Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 9. juni 2005 11 Sambandsflokkurin Kaj Leo Johannesen Í farnu viku var orða- skifti í Fólkatinginum um eitt uppskot frá Norðuratlantsbólkinum har mælt var til at kanna, hvørjar fíggjarligar og politiskar avleiðingar tað fær fyri Føroyar og Grønland, um Danmark góðkennir nýggja ES- stjórnarskipanarsáttmál- an. At viðurskifti sum hava við ES at gera verða kannað, kann eingin hava nakað ímóti. Sambandsflokkurin royndi fleiri ferðir í farna valskeiði at fáa hesi viðurskifti lýst, men tað var sum at tosa fyri deyvum oyrum. Millum annað atkvøddi Tjóðveldisflokkurin hvørja ferð ímóti, at hesi viðurskifti vórðu lýst. Nú sær tó út til, at fólk eru vaknað sum við kaldan dreym. Kanning er gjørd Fyri einum ári síðani bað Norðuratlantsbólk- urin forsætisráðharran seta í verk eina óhefta kanning av avleiðingun- um, sum ES-stjórnar- skipanarsáttmálin kundi fáa fyri viðurskiftini millum Danmark, Før- oyar og Grønland. Henda kanningin bleiv gjørd, og varð almanna- kunngjørd í mars. Hon tekur bara støðu til tann løgfrøðisliga partin av málinum, og vísir mill- um annað, at stjórnar- skipanarsáttmálin verð- ur ikki galdandi fyri Føroyar og Grønland, og at hann fær ongan løg- frøðisligan týdning fyri londini. Men nú vil Norðuratlantsbólkurin hava fólkatingið at taka stig til eina aðra kanning um hvørjar politiskar og búskaparligar avleiðing- ar hesin sáttmálin, sum ikki er galdandi fyri Før- oyar og Grønland, kort- ini fær fyri londini. Hetta tykist løgið, tí Tjóðveldisflokkurin hevur fyrr verið hart ímóti, at danir definera fyri okkum, hvussu vit politiskt skulu skilja løgfrøðina, men her vendir alt øvugt. Vilja hava rumbul Sjálvsagt vil Norðurat- lantsbólkurin hava spurningin um eina kanning at vera eitt fólkatingsmál, tí teirra einasta endamál við hes- um er at skapa rumbul. Líkamikið hvat eitt kanningarúrslit av hes- um slagnum hevði víst, so hevði Norðuratlants- bólkurin aftaná sagt, at úrslitið var ikki nøkt- andi. Og júst tí vilja teir hava danir og ikki føroy- ingar ella grønlendingar at gera kanningina. Tað eru danir, sum skulu vera lýstir sum ein forð- ing, og tað at Fólka- tingið noktar at taka stig til at gera kanningina, kann eisini brúkast til sama endamál. - At siga, at ríkisfelagsskapurin er ein forðing. Vit mugu sjálvi taka stigið Vert er at leggja til merkis, at Føroyar og Grønland hava ikki somu støðu yvirfyri ES. Føroyar verða roknaðar sum eitt triðja-land, meðan Grønland hevur eina sokallaða OLT- skipan (oversøisk land og territorium). Tað er ikki til at skilja, hví Fólkatingið skal sam- tykkja at gera eina polit- iska kanning fyri Før- oyar og Grønland. Lat okkum sjálvi gera og gjalda fyri okkara kann- ingar, so kann Grønland gera og gjalda fyri sínar, um teir meta, at tað er rætt fyri teir. Hinvegin so kunnu vit ikki síggja burtur frá, at vit eiga skjótt heimsmet í upprit- um og kanningum sum eru gjørd fyri skatt- gjaldarans pening, men sum í alt ov langa tíð hava ligið til onga nyttu í skuffum og samla støv. Latið okkum brúka okkara demokratiska rætt á Løgtingi, og um so er at ein meiriluti har vil gjalda fyri at fáa kanningar gjørdar, lat okkum so gera tað og gjalda fyri tað sjálvi. Samstarv er vegurin fram ! Norðuratlants- bólkurin for så vidt angår Færøerne Jógvan Arge Formaður í byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar býráðs Tórshavnar kommuna hev- ur í mong ár gjørt fitt burt- ur úr at varðveita ta gomlu Havnina so ella so. Til tess hevur kommunan havt eina serliga ætlan fyri býarpartin úti á Reyni, sum í dag stendur sum ein fyri- mynd fyri bæði okkum og onnur. Eitt nú íslendingar eru grønir av øvund, tá teir síggja, hvussu vit eru farin um tann gamla býin, meðan teir hava sópað so at siga allan tann gamla Reykjavík burtur. Hetta er ein kós, sum vit ætla at halda fram, tó uttan at darva menningini av høvuðsstaðnum óneyðugt í ókomnum tíðum. Neyðugt er at skipa hesa stevnu fyri allan býin og fáa til vega dygt grundarlag fyri teimum avgerðum, sum skulu takast. Gera kommunuatlass Hildið verður, at tann stóri vøksturin í høvuðsstaðnum fer at hava alsamt størri krøv um tættleika og ferðslumøguleikar við sær, og hetta kann aftur hava við sær, at vandi verður fyri, at sumt, sum vert er at varð- veita, forferst av skundi og ósketni. Tórshavnar kommuna er saman við Føroya Forn- minnissavni farin undir undir eitt samstarv, sum hevur til endamáls at skrá- seta og meta um, í hvønn mun hús, býlingar, vegir og økir eru áhugaverd og verd at varðveita „á ein hátt, so hetta ikki er í andsøgn við framtíðar býarskipan og menning", sum býarskipan- ardeildin tekur til í einum tilmæli. Arbeiðið miðar eftir at gera eitt upprit ella álit, sum skrásetir og lýsir tað, sum er sermerkt og varð- veitingarvert lutvíst ella í heilum líki. Farið verður fram verður eftir einum al- tjóða royndum framferðar- hátti, nevndur SAVE, sum eitt nú verður brúktur til tey sonevndu kommunuatlass- ini í grannalondunum. Tey eru ætlað almenn- inginum, umsitingum og politikarum sum upplýsing og grundarlag at meta út frá, tá nýggjar ætlanir verða lagdar og avgerðir skula takast um broytingar - ella varðveiting. Gamla Havnin Tórshavnar kommuna hev- ur í mong ár havt ein post á fíggjarætlanini, sum eitur Gamla Havnin. Henda játt- an hevur verið eitt av am- boðunum í arbeiðnum at varðveita gamla býin við sínum húsum, túnum og gøtum. Hendan játtan hevur ser- liga verið ætlað býarpart- inum niðast í Havnini, men gongdin hevur víst, at tørv- ur eisini er á at hava somu umsorgan fyri nýggjari býarprøtum og lutum av býarpørtum longur uppi í býnum. Tí hevur byggi- og býar- skipanarnevndin tikið undir við einum tilmæli um at fara undir skrásetingar- og lýsingararbeiðið í býnum sum heild. Ætlanin er, at álitið skal verða liðugt við ársenda í 2007. Í álitinum skal eisini greiðast frá sermerktum náttúrøkjum og fornminn- um í kommununi. Álitið sjálvt skal ikki taka enda- liga støðu til, hvat ið eigur at verða varðveitt, men skal leggja fram tilfar, sum politiskar avgerðir kunna takast út frá. Aðrastaðni taka lands- myndugleikarnir lut í tílík- um arbeiði til tess at fáa tað framt í stórum sum smáum kommunum. Tórshavnar kommuna hevur vent sær til landsstýrið um at gera tað sama, men hóast lands- stýrið vísir áhuga, heldur tað seg ikki kunna luttaka beinleiðis. Tesvegna hevur Tórs- havnar kommuna tikið upp á seg at rinda kostnaðin av kanningararbeiðnum við vón um at fáa til vega dygt tilfar til frama fyri skila- góða framtíðar tilrættalegg- ing við virðing fyri søguni og fortíðini. Alfred Olsen løgtingsmaður Tað var við stórum áhuga eg fór undir at lesa odda- greinina í Dimmu fyri mánakvøldið, sum hevði yvirskriftina "Svangaskarð ella Tórsvøllur", men eftir loknan lestur, var mær greitt, at Svangaskarð er "ein torn í kjøtinum" hjá leiðsluni á Dimmalætting, og spurningurin er, hvat er tað sum tyngir Dimmu?. Landsliðið. Er Svangaskarð ein mein- bogi fyri landsliðið? Neyv- an, tí var tað ikki leikvøll- urin á Svangaskarði, sum gjørdi tað gjørligt, at Landsliðið kundi spæla sínar heimadystir her í Føroyum? Og er tað ikki á Svangaskarði at landsliðið hevur fingið síni bestu úrslit? Og sum skilst er landsliðið væl nøgt við tað tænastu sum teimum verð- ur veitt á Svangaskarði, somuleiðis tey vakthav- andi, eins og áskoðararnir, so tað er ikki av umsorgan fyri landsliðnum, at Dimma mælir Fótbóltssambandin- um til at skrotta Svanga- skarð. Áskoðaratalið. Tað vil altíð vera ymiskt og ymiskar umstøður sum hava sína ávirkað á, hvussu nógvir áskoðarar vera til dystirnar, eitt nú var Norð- oyastevna leygardagin, men veruleikin hevur víst, at eru umstøðurnar og til- boðini um flutning t.d. frá Strandferðsluni tey somu til dystir á Svangaskarði sum á Tórsvølli, so er eisini fult á Svangaskarði, so tað kann ikki vera tað sum tyngir Dimmu. Umhvørvið. Umhvørvið vil altíð vera ymiskt og tað er tað eisini millum Svangaskarð og Tórsvøll, men veruleikin er tann, at teir flestu áskoðar- arnir koma beinleiðis til dystin og fara direkta av stað aftur, sjálvt um øll vita, at Tórsvøllur liggur í Havn og tey vita hvat Havnin hevur at bjóða, so fyri nógvar av áskoðarun- um hevur umhvørvið av- markaðan týdning, meðan dysturin á leikvøllinum er tað teir eru komnir at síggja og uppliva. Einans eitt stadion uppi í fjøllunum. Leiðarin á Dimmu hevur hug at taka synd í gestunum sum vera beindir inn á Svangaskarð, tí har er onki at bjóða áskoðarunum, einki innivist, ongastaðni at vera áðrenn dystin, einans eitt stadion uppi í fjøllun- um. Eg trúgvi ikki, at gestir- nir sum komu frá Sveis høvdu kenslu av at teir vóru uppi í fjøllunum til fót- bóltsdyst á Svangaskarði, sum liggur á góðum 70 metrum, og veruleikin er jú tann, at her eru ongi fjøll. Tað man neyvan heldur vera ókent hjá gestunum, at ferðingin til og frá dystum liggur um ein tíma, og tað var jú fótbóltsdystin, ið teir fyrst og fremst vóru komnir at hyggja eftir, so hetta er neyvan tað sum tyngir Dimmu. Stemningurin. Rammurnar um ein fót- bóltsdyst skulu altíð vera so góðar sum gjørligt fyri at stemningurin kann vera góður, men veruleikin er tann, at jú betur tað gongur okkara landsliðið, betur verður stemningurin, so tann rætti góði stemning- urin verður skaptur niðri á vøllinum og plantar seg til áskoðararnar, gongur tað væl hjá landsliðnum niðri á vøllinum, verður stemn- ingurin millum áskoðar- arnar eisini góður, so betur tað gongur landsliðnum betur er stemningurin, so eg vóni at landsliðið klárar at vinna mikukvøldið, tí tá verður tað vinnarastemn- ingur millum áskoðararnar. Boykotta Svangaskarð. Hvat er orsøkin fyri at Dimma mælir Fótbóltssam- bandinum at taka lands- dystirnar frá Svangaskarði? Og leggja fleiri dystir í høvuðsstaðnum? Sagt verður at hetta eigur at vera gjørt av fíggjarlig- um orsøkum, men hetta kann jú ikki vera høvuðs- orsøkin, tí vit øll vita, at spæli og úrslitini hjá lands- sliðnum er tað sum fær áskoðararnar til dystirnar, næstan óansæð hvar stadi- on liggur. Men fyri at landsliðið skal fáa so góð úrslit sum gjørligt, so er neyðugt at umstøðurnar hjá landslið- num eru so góðar sum gjør- ligt, og fyri at skapa tær perfektu karmarnar eisini um landsliðið, hevur Tofta Ítróttarfelag nú bjóða seg til at gera eina fótbóltshøll á Svangaskarði, so rammur- nar til venjingar, vinadystir og komandi landsdystir hjá landsliðnum vera so full- komnar sum gjørligt, eins og hjá áskoðarunum. Men Svangaskarð liggur ikki í høvuðsstaðnum, og kann komandi hallarprojekt vera tað sum tyngir Dimmu?. Sjálvur vóni eg ikki tað er so, og ivist ikki í, at Fót- bóltsambandið og Menta- málaráðið við viðgera um- sóknina frá Tofta Ítróttar- felag seriøst, tí eingin ivi er um, at ein slík fótbóltshøll vil hækka støðið í føroysk- um fótbólti, vil betra um- støðurnar hjá landsliðnum og áskoðarunum og gagna tí Føroysku tjóðini. Hvat tyngir Dimmu? Varðveiting av Havnini