hósdagur 9. juni 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 107 - 9. juni 2005
Danir heiðraðir
fyri bjarging
Menninir umborð á
donsku sjóverjutyrl-
uni hava fingið heið-
urstekin fyri bjarging-
ina av fimm monnum
av íslendska farma-
skipinum Jøkulfell,
sum sakk norðan fyri
Føroyar. Danski ad-
miralurin greiddi á
hátíðarhaldinum frá,
hvussu vandamikil og
krevjandi uppgávan
hjá donsku tyrluni var
í sambandi við bjarg-
ingina
HEIÐUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mánadagin
fingu
fýra
mans í donsku sjóverjuni
heiðurstekin handað frá
leiðaranum fyri Søvernets
Operative
Kommando
(SOK). Grundgevingin fyri
at heiðra teimum fýra var,
at teir við einum stórum
innsatsi í einari vandamikl-
ari støðu høvdu bjargað
fimm sjómonnum norðan
fyri Føroyar.
Kaptajnløjtantur
Erik
Schou Magnussen, yvirser-
gentur Kenneth Klausen,
sergentur Michael Kolling
Andersen og marineover-
konstabel Jan Krag vóru
allir umborð á donsku sjó-
verjutyrluni – Lynx S-134 –
sum undir sera truplum
umstøðum tók fimm mans
upp úr sjónum, tá ið
Jøkulfell sakk.
– Tað eydnaðist mann-
ingini umborð á S-134 at
bjarga fimm monnum úr tí
kalda havinum, og tað
gjørdu teir, tí teir vóru sera
dugnaligir, professionellir
og avgjørdir, segði admiral-
urin Kurt Birger Jensen, tá
ið handaði teimum fýra
heiðursteknið.
Bjargaðu fimm
neyðstøddum
Tað var mánakvøldið 7.
februar, at farmaskipið
Jøkulfell, sum sigldi fyri
flutningsfelagið Samskip,
kom í havsneyð einar 55
fjórðingar í ein landnyrðing
úr Fugloynni.
Skipið sendi út eitt neyð-
arkall við sjálvvirkandi
DSC-skipanini – eitt so-
kallað mekaniskt neyðar-
kall – klokkan 19.53 hetta
kvøldið.
Danska
vaktarskipið
Vædderen og Brimil vóru
stødd norðanfyri og sigldu
móti
vanlukkustaðnum.
Eisini Tjaldrið og russiski
trolarin Viktor Mironov
settu kós móti uppgivnu
knattstøðuni, og seinni kom
eisini norski línubáturin
Line Breezer á staðið.
Vædderen sendi sína
Lynx-tyrlu á vanlukkustað-
ið, og tá ið hon kom fram,
kundi tað staðfestast, hvat
var hent við Jøkulfell.
Tað var ringt veður og
bølamyrkt, og tað eru sera
truplar og næstan vanda-
miklar umstøður hjá Lynx-
tyrluni at arbeiða undir.
Men hóast hetta eydnaðist
tað donsku sjóverjutyrluni
at taka fimm mans upp.
Greiddi frá
bragdinum
Admiralurin Kurt Birger
Jensen hevði sjálvur møgu-
leikan at fylgja bjargingini,
tí hann var staddur í Føroy-
um um tað mundið. Í
sambandi við at hann lat
heiðurstekin til manningina
á Lynx-tyrluni, greiddi
hann eisini frá hendingini,
tá ið Lynx-tyrlan bjargaði
monnunum av Jøkulfell.
– Tyrluflúgvin á opnum
havi um náttina og í
vánaligum veðri er sera
krevjandi, og tað er enn tá
vandamikið, tá ið tyrlan
skal arbeiða stutt frá sjón-
um. Hendan bjargingin er
gott dømi um tað samstarv,
sum er neyðugt umborð á
einari tyrlu, tá ið umstøð-
urnar eru so ekstremar,
segði Kurt Birger Jensen.
– Maðurin, sum skuldi
taka sjómenninar upp úr
sjónum, arbeiddi undir sera
vandamiklum umstøðum,
og hann fór fleiri ferðir
undir. Men hóast hetta vísti
hann stórt dirvi og bjargaði
fimm neyðstøddum monn-
um. Eisini tyrluskiparin og
hinir umborð á tyrluni vístu
stórt yvirblikk.
Tá ið tyrlan kom aftur til
Vædderen, framdi teir enn
eitt bragd, tí lendingin var
vandamikil.
– Tað var sera krevjandi
at skula lenda tyrluna
umborð á Vædderen aftur.
Vædderen mátti sigla við
sjónum fyri at minka um
rullið umborð, og tað
merkti, at S-134 mátti
lenda við nøsini peikandi
aftureftir, og tað er ein sera
stór avbjóðing, tá ið tað er
mitt um náttina og í ringum
veðri, segði admiralurin í
sínari røðu.
Manningin umborð á Lynx-tyrluni hjá donsku sjóverjuni, sum bjargaði fimm sjómonnum av Jøkulfell, varð í vikuni heiðrað fyri sín innsats
Myndir: Sosialurin og Forsvaret.dk
Seinasta
skotið
fram-
skundað
Norðoyatunnilin
verður skotin
ígjøgnum tann 25.
juni. Seinasta skot-
ið er harvið fram-
skundað í tríggjar
dagar, men tað
hevur einki við
vitjanina hjá teim-
um kongaligu at
gera, sigur stjórin í
Norðoyatunlinum
SKOT
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nú nærkast dagurin av
álvara, tá ið seinasta
skotið verður latið av
undir Leirvíksfirði.
Norðoyatunnilin verð-
ur skotin ígjøgnum tann
25. juni, og tað er
tríggjar dagar fyrri, enn
ætlanin seinastu tíðina
hevur verið.
Dávur Reinert Hansen,
stjóri í P/F Norðoya-
tunlinum, váttar fyri
Norðlýsinum, at sein-
asta skotið verður latið
av tann 25. juni, men
hann sigur, at hetta
hevur einki at gera við
vitjanina hjá teimum
kongaligu.
Tað eru longu nógvar
vikur síðani, at Sosial-
urin gitti, at tað fór at
vera onkur úr danska
kongshúsinum, sum fór
at skjóta seinasta skotið,
og tað er í øllum førum
greitt, at seinasta skotið
verður latið av, sam-
stundis sum Margretha
drotning
og
hini
í
kongaliga
fylginum
vitja í Norðoyggjum.