hósdagur 9. juni 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 9. juni 2005
9
- Vit trúðu satt at siga
ikki at tað bar til at
fáa eitt 13-tal í
sponskum, siga teir
báðir tvíburarnir,
Johan og Ásbjørn
Gunnarsson, sum í
farnu viku fingu hvør
sítt 13-tal í júst hesi
lærugreinini
SKÚLAÚRSLIT
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hoydalar: - Bíða mær eitt
sindur. Eg skal líka fara
eftir orðabókini í telduni!
Teir báðir 17 ára gomlu
brøðurnir, Johan og Ás-
bjørn, hava frá blaðmannin-
um fingu eina uppgávu.
Teir skulu skriva á sponsk-
um, at teir eru sera fegnir
um tann góða karakterin
teir júst hava fingið í hesi
lærugreinini.
Eitt 13-tal í part í sponsk-
um í Hoydølum í árskarak-
teri er jú ikki hvat sum
helst!
Ásbjørn setur seg beinan-
vegin at skriva niður, men
steðgar so á, tí hann minn-
ist ikki rættiliga, hvussu tað
eina orðið skal stavast.
Hann biður bróðurin fara
inn í kamarið eftir teirri
teldutøku orðabókini, so-
leiðis at setningurin kann
verða rætt endurgivin her í
blaðnum.
Eftir stuttari løtu er
teldan tendrað og hann hev-
ur funnið fram til orðið,
sum soleiðis – eftir blað-
mansins høvdi – verður
rætt endurgivið her.
“Estamos felicies y muy
contentos con estas notas!”,
ljóðar
setningurin
á
sponskum, og á góðum
føroyskum: “Vit eru sera
nøgdir við hesar karakterir-
nar”.
Fylgst á leið
Júst henda mannagongdin
við at loysa eina uppgávu
við teldutøkari orðabók, er
ikki ókend fyri teir báðar.
Teir eru í ferð við at enda
annað skúlaárið á matemat-
isku deild í Hoydølum, og
hava serliga í sponskum
víst slíkt ídni, at lærarin
ikki kundi gera annað, enn
at geva teimum hvør sítt
13-tal.
- Vit trúðu satt at siga
ikki, at man kundi fáa 13 í
árskarakteri. Men tá vit so
hugdu í ummælið, so stóð
tað altso har.
- Og tú kanst líka trúgva,
at vit vórðu glaðir, siga teir
báðir brøðurnar, sum í
mongum hava fylgst á leið,
bæði tá talan er um t.d.
ítrótt (báðir spæla við B36),
skúlagongd og tónleik.
Hesa vikuna hava teir tó
ikki hugsað so nógv um tað
spanska, tí í komandi viku
stendur ein roynd í alisfrøði
á skránni.
Skulu teir eisini fáa eitt
gott úrslit í hesi lærugreini,
má eisini tann setningurin
dugast.
Málgeni
Meðan teir gingu í fram-
haldsdeildini søktu teir inn
í Studentaskúlan í Hoydøl-
um. Í hesum sambandi
skuldu teir eisini velja sær
eitt fremmant mál.
Har vóru fýra mál at
velja
millum
–
týskt,
franskt, russiskt og so
spanskt, sum teir so báðir
valdu.
- Hví, vit valdu júst
spanskt?! Vit høvdu havt
týskt í fólkaskúlanum, og
skuldu vit halda fram við tí,
so fór tað helst at verða eitt
sindur verri í Hoydølum.
- Vit ynsktu heldur at
læra eitt fremmant mál heilt
frá grundini av. Og tá
spanskt
ljóðaði
bæði
áhugavert og vakurt, so
valdu vit tað, siga Johan og
Ásbjørn, sum annars kendu
lítið til hetta málið framm-
anundan.
Nú hava teir í tvey ár havt
hesa lærugreinina, og eru
nú lidnir við hana. Og teir
hava verið sera fegnir um
hesa tíðina, ikki minst tí at
teir hava havt ein sera góð-
an lærara.
- Jú, Birgit (Remmel)
hevur dugað sera væl at
undirvíst í sponskum. Hon
er jú týsk og hevur búð í
Danmark, og undirvísir nú í
týskum og í føroyskum.
Hon hevur verið ófør – eitt
málgeni, siga teir.
Klára seg í sponskum
Hóast Johan og Ásbjørn
hava havt nógv heimaar-
beiði eisini í øðrum læru-
greinum, so hevur tað
spanska ikki verið forsømt
av teimum.
Tað hevur kortini ikki
bara verið lætt at læra hetta
málið. Hóast tað er bæði
vakurt og áhugavert, so er
somuleiðis neyðugt at fara
ígjøgnum, og ikki minst
terpa, mállæruna.
Serliga týdningarmikið
var tað at læra allar tíðirnar.
Í sponskum eru nógvar tíð-
ir, bæði tátíðir og framtíðir.
Millum annað eru tvær
serstakar tátíðir, so tað er
ikki tað lættasta málið at
læra.
Teir hava so í stóran mun
lisið og tosað spanskt í
skúlatímunum, men fingu
kortini høvið at nýta hetta
málið í praksis, tá flokkur
teirra var á námsferð í
Malaga í Spanien í mars
mánaði í ár.
- Vit tosa ikki spanskt
flótandi, men duga so mik-
ið, at vit saktans kunnu
klára okkum, siga tvíburar-
nir Johan og Ásbjørn.
- Hví vit báðir fingu
13 í árskarakteri?!
Kanska tí at vit fylgdu
væl við í tímanum og
onkutíð rættaðu
okkurt, um lærarin
skrivaði skeivt á
talvuna, sigur Johan
og Ásbjørn
SKÚLAÚRSLIT
Snorri Brend
Hoydalar:
Hósdagin
í
farnu viku fingu næming-
arnir í 2.g bøkurnar við árs-
karakterunum.
Og fyri Johan og Ásbjørn
kemur
karakterurin
í
sponskum at standa í tí
endaliga studentsprógvin-
um ikki færri enn tvær
ferðir – eina ferð sum árs-
karakterur og eina ferð sum
próvtøkukarakterur, tí teir
ikki vóru uppi til roynd í
hesi lærugreinini í ár.
Tá teir sóu góða karak-
terin gjørdist teir bæði bils-
nir og glaðir ísenn, tí teir
snøgt sagt ikki trúðu, at til
bar at fáa 13 í árskarakteri.
Hví júst teir fingu henda
góða karakterin, duga teir
sjálvandi ikki til fulnar at
greiða frá.
Hugsandi er, at teir hava
fingið hetta, tí at teir alla-
tíðina hava gjørt sær ómak
við at lata inn uppgávur.
Hetta hevur eisini givið
úrslit, tí teir hava í flestu
førum fingið 11 fyri hesar
uppgávurnar.
Teir hava eisini roynt at
fylgja væl við í tímunum,
og tá mállæra hevur verið
til umrøðu, hava teir roynt
at luttikið í tjakinum við
læraran um júst hesar
spurningarnar.
Rætta læraran
Hinvegin so hava teir báðir
givið væl gætur eftir tí, sum
lærarin hevur skrivað á
talvuna. Og tað er eisini
komið fyri, at teir eru kom-
nir við rættingum til hetta,
um tað t.d. manglaði ein
strika ella ein accent yvir
einum orði ella okkurt líkn-
andi.
Komandi skúlaár stendur
so triðja og seinasta árið í
Hoydølum á skránni. Hvat
teir gera eftir tað, duga teir
ikki at meta um enn.
- Vit burdu lært okkum
hetta málið ordiligt. Um vit
fóru til eitt fremmant land
har tey tosa spanskt, so
hevði tað í øllum førum
verið ein fyrimunur at duga
hetta málið til fulnar, siga
teir.
Eitt 13-tal í sponskum
er ikki at forsmáa
– Gjørdu okkum ómak
– Vit burdu lært okkum spanskt ordiligt. Um vit fóru til eitt fremmant land har tey tosa málið, so hevði tað í øllum førum verið ein fyrimunur at duga hetta
málið til fulnar, siga tvíburarnir, Johan og Ásbjørn Gunnarsson