Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 107 - 9. juni 2005 30% fleiri ferðafólk sigldu við Norrønu í mai í ár enn í fjør, tá ið talið av ferðafólki annars setti met SIGLING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á Smyril Line vita tey at siga, at mai mánaði roynd- ist góður, tá ið ræður um talið av ferðafólki. Hendan mánaðin setti Norrøna nevniliga met, tá ið hon flutti tilsamans 23.094 ferðafólk millum londini. Gamla metið fyri mai var annars í 2004, tá ið Norrøna flutti tilsamans 16.087 ferðafólk. Vøkstur- in í mai mánaði í ár er tískil eini 30% í mun til sama mánaða í fjør, og tað fegn- ast tey á Smyril Line rætti- liga um. - Longu nú sæst, at talið av ferðafólki í juni mánaða í ár eisini verður munandi hægri enn í juni 2004. Á Smyril Line siga tey, at tað enn er ov tíðliga at gera neyvari metingar um, hvussu juni mánaði fer at roynast, men útlitini eru góð. Eftir at hava verið í tungum sjógvi, sær betur út, nú ferða- fólkatalið við Norrønu setir met HUGNALØTA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Systrarnar, Monika Stauss Joensen og Andrea Stauss Hofmann, fara at undirhalda við klassisk- um tónleiki, Jóannes Elia- sen fer at greiða frá søg- uni aftanfyri Bátasavnið í Leirvík, og Jógvan Høj, stjóri á Norðfra, fer at greiða frá teimum fiska- vørum, sum virkið fram- leiðir – og bjóða smakki- royndir. Komandi leygardag verður hugnaløta í Báta- savninum hjá Osmundi Justinussen í Leirvík. Á løtuni, sum byrjar klokk- an 19, verður nógv áhuga- vert á skránni; klassiskur tónleikur, frágreiðing um søguna aftanfyri savnið, og somuleiðis verður kunnað um føroyskar fiskavørur. Tað verða sveisisku systrarnar, Monika Stauss Joensen, sum býr í Leir- vík og Andrea Stauss Hofmann, sum fara at undirhalda við violin og klaveri. Jóannes Eliasen fer at greiða frá søguni aftanfyri Bátasavnið - og hesa søgu kennir hann væl, tí tað var pápi hansara, Klæmint Eliasen og Elias Eliasen, sum í sínari tíð bygdu húsið sum turkihús. Úr Norðoyggjum kem- ur Jógvan Høj, stjóri á fiskavirkinum, Norðfra í Norðdepli. Hann er royndur innan hesa vinnu, sum hann at kalla er upp- vaksin við í Árnafirði, har pápin, John Høj, hevur havt fiskavirki ein hálvan mansaldur. Á hugnaløtuni fer Jógv- an at greiða frá teimum vørum, sum Norðfra virk- ar, og høvið verður eisini til smakkiroyndir í steðg- inum. Monika og Andrea Monika Stauss Joensen er eitt kent navn innan klass- iskan tónleik í Føroyum, og longu sum sjey og átta ára gamlar byrjaðu musi- kalsku sveisisku systrar- nar at spæla ávikavist violin og klaver. Sum stórar smágentur bergtóku tær fólk við áhuga fyri kamartónleiki í Zurich. Hvørt summar spæla tær saman á ymiskum støðum í Sveits, og nú í summar fara tær at hava konsert í heimlandinum, heilt har suðuri móti markinum til Italiu. Tær eru eisini bidnar um at spæla á einum sveisiskum luksushotelli í døgunum, 1.-6. august, og tað er júst í hesum sambandi, at Andrea, sum annars er organistur í sveisiskum kirkjum og undirvísir børnum í tónleiki, er í Føroyum og vitjar systir sína. Úr Leirvík siga tey, at øll eru vælkomin í Báta- savnið, leygardagin kl. 19. Tað lýsir í: Norröna setir met í ferðafólkatali Monika Stauss Joensen hevur havt nógvar frálíkar framførslur í Bátasavninum hjá Ossa Vilmund Jacobsen Hugnaløta við tónleiki, frá- sagnum og smakkiroyndum Jógvan Høj, stjóri á Norðfra, fer at greiða frá sínum fiskavørum og bjóða smakkiroyndir Mynd: Vilmund Jacobsen - Tá ið Fiskirann- sóknarstovan fyri einum ári síðan skuldi gera sítt til- mæli til landsstýrið, var upp á tal at mæla til ymiskar niður- skurðir í veiðini hjá ávísum skipabólkum, men hetta varð so ikki gjørt í hesum føri. Óhugsandi er ikki, at tað verður gjørt í ár, sigur Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknar- stovuni RÁÐGEVING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo ICES er komið við sínum stovnsmetingum og ráð- geving um fiskastovnarnar, og hesar metingar fevna eisini um fiskastovnarnar undir Føroyum. Fiski- rannsóknarstovan er við í arbeiðnum hjá ICES, og hon er eisini umboðað í ráðgevandi nevndini hjá felagsskapinum. Niðurskurðirnir í ráðgev- ingini hjá ICES eru stórir, bæði tá ið ræður tosk, hýsu og upsa, sum eru tey týdn- ingarmiklastu fiskasløgini hjá okkara feskfiskaflota. Um eina viku Sambært lógini um vinnu- ligan fiskiskap, skal Fiski- rannsóknarstovan í seinasta lagi, 15. juni, lata lands- stýrinum sítt tilmæli um veiðina undir Føroyum fyri komandi fiskiár. Tá ið stovnurin er um- boðaður í ICES, er ikki undarligt, at tilmælini hjá Fiskirannsóknarstovuni plaga at liggja nær ráð- gevingini hjá altjóða fe- lagsskapinum, sum eisini hevur føroysk "data" við í sínum metingum. - Vanligt er, at vit brúka ráðgevingina hjá ICES sum útgangsstøði undir okkara metingum, sigur leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu. Hann vísir á, at niður- skurðirnir í veiðini eftir toski, hýsu og upsa, sum ICES mælir til, eru ógvus- ligir, men hesir byggja á tær metingar og teir veru- leikar, sum ráðgevandi stovnurin hevur at halda seg til. Ymiskir skurðir Hjalti sigur, at tá ið Fiski- rannsóknarstovan fyri ein- um ári síðan skuldi gera sítt tilmæli til landsstýrið, var upp á tal at mæla til ym- iskar niðurskurðir í veiðini hjá ávísum skipabólkum, men hetta varð so ikki gjørt í hesum føri. - Nú tilmæltu niður- skurðirnir eru so stórir, fara vit at hyggja upp á hesi viðurskiftini av nýggjum. Hann vísir á, at enn er ein vika eftir, til tilmælini hjá stovninum skulu latast landsstýrinum, og tí dugir hann ikki við vissu at siga, um stovnurin fer at mæla til ymiskar niðurskurðir – ella sum vanligt hevur verið; at niðurskurðirnir verða yvir ein "kamb", sum hann tek- ur til. - Tað er ikki óhugsandi, at tilmælini í ár verða ymisk fyri einstøku veiði- bólkarnar, sigur Hjalti í Jákupsstovu. Lesið aðrastaðni í blað- num um stovnsmetingarnar og ráðgevingina hjá ICES. Hjalti í Jákupsstovu: Ikki vist at niður- skurðirnir verða yvir ein "kamb" - Fiskirannsóknarstovan brúkar vanliga metingarnar hjá ICES sum grundarlag fyri síni tilráðing til landsstýrið, sigur Hjalti í Jákupsstovu Mynd: Vilmund Jacobsen