hósdagur 9. juni 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 9. juni 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
80 ár
Í dag, 9. juni fyllir Hans Johansen, Argir, 80 ár.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.
10.juni verður Elieser Arge,
vanliga nevndur Essa 80 ár.
Essa er Havnardrongur,
sonur Sigrid Paulinu Jo-
honnu Petrinu Sofíu f.
Simonsen úr Jørundsstovu í
Norðragøtu og Niels Mart-
in Andreas Arge, róptur
Diss, úr Klokkarastovu í
Tórshavn.
Essa tók í 1943 students-
prógv á "lagtingets stu-
denterkursus", ið tá húsað-
ist í Realskúlanum.
Síðani arbeiddi hann í
’43 - ’44 sum voluntørur á
laboratoriinum á Dr. Alex-
andrines hospitali. Tá tað
framvegis ikki bar til at
sleppa avstað í lestraørind-
um, fór Essa 1 1/2 ár við
Norðbúgvanum hjá Hans
Paula Johannesen, sála, har
hann vann sær pening fyri
fyri lestrakostnaðin.
Í 1945 bar aftur til at fara
til Danmarkar í lestrar-
ørindum og Essa fór tískil
til Keypmannahavnar á
heysti 1945 og tók har á
lærda háskúlanum prógv
sum lækni í 1952.
Í 1950 giftist Essa við
Lydiu, dóttir Hans Hendrik
Hansen, av Eiði, sum í
mong ár sigldi sum skipari
fyri DFDS, og Elsebeth
Frederikku, f. Poulsen við
Neyst í Hvalba. Saman
hava Essa og Lydia døtur-
nar Hannu, f. 1951, búsit-
andi í Ísrael og Sigrid, f.
1954, ið býr í Havn.
Aftaná loknan lestur og
kravda turnusskipanin var
av, fór Essa undir speciali-
sering
í
kirurgi
og
anæstesiologi. Hann hevur
starvast á Kommunuhospi-
talinum, Blegdammen og á
Ríkissjúkrahúsinum. Eitt
skiftið í 1960 til 1962 fór
leiðin aftur heim á Dr.
Alexandrines hospital, at
starvast
saman
við
tí
legendariska
yvirlækna
Dahl. Eitt ár uttan fyri
høvuðsstaðirnar, nevniliga
á Thisted Amtsygehus,
bleiv tað eisini til, áðrenn
Essa í feb. 1965 bleiv yvir-
lækni á skurðdeildini á Dr.
Alexandrines hospital.
Mong eru tey, ið gjøg-
num árini hava notið gott
av góða handalagnum hjá
Essa, til hann á várið í 1994
fór frá við eftirløn.
Essa hevur eisini verið
virkin á nógvum øðrum
økjum. Hann var býráðs-
limur í Tórshavnar býráð 3
setur frá 1974, samstundis
sum hann var løgtingslimur
fyri Fólkaflokkin.
Íðin golf- og badminton-
spælari og harumaður í
nógv ár, men er tó nú givin
við hesum.
Føðingardagurin verður
hildin í summarhúsinum
"Puk" í Gilleleje, ið Essa og
Lydia hava havt gleði av
síðani 1959.
Í dag, hósdagin 9. juni,
verður Olivia Hansen í
Saltangará 85 ár. Liva er
ættað úr Saltangará, og har
hevur hon búð mest sum
alla sína tíð.
Foreldrini hjá Livu vóru
Tina, sum var ættað úr
Havnini, og Sámal, sum var
ættaður av Vollanum á
Glyvrum. Tey fingu tíggju
børn - seks gentur og fýra
dreingir - og Liva var næst-
yngst. Tina doyði í 1956, og
Sámal doyði í 1960.
Sum ung genta tænti Liva
á Toftum. Fyrst var hon hjá
Sannu og Andreasi í Túni,
og seinni var hon hjá Jonu
og Akseli Skaale. Í báðum
húsunum var tað, sum so
nógva aðra staðni, kúgv og
seyður, so umframt tað,
sum nú á døgum verður
roknað at hoyra til húsar-
haldið, hevði Liva eisini
við hoygging, mjólking og
alt annað í tí sambandinum
at gera.
Aksel Skaale hevði post-
útberingina á Toftum. Tað
bar við sær, at posturin
skuldi berast út á Toftum,
Saltnesi, Nesi og eisini í
Æðuvík. Aksel arbeiddi
sum timburmaður. Tí lá tað
ikki altíð fyri hjá honum at
ganga við posti, og so
hjálptu hini í húsinum til.
Eisini Liva plagdi at ganga
við posti, og tað vildi eisini
siga, at hon einsamøll fór
gjøgnum hagan og til Æðu-
víkar.
Liva giftist við Jústinus
Hansen, sum er ættaður úr
Túni á Toftum. Foreldrini
hjá honum vóru Sigga, sum
var ættað úr Svínoy, og
Hanus ella Hanneba í Túni.
Tey doyðu ávikavíst í 1935
og 1937.
Tá ið Liva og Jústinus
settu búgv, vóru húsini púra
einsamøll ovarlaga í Heið-
unum. Nú er nógv bygt
rundanum hjá teimum, og
húsini eru mest sum mitt í
býnum.
Liva hevur avgjørt hoyrt
til tey friðarligu í landinum.
Hon og Jústinus fingu tvey
børn - Signhild og Svend -
og sum tær flestu mammur-
nar og konurnar tá í tíðini,
so var hon heima hjá børn-
unum, meðan Jústinus ar-
beiddi hjá D. P. Højgaard.
Tá ið børnini vóru und-
ankomin, vaskaði Liva í
fleiri ár á posthúsinum í
Saltangará. Henni hevur
altíð dámað væl at vitja
tiltøk, sum hava verið í Sal-
tangará, og hon er fram-
vegis løtt upp á sporið.
Signhild giftist til Fugla-
firðar við Kára Zacharias-
sen. Tey eiga trý børn. Fyri
Livu og Jústinus og alla
familjuna kendist tað ógvu-
liga sárt, tá ið Signhild
gjørdist sjúk og bara 55 ára
gomul andaðist í 1999.
Svend giftist við Annu
Joensen, sum er ættað úr
Gøtu. Tey búgva í Saltang-
ará, og tey eiga seks børn.
Føðingardagin er Liva hjá
ommudóttrini í Gøtu.
Hjartafelagið er eitt áhuga-
felag, sum m.a. hevur til
endamáls at upplýsa og
leiðbeina um hjartasjúkur,
og at eggja til fyribyrgingar
av teimum við at stuðla og
seta í verk heilsufremjandi
uppalingarvirksemi.
At stuðla vísindaligari
gransking av sjúkum í
hjarta og blóðrensli, atvold-
um teirra, fyribyrging og
viðgerð.
Nevndin í Hjartafelag-
num er nú henda:
Sólvá Dam, formaður;
Leivur Johannesen, næst-
formaður;
Marita
A.
Magnussen, kassameistari;
Ása Poulsen, skrivari; Heð-
in Thomsen, nevndarlimur,
og Esmi Olsen, tiltakslimur
og Holger Hansen, tiltaks-
limur.
Hjartafelagið hevur sein-
astu 17 árini havt tiltøk
ymsa staðni í Føroyum, har
hildið hava verið fyrilestrar
og fólk hava havt høvi at
blíva kannað, m.a. blóð-
trýst, blóðsukur og koleste-
rol. Hesi árini eru fleiri enn
5000 fólk kannað.
Næsta mál hjá Hjartafe-
lagnum, er at fáa eina
heimasíðu við m.a. ymisk-
um upplýsandi tilfari.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at
kæra kona, móðir, vermóðir og omma okkara
Henrietta Frederikka Skeel Kirke
(Jetta), fødd Vang
Kaldbak
andaðist á Landssjúkrahúsinum
mánadagin 6. juni, 62 ára gomul.
Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum
hósdagin kl. 16.
Jarðarferðin verður úr Nazaret í Kaldbak
fríggjadagin kl. 14.
Vegna tey avvarðandi
Álvur
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara góða systir, svigarinna, fastir,
abbasystir og langabbasystir
Anna Elisabeth Jacobsen
Tórshavn
andaðist mánadagin 6. juni, 81 ára gomul.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum
hósdagin kl. 14.00.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
fríggjadagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Herluf og Mina
Olivia Hansen 85 ár
Yvirlækni Arge 80 ár
Hjartafelagið havt aðalfund
Dagurin
9. juni. Primus, deyður umleið ár 300. Hann var
rómverji. Hann og bróðir hansara, Felicianus vórðu
illa píndir og tiknir av døgum. Primus merkir tann
fyrsti.
www.sosialurin.fo