum tann hjá 6.a kostar ikki einki, og tí hevur verið neyðugt at savna nakað av peningi saman. Millum annað hevur flokkurin gjørt eitt blað, sum kom út herfyri. Næm- ingarnir siga, at tað var rættuliga strævið at gera arbeiði, men samstundis var tað spennandi og læruríkt. Somuleiðis hava næm- ingarnir í 6.a. verið úti og ruddað fyri kommununa, eitt nú uppi á tyrvingar- plássinum í Húsahaga. Hetta hava tey fingið nakað av peningi afturfyri. Tó er tað so, at tað eru foreldrini hjá næminugun- um, ið hava goldið bróður- partin av útreiðslunum í sambandi við ferðina. Føroyska ferðaliðið, sum fer avstað leygardagin, telur umframt teir 19 næming- arnar úr 6.a. eisini tríggjar lærarar, eitt foreldraumboð, og so tvey umboð fyri Dansifrøði, ið fekk vitjanina á garðinum í Danmark í lag. Børnini í 6.a. vóru mikumorgunin enn einaferð í fimleikahøllini í skúlanum, har tey vandu føroyska dansin. Mynd: Bárður Lydersen Tað er ikki sørt, at næmingarnir í 6. flokki gleða seg til ferðina í Danmark, har tey millum annað skulu dansa føroyskan dans fyri børnum úr Hvítarusslandi. Mynd: Bárður Lydersen