Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 9. juni 2005 7 Óbrúkiligt tilmæli um fiskiskap undir Føroyum – Fiskimenn eru eis- ini serfrøðingar á øk- inum og vit eiga at bíða eftir tilmælinum frá teimum, sigur Al- fred Olsen, næstfor- maður í vinnu- nevndini TILMÆLI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta letur seg slett ikki gera. Dómurin hjá politikar- unum yvir tilmælið frá ICES um fiskiskapin undir Føroyum, er tann vanligi. Alfred Olsen er næstfor- maður í vinnunvevndini hjá løgtinginum og hann er longu komin til ta niður- støðu, at tilmælið frá ICES kann slett ikki brúkast. Hann sigur, at nú eiga vit at bíða eftir tilmælinum hjá Fiskidaganevndini, sum er mannað við umboðum fyri vinnuna og eftir tilmæl- inum frá Fiskirannsóknar- stovuni. Men næstformaðurin í vinnunevndini dylir ikki fyri, at hann hevur mest álit á tilmælinum frá Fiski- daganevndini. – Tilmælið frá Fiskirann- sóknarstovuni plagar at líkjast tí frá ICES og tað fer tað helst aftur at gera í ár. Fiskimenn eisini serfrøðingar Alfred Olsen sigur, at tað plagar at vera stórur munur á tilmælunum hjá fiskifrøð- ingunum og hjá Fiskidaga- nevndini. – Fiskidaganevndin um- boðar vinnuna. Sostatt um- boðar Fiskidaganevndin teir, sum eru beinleiðis í vinnuni undir Føroyum. Tí eru tað teir, sum eisini hava fyrstuhonds vitanina um, tað sum rørist í sjónum. Alfred Olsen sigur, at tað vísir seg heilt oftani, at tað er hald í teimum metingum, sum sjómenn seta fram. – Eg meti avgjørt at sjó- menn eru líka góðir ser- frøðingar á økinum, sum fiskifrøðingarnir eru. – Og tað hevur eisini hent seg, at vinnan hevur mælt til skerjingar. Vinnan hevur minst líka stóran áhuga sum øll onnur í, at fiska- stovnarnir undir Føroyum verða røktir, tí teir eru lívs- grundarlagið undir vinnuni og hon hevur ongan áhugað í at taka lívsgrundarlagið undan sær sjálvari. Hóast hann ásannar, at tilmælið frá Fiskirannsókn- arstovuni er ógvuliga lítið brúkt seinastu árini, heldur hann, at tað er gagnligt at fáa teirra meting av støðuni eisini. Og Alfred Olsen heldur als ikki, at vit skulu av- skriva fiskifrøðingarnar, tí stovnsmetingarnar eru bara ein partur av teirra virk- semi, tí teir fáast við so nógv annað eisini. Annars heldur Alfred Olsen, at nøkur stig eru tikin til at minka veiði- trýstið. – Fiskidagatalið minkaði 2% seinast og samsundis hava vit fingið eftirlit við fylgissveini, umframt at Føroya Banki varð friðaður í tveir mánaðir og at veiði- trýstið varð minkað 10%. Fiskiskapurin eftir toski, hýsu og upsa undir Føroyum má minkast niður í helvt í summum førum, sigur ICES í nýggjasta tilmæli sínum TILMÆLIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ICES hevur nú almanna- kunngjørt nýggjastu met- ingar sínar av stovnunum undir Føroyum. Samstundis hevur felagsskapurin gjørt síni tilmæli um fiskiskapin tey næstu árini. Aftur í ár ávarar ICES um gongdina, tí mett verður at veiðitrýstið er alt ov stórt. Samstundis mælir felagsskapurin til stórar skerjingar í fiskiskapinum eftir okkara høvuðsfiska- sløgum. Vit taka høvuðstáttin til tilmælinum: Toskur á Landgrunninum: Stovnurin hevur verið væl fyri í fleiri ár, men er minkaður skjótt seinastu árini. Stovnurin er í ár mettur at vera so lítil, at vandi er fyri, at hann ikki klárar at fram- leiða góða tilgongd. Veiðu- trýstið er so stórt, at tað ikki er burðardygt. Við tí veiðutrýsti, sum nú er, vil stovnurin næstu 2 árini koma niður á eitt støði sum er nær tí lægsta, vit vita um. Skal stovnurin koma fyri seg aftur upp á eitt ár, má øll beinleiðis toskaveiða halda uppat. Um hetta ikki kann verða gjørt eftir einum ári, eigur ein ætlan at gerast, har veiði- trýstið beinanvegin verður minkað eini 50% og síðani hildið har. Toskur á Føroyabanka Stovnstøddin óviss og tað ber í løtuni ikki til neyvt at meta um stovnsstøddina. men yvirlitstrolingar benda á, at stovnurin hevur verið í minking síðani 2002 og tí- skil er metingin, at veiðu- trýstið hesi árini hevur ver- ið ov stórt. Fyri at stovnurin kann verða troyttur burðar- dygt, eigur royndin at minkast niður á árliga støðið í 1996-02. Veiðitrýstið hevur verið hóskandi í fleiri ár, men vaks í 2003 og 2004 mun- andi og er eftir øllum at døma ikki burðardygt. Nýtta dagatalið á Bankan- um var tvær ferðir so stórt í 2003 sum árini fyri, og hóast tað minkaði nakað aftur í 2004, er tað tó enn søguliga høgt. Stovnurin er sera viðbrekin yvir fyri ov stórari roynd, og dagatal í løtuni er helst ov stórt til at vera burðardygt. Av tí tað er loyvt at fiska á Bankanum og á Land- grunninum á sama túri, er tað torført at fáa røtt tøl fyri veiðina fyri hvørt økið sær. Av tí at toskastovnarnir á Landgrunninum og á Føroyabanka eru ymiskir, er neyðugt, at veiðitølini ikki koma í bland, um neyvar stovnsmetingar og tilmæli fyri teir báðar toskastovnarnar skulu ger- ast. Uppgerðin av veiði- tølum má tí fáast í rætt lag. Hýsa undir Føroyum. Stovnurin er heilt væl fyri og fult førur fyri at fram- leiða góða tilgongd. Men veiðitrýstið er so stórt, at stovnurin er í vanda fyri ikki at verða troyttur burðardygt. Mælt verður til, at royndin verður minkað eini 23%, so at veiðutrýstið kemur niður á eitt hóskandi støði. Upsi undir Føroyum: Stovnurin er í minking, og veiðitrýstið er alt ov stórt. Mælt verður til at minka royndina eini 40%. Stovn- urin er í ár mettur at vera so lítil, at vandi er fyri, at hann ikki klárar at framleiða góða tilgongd. Veiðitrýstið er tí so stórt, at tað ikki er burðardygt. – Tað er heilt ofta hald í teimum metingum, sum sjómenn seta fram um fiskiskapin undir Føroyum og eg meti avgjørt at teir eru serfrøðingar, einsvæl og fiskifrøðingarnir eru,sigur Alfred Olsen, næstformaður í vinnunevndini Fiskiskapurin undir Føroyum má minkast munandi ICES metir at veiðitrýstið á okkara høvuðsfiskasløg er ikki burðardygt og mælir tí til stórar skerjingar