Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 107 - 9. juni 2005 – Nei, tað verður ikki brúk fyri so nógvum fólkum á Norðoyastevnu. Tað er ikki sum fyrr, tá so nógv gingu full og brúk var fyri fleiri politistum. Nakað soleiðis tók sýslumaðurin til orða undan Norðoyastevnuni, og eftir stevnuna frættist, at tað hevði verið friðarligt. Bara nakrir heilt fáir høvdu sovið rúsin av sær á politistøðini. So er spurningurin, um føroyingar broytt hugburð? Ella er tað tann nýggja rúsdrekkalóggávan, sum nú er meira enn 10 ár sum hevur havt ávirkan. Ella er tað okkurt heilt triðja, sum ger, at stevnurnar eru friðaligari og færri full fólk eru at síggja? Óivað eru tað fleiri viðurskifti, sum gera seg galdandi. Fyri tað fyrsta er tað ikki sum fyrr, tá menn "bestiltu" sær ein kassa til stevnur, høgtíðir og annað. Nú verður keypt í smáum. Harafturat er tað meiri vanligt, at fólk drekka veikari løg. Ein pilsnara í staðin fyri ein elefant- ella gulløl. Minni sterkt og meiri vín. Og tá talan er um stevnur, fara fólk um morgunin til stevnuna, og meginparturin fer kanska avstað aftur sama kvøld. Tað er ikki sum fyrr, tá fólk gistu eina ella tvær nætur. Her er helst nakað jaligt hent, men tá tað er sagt, skal leggjast afturat, at nógv lýti eru, og alt fer ikki fram eftir bókini - ella lógartekstinum! Fyri tað fyrsta sær ikki serliga gott at síggja ung fara við einum ølkassa ímillum sín til rutuskipið ein stevnu- morgun og setast at drekka øl rundan um kassan, sum verður sett mitt á dúrkið ella bátadekkið. Sjálvandi skuldi tað verið so, at tað bar til at keypa - um ikki annað veikt - á fleiri støðum, m.a. umborð á størri rutu- skipunum, so tað slapst undan ølkassum og rokaðum ryggsekkjum við øli. Harafturat átti lóggávan at verið endurskoðað, so tann ólógliga - í gásareygum also - sølan varð gjørd lóglig. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur gjørt onkra roynd, so skonkiloyvi kundu latast til serlig tiltøk - stevnur, framsýningar, festivalar, serligan dans o.s.fr. Tað kann ikki vera rætt, at øl verður keypt í kassum ella dunkum og selt uttan loyvi. Vit hava ein dupultan trupulleika. Tann, sum selir, hevur ikki loyvi at selja øl. Og øll sølan er uttan fyri skattaskipanina. Hetta verður gjørt. Øll góðtaka tað, og so er kanska í lagi? Men framferðin er bara ikki eftir lógarreglunum. So er spurningurin, um lógin skal "handhevast", ella um hon skal lagast til tað brúk - ella tann tørv - sum er. Sjálvandi skuldi lógin verið broytt, so tað bar til at lata skonkiloyvi til stevnur, framsýningar, konsertir o.s.fr. At nokta fyri at broyta lógina er at gera sum strutsurin og stinga høvdið í sandin. Men skulu vit spáða, so verður trupult at fáa lógina broytta, tí nøkrum føroy- ingum - tíverri alt ov nógvum politikkarar - dáma betur dupult moral og hykl. DAGSINS MEINING Sosialurin Jalig gongd - men ikki alt eftir lógartekstinum Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Dennis Holm Vágur Vanliga verður tikið til, at fjølmiðlarnir eru 4. stats- maktin - tað vil m.a. siga, at fjølmiðlarnir skulu halda landsins myndugleikum í oyrunum, t.d. við at lýsa og viðgera hvørji viðurskifti verða tikin upp politiskt, ella geva eina mynd av, hvørjir skeivleikar eru gjørdir t.d. í landsumsiting- ini. Men hartil, so eru fjølmiðlarnir eisini í stóran mun við til at geva eina ávísa mynd av hvussu ym- isk viðurskifti hanga saman í samfelagnum sum heild. Døpur mynd av Suðuroynni Seinastu mánaðirnar hava allir føroyskir fjølmiðlar í størri ella minni mun verið partur av kjaki og lýsingum av viðurskiftunum, sum hava við suðringar og Suð- uroynna at gera. Myndin, ið eftir stendur er sera døpur, tí í allar flestu førum eru tað prangandi negativar yvirskriftir, sum hava fylt bløðini og spísiseðlarnir, sum hanga í kiosk vindeyg- um. Myndin er so døpur, at fólk, sum ikki kenna til um- støðurnar, als ikki kundu hugsað sær at komi suður higar, og enntá óttast summi, at kríggj ferð at herja Suðuroynna hvørja løtu - eins og ein eldri kona tók til í sending í SVF eitt sunnukvøld herfyri. Dapra myndin av Suður- oynni er kanska ikki heilt av leið. Her er stórt ar- beiðsloysi, óstøðug arbeiði og eisini ein ávís fráflyting, men kríggj kenna okur ikki heilt til, hóast ósemjur er millum fólk. At ósemjur eru millum fólk er ikki nakað sum er sermerkt fyri Suðuroynna (okur taka kanska nakað harðari til enn tykur eru von við norðanfjørðs). Tí har tað eru fleiri fólk, við fleiri ymiskum meiningum, er tað oftani bara spurningur um tíð áðrenn áhugamál renna uppá tvørs, og so er ósemjan har. Hetta er kennast øll økið við í land- inum - og tað eru altso ikki bara suðringar í øllum Før- oyum, sum eru ósamdir, sjálvt um fjølmiðlarnir eru við til at varpa hesa mynd- ina út. Sjálvt um myndin av Suðuroynni ikki er ein sólskinssøga burturav, so er tann myndin, sum fjølmiðl- arnir geva als ikki fullfíggj- að, tí her eru fleiri ting, sum eru á rættari leið, fleiri positiv ting, sum eisini eiga at fáa innivist í føroyska fjølmiðlaheiminum. Eitt tað feskasta dømi er søgu- liga ferðin hjá sluppini Jo- hannu til Íslands og Skot- lands. Johanna á søguligari ferð Í farnu viku fór sluppin Johanna á søguliga ferð til Norðfjørðin í Íslandi eftir fiski, sum skal førast til Aberdeen í Skotlandi, har fiskurin verður lagdur upp. Nú 60 ár eru liðin síðan Seinni Heimsbardagin end- aði, ger Johanna hesa søgu- ligu ferðina til minnis um leiklut føroyinga í Seinna Heimsbardaga og til minnis um teir føroyingar, sum lótu lív undir Seinna Heimsbardaga. Føroyskir fjølmiðlar ongan áhuga! Føroysku fjølmiðlarnir vóru fyri umleið 3 vikum síðani við tíðindaskrivi kunnaðir um ferðina. Sjón- varp Føroya varð (ókeypis) boðið við á ferðini, soleiðis at ein søgulig sjónvarps sending kundi gerast um hesa ferð, sum so mangur føroyingur var við á undir krígnum. - Soleiðis at ein sending kundi gerast, sum ein stórur partur av føroy- ingum høvdu haft heilt stóran áhugað í. Sjónvarp Føroya svaraði ikki ein gong tilboðnum aftur - og hevur enn ikki (fyrrapartin týsdag) gjørt nakað burtur úr ferðini. Útvarp Føroya varð eisini kunnað um ferðina, men hevur eins og sjónvarpi hig- artil (fyrrapartin týsdagin) frávalt at gera nakað burtur úr hesari søguligu ferð, hóast heilt nógv er at fara eftir. Teir skrivandi fjølmiðlar- nir hava gjørt smávegis burturúr - í flestu førum er tíðindaskrivið prentað, og í einstøkum førum er onkur smávegis grein skrivað. Íslendskir og skotskir fjølmiðlar stóran áhuga! Eins og føroysku fjølmiðl- arnir, vóru íslendskir og skotskir fjølmiðlar kunn- aðir um ferðina, hetta við sama tíðindaskrivið (tó á enskum), sum føroysku fjølmiðlarnir fingu. Í Ís- landi hevur hendan søgu- liga ferðin hjá Johannu verið í fjølmiðlunum at kalla hvønn dag í 2 vikur. Íslendsk bløð hava skrivað um ferðina, íslendska út- varpið hevur gjørt innsløg um ferðina og ferðin hevur eisini verið viðgjørd í ís- lendska sjónvarpinum. Tveir íslendskir mynda og sjónvarpsmenn vístu bein- anvegin ferðin áhuga og bóðu um at sleppa við Jo- hannu á ferðini. Teir komu til Føroyar nakrar dagar áðrenn Johanna fór og vóru við Johannu á ferðini til Íslands, og koma aftur til Føroyar at taka fleiri mynd- ir, tá Johanna kemur aftur á Vág seint í komandi viku. Skotskir fjølmiðlar gera hesa vikuna og komandi viku nógv burturúr ferðini hjá Johannu. Stóru skriv- andi fjølmiðlarnir í Aber- deen og sjónvarps- og út- varpsrásin BBC Skotland hava boðað frá, at ferðin hjá Johannu verður við í bløðunum og í útvarps- og sjónvarpssendingum í vik- uni. Hvussu raðfesta føroysku fjølmiðlarnir? Eftir stendur, at søguliga ferðin hjá Johannu til Ís- lands og Skotlands hevur fingið óvanliga nógva um- røðu í fjølmiðlunum í Ís- landi og Skotlandi. Johanna fekk eisini eina stórfingna móttøku á Norðfjørðinum í Íslandi og er eisini boðað frá stórfingnari móttøku í Aberdeen. Teir føroysku fjølmiðl- arnir hava víst ferðini sera lítlan áhugað - og teir stóru loftbornu fjølmiðlarnir hava ikki tikið ferðina uppá tungu. Hetta hóast talan er um eina søguliga ferð, sum at kalla øll í Føroyum kenna okkurt tilknýtið til. Søgurnar sum bæði Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya kundu fingið burturúr túr- inum eru óteljandi. Eitt nú er ein 85 ára gamal maður úr Oyndarfjørði við á ferð- ini, sum sigldi við føroysk- um sluppum undir Seinna Heimsbardaga. Hendan søgan hevur ongan áhuga í ÚF og SVF - men á Norð- fjørðinum í Íslandi varð Oyndfirðingurin heiðraður við medalju. Sigast má, at eg og fleiri við mær als ikki skilji hví ÚF og SVF frávelja at gera nakað sum helst yvirhøvur burturúr søguligu ferðini hjá Johannu til Norðfjørðin í Íslandi og Aberdeen í Skotlandi. Spurningurin er sjálvsagt um innanhýsis raðfestingar hjá ÚF og SVF og øðrum fjølmiðlunum - og er ferðini hjá Johannu ikki komin uppí part, skil tað, hvør skilja vil! Tær positivu myndirnar úr Suðuroynni eiga ikki sjálvsagdan rætt í raðfest- ingini hjá fjølmiðlunum, meðan tær meiri negativu og prangandi yvirskrift- irnar, ofta eru raðfestar ovarlaga. Hetta er tíverri við til at geva ein einsíðis og oftani ófullfíggjaða dapra mynd av Suðuroynni. ES: Tú, sum hevur áhugað í søguligu ferðini hjá Jo- hannu, kann sjálvandi fara inn á heimasíðuna hjá Jo- hannu www.johanna.fo og har fylgja eitt lítið sindur við hvussu gongst á ferðini hjá Johannu. Ja, tað er heilt øgiliga langt til Suðriar!