hósdagur 9. juni 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 107 - 9. juni 2005
Eftirkomarar hjá Marin og
Sámal Jákup Jacobsen í
Skopun ætla næstkomandi
vikuskifti at seta hvørjum
øðrum stevnu í Skopun.
Ætlanin er fyrst at hittast
í Samljóð leygardagin 18.
juni til morgunmat. Aftaná
verður vitjað í gamla
kirkjugarði, har blómur
verða lagdar á gravirnar hjá
Marini og Sámal Jákupi,
sum vórðu borin í heim
ávikavist í 1850 og í 1854.
Seinnapartin
verður
hugnaløta við heitinum
"Meg minnist" í Samljóð,
har eisini ein kaffimuður
verður drukkin, afturvið
práti um gamlar dagar.
Um kvøldið verður døg-
urði við trimum rættum og
aftaná
verður
dansur.
Sunnudagin kl. 14 verður
aftur farið í Samljóð til
ábit.
Tað eru fýra av eftirkom-
arunum hjá Marini og Sám-
al Jákupi Jacobsen sum
skipa fyri, og taka tey eisini
ímóti
tilmeldingum
til
tiltakið. Hesi fýra eru Víg-
dis Johannesen, Elisa Inge-
brigtsen, Sámal Johannesen
og Gudmund Jacobsen.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
1975: Týsdagin í hesi
vikuni vóru 30 ár liðin
síðani núverandi Smyril
kom fyrstu ferð á Tvøroyri.
Smyril legði frá landi úr
Keypmannahavn
sjálvan
grundlógardagin kl. 16 og
kom á Tvøroyri leygar-
kvøldið 7. juni 1975, beint
tá útvarpið byrjaði kl.
18:30.
Ætlanin var at sigla á
Havnina, men útróðrar-
verkfallið, sum tá var, forð-
aði hesum. Tí varð ístaðin
lagt at á Tvøroyri.
Sum myndin vísir varð
eisini roynt at forða Smyrli
í at leggja til bryggju har.
Men hesin báturin tók seg
burtur frá, og tí kundi hetta
flaggskip okkara tá, leggja
at landi fyrstu ferð í før-
oyskari havn.
Kelda: Árið ið fór
Hallur Jacobsen
in memoriam
føddur 20.9.1979 deyður 02.06.2005
Sigla vit í gjálvum.
Hanga fløgg í hálvum,
Hallur, hann er farin!
Farin? Spyrt tú varin!
Sólin lá um tindar,
lýggir blástu vindar,
borin alvi góður,
frøddi faðir, móðir.
- - -
Liggur frost um tindar!
Kaldir blása vindar!
Troyttur møði rindar!
Fátt kann feigum forða!
Kalt kenst millum borða.
Syrgja systkin, faðir, móðir.
einkarsoni vart tú góður;
gráta nú í sorgum.
Komi aftur morgun!
Loysi tey úr sorgum,
beri troyst at borgum,
hann, á øllum hevur ráð,
hann, tit kunnu líta á!
Farin Hallur, farið smílið!
Tú í Harrans hondum hvíli.
Hóri 05-06-05
Ættarstevna hjá Marin og Sámal Jákup Jacobsen
Tær báðar – Vígdis Johannesen (vm.) og Elisa Ingebrigtsen –
eru spentar uppá ættarstevnuna í Skopun
Mynd: Niels Uni Dam
Við Smyrli í 30 ár
Mánadagin 6. juni
hevði Kári Nielsen
verið í starvi hjá SEV
á Fossáverkinum í
Vestmanna í 45 ár.
Hann byrjaði 19 ára
gamal sum vanligur
arbeiðsmaður, men
fór seinni at ganga á
vakt
Hann kennir hvønn krók á
Fossáverkinum hjá SEV í
Vestmanna, har hann hevur
starvast í 45 ár.
6. juni 1960 fór Kári
Nielsen, 19 ára gamal, til
arbeiðis hjá SEV á Fossá-
verkinum í Vestmanna, sum
varð alment tikið í nýtslu
seks ár frammanundan, 5.
mai 1954.
Arbeiðslívið hjá Kára
byrjaði kortini, tá hann 15
ára gamal fór at vera
ørindadrongur í handlinum
hjá Niels Winther Olsen í
Vestmanna, vanliga nevnd-
ur Niels hjá John. Eftir at
hava verið ørindadrongur í
13 mánaðir fór Kári at sigla
við fyrsta Bliki hjá Skipa-
felagnum, har hann var í
umleið trý ár, til hann fór á
Fossáverkið.
Hansara fyrsti arbeiðs-
gevari, Niels Winther Ol-
sen, sum var systkinabarn
gamla SEV-stjóran, Hjal-
grím Winther, vísti SEV-
stjóranum á Kára, tá hann
leitaði eftir arbeiðsmanni
til lutfalsliga nýggja Fossá-
verkið.
Kári byrjaði sum vanlig-
ur arbeiðsmaður og gjørdi
alt fyrifallandi arbeiði á
verkinum og rundan um
verkið. Nógv varð og verð-
ur framvegis gjørt burturúr
at halda verkið reint.
Tá ið Kári byrjaði vóru
tveir maskinmeistarar í
føstum starvi á Fossáverk-
inum. Tað vóru verkmeist-
arin, Gustav Poul Kaiser og
Jógvan Petersen. Teir gingu
á vakt og ansaðu turbin-
unum. Kári fekk áhuga fyri
teirra arbeiði, og teir lærdu
hann at seta turbinurnar í
gongd. Hann lærdi sum frá
leið meira og meira, og
seinni var hann frítíðarav-
loysari fyri hinar.
Maskinmenninir
búðu
nærhendis Fossáverkinum,
so fyrstu árini vóru ongar
náttarvaktir, men tá SEV
avgjørdi at hava fólk á
verkinum um náttina eisini,
eftir at elnetið var meira
útbygt, fekk Kári fastar
vaktir á verkinum.
Fossáverkið hevur altíð
havt ein stóran leiklut í før-
oyska elkervinum. Verkið
samskipar framleiðsluna á
meginøkinum og gevur t.d.
hinum verkunum boð um,
nær og hvussu nógv tey
skulu framleiða fyri at
nøkta streymtørvin.
Kári hevur verið á vakt
manga illveðursnáttina, tá
alt slóknaði, og neyðugt
varð at senda menn á fjøll-
ini. Men seinastu 20 árini
er nógv broytt, og streym-
slitini eru munandi færri í
dag, tí elnetið er tryggari.
T.d. er stórur partur av
netinum kaðallagdur.
Kári hevur eisini verið á
vakt á Fossáverkinum, tá
onnur hava havt frí. Hann
hevur hesi 45 árini mangan
hildið jólaftan, páskadagar
og hvítusunnudagar á verk-
inum.
Í sínum starvi á Fossá-
verkinum hevur Kári sæð
nógvar broytingar fara fram
í føroysku ravmagnssøguni.
Hini verkini í Vestmanna,
Heygaverkið og Mýruverk-
ið, vórðu bygd í sekstiárun-
um. 60 kV linjan varð løgd
úr Vestmanna til Havnar og
Skálabotn í 1961. Sunds-
verkið varð bygt í sjeyti-
árunum, og í áttatiárunum
varð farið undir vatnorkuna
í Eysturoynni.
SEV verður 60 ár næsta
ár, og Kári Nielsen hevur
verið við tríggjar fjórðingar
av tíðini, Elfelagið hevur á
baki.
45 ár á Fossáverkinum
Andlát og jarðarferðir
Hans David Jacobsen, í Syðrugøtu, vanliga nevndur
Hans David á Skansa, andaðist týsdagin, 7. juni á
Umlættingarheiminum í Syðrugøtu, 93 ára gamal.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Damgarð Petersen, Klaksvík, fer til gravar úr
Christianskirkjuni fríggjadagin, 10. juni klokkan 14.
Tey, ið vilja minnast Damgarð, kunnu lata ein
peningagávu á konto í Føroya Banka.
Jarðarferðin hjá Annu Elisabeth Jacobsen, Tórshavn
verður úr Vesturkirkjuni fríggjadagin, 10. juni
klokkan 13.
Henrietta Frederikka Skeel Kirke (Jetta), fødd Vang,
Kaldbak fer til gravar úr Nazaret í Kaldbak
fríggjadagin, 10. juni kl. 14