Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 107 - 9. juni 2005 Nú enn ein ný- bygningur til Kolla- fjarðar skúla varð reistur fríggjdagin, er samlaða økið hjá skúlanum tvær ferðir størri enn tað, lærar- ar og næmingar húsast í í løtuni NÝBYGGING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fríggjadagin var móttøka í fimleikarhøllini í Kolla- fjarðar Skúla, i sambandi við at enn ein nýbygningur til skúlan varð reistur. Sam- an við tilbygninginum, sum var liðugur fyrr í ár, er sam- laða fermetraøkið hjá skúl- anum sostatt nú meir enn tvær ferðir størri enn tað, skúlin hevur húsast í higar- til. Tað er byggifyritøkan Byggitek í Havn, sum hevur staðið fyri arbeiðin- um við at víðka um skúlan í Kollafirði. Arbeiðið byrj- aði í august í fjør, og hóast tað varð nakað darvað av ringum veðri í desembur, sær tíðarætlanin út til at halda. Eftir ætlan skulu nýggju bygningarnir takast í brúk í august í ár, tá til- bygningurin, sum skal brúkast sum samkomuhøll, eisini verður bundin saman við ítróttarhøllina. Vikuskiftið 9-10. september verður aftur skipað fyri Ung í Føroyum stevnu uttan fyri høvuðs- staðarøkið. Tá stendur Ung í Føroy- um Vestur á skránni og stevnan verður hildin í Sørvágs skúla UNG Í FØROYUM Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fyrr í ár varð á fyrsta sinni skipað fyri Ung í Føroyum uttan fyri høvuðsstaðar- økið, tá 40 ung úr øllum landinum savnaðust á stevnu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. 9.-10. septem- ber skipa so kommunurnar í Vágum í samstarvi við Norðurlandahúsið og Men- tamálaráði fyri Ung í Før- oyum stevnu í skúlanum í Sørvági. Verksmiðjur og framsýningar Tiltakið byrjar fríggjadagin við innahýsis framførslum og framsýningum, har tey ungu vísa eitthvørt listarligt avrik, tey hava við sær. Leygardagin arbeiða tey ungu í listaverksmiðjum í Sørvágs skúla. Í Ung í Før- oyum Vestur verða verk- smiðjurnar »Sjónleikur« við Mikkjali Helmsdal, »Orð og mynd -bókin sum listaverk« við íslendska rit- høvundanum og mynd- prýðaranum Áslaug Jóns- dóttir, »Tónleikur -uttan streym« við Sámali Ravns- fjall og Katrini Jørgensen og »Dansur« við Jónu Thomsen. Leygarkvøldið frá kl. 18:00 til 19:00 verða verk- smiðjurnar opnar. Tá hava øll áhugað høvi til at síggja, hvørjum tey ungu arbeiða við og hvussu. Listafram- sýningin, sum ungdómurin hevur við sær, verður opin fyri almenninginum í eina viku eftir stevnuna. Varpa ljós á ungdómsmentan Ung í Føroyum er ein lista- og mentanarstevna fyri ung frá 13 til og við 18 ár. Um- framt at geva luttakarunum høvi at sýna fram egin lista- verk – myndlist, palllist o.s.fr. – verður arbeitt í ymiskum verksmiðjum leiddar av yrkislistafólki. Stevnan hevur til endamáls at varpa ljós á ungdóms- mentan og at skapa um- støður til tey ungu at sýna fram og menna listarliga virksemið, sum tey hava áhuga fyri. Stevnan varð hildin á fyrsta sinni í Norðurlanda- húsinum í 2001 og hevur síðani verið hildin í 2003 og 2004. Hon hevur fingið sera góða undirtøku øll árini, har umleið 60 ung eru sloppin við hvørt ár. Verkætlanarleiðarar eru Hedvig Westerlund-Kapnas og Rakel Helmsdal. Eisini eru ungdómar, sum hava tikið lut á Ung í Føroyum stevnum undanfarin ár, nú vorðin partur av fyriskipan- arbólkinum Meira fæst at vita á um Ung í Føroyum á www.ungiforoyum.info. Aðalfundur, kór- sangur við Havnar- kórinum, útferðir og dansur er bara eitt sindur av tí, sum verður á skránni á Útoyggja- stevnuni úti í Svínoy komandi leygardag ÚTOYGGJASTEVNA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin Útoyggjastevan verður hildin á hvørjum ári, har útoyggjarnar skiftast um at vera vertir. Í ár verður stevan hildin úti í Svínoy leygardagin 11. juni, tá árligi aðalfundurin hjá útoyggjafelagnum eisini er á skránni. Aðalfundur- in verður í lærarahúsin- um kl. 10.30 Kl. 14.00 setur Ólavur Klementesen stevnuna, og restina av degnum verður nógv ymiskt á skránni. Í gamla skúla verður framsýning av gomlum myndum og søguligum lutum úr bygdini, og í Lærarahús- inum verður tunnilsætl- anin sýnd fram. Skipað verður eisini fyri gongu- túri runt í bygdini, har staðkend fara at greiða frá ymsum áhugaverd- um, og høvi verður eisini at fara á útferð út í Árantsholuna. Eisini Angela og Hannebal fara at leita sær út til Svínoyar at gera okurt spennandi saman við børnunum, og út á kvøldið verður tog- togan og bál, har Bjarni Jacobsen fer at halda bálrøðuna. Aftaná verður skipað fyri enskum dansi í Dansistovuni og eisini verður farið uppá gólv uttanfyri. Tey, ið ynskja at ferð- ast beinleiðis úr Havn til Svínoyar, verða biðin um at tekna seg við at senda teldupost til utoygg@utoyggj.fo og upplýsa navn og tlf. nummar. Plássið á hesum túrinum er avmarkað. Eisini verða fleiri eyka- túrar Hvannasund - Svínoy - Hvannasund silgdir stevnudagin. Útoyggjastevna úti í Svínoy Skráin fyri Útoyggjastevnuna 09.30 - 10.30 Morgunmatur 10.30 - 12.00 Aðalfundur hjá Útoyggjafelagnum 12.00 - 13.00 Døgurði - 14.00 Ólavur Klementsen setur stevnuna, felagssangur 14.15 Hoppiborg o.a. fyri børn 15.00 Hannibal og Angela undirhalda 15.00 Breyð- og kaffisøla 10.00 Framsýning í gamla skúla av gomlum myndum og søguligum lutum úr bygdini 15.00 Tunnils-ætlanin verður sýnd fram í Lærarahúsinum 16.00 og 18.00 Kirkjan verður sýnd fram, Heri Joensen, prestur, greiður frá, Í kirkjuni verður Kórsangur v/Ólavur Hátún og havnakórinum 15.00 - 16.00 Húsini úti í Bø verða víst fram 14.30 Útferð út í Árantsholuna 17.00 Frásøgn um Skotaskipið og onnur søgulig støð í bygdini Óli á Geilini og Símun Hansen greiða frá 20.00 Togtogan millum útoyggjarnar 21.00 Bál í fjørðuni og felagssangur. Bálrøðari: Bjarni Jacobsen 22.30 Føroyskur og enskur dansur í og uttanfyri Dansistovuna Ung í Føroyum í Sørvági Rakel Helmsdal og Hedvig Westerlund-Kapnas eru verkætlanarleiðarar hjá Ung í Føroyum Skúlaøkið í Kollafirði tvífaldað Í ár verður Útoyggjastevnan hildin úti í Svínoy Við nýggju bygningunum verður samlaða fermetratalið hjá Kollafjarðar Skúla tvifalt so stórt, sum tað var frammanundan