Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 9. juni 2005 15 UTTAN ÚR HEIMI Vánaligt tolleftirlit Tað hevur vakt stóran ans í USA, at tolleftirlitið ikki steðgaði einum manni, sum kom alvápnaður úr Kanada fyri tveimum mánaðum síðani. Dagin eftir drap maðurin tvey fólk. Amerikanskir fjølmiðlar skriva, at tann 22 ára gamli Gregory Despres hevði eina øks, ein knív og eina blóðdálkaða motorsag við sær, tá hann kom til markið við býin Calais í statinum Maine. Kortini lótu tollarar- nir hann sleppa inn um markið. Dagin eftir vórðu ein 72 ára gamal tónleikari og kona hansara funnin myrd í New Brunswick, og kanningar hjá løgregluni vístu, at tað var Gregory Despres, sum hevði myrt tey. Talsmaðurin hjá amerikanska marknaeftirlitinum, Bill Anthony, sigur við AP, at tann 22 ára ganmli mað- urin bleiv ikki steðgaður, tá hann kom úr Kanada, tí hann var amerikanskur ríkisborgari. Harafturat hevði eftirlitið ikki fingið boð um at taka hann ella at halda honum aftur, sigur talsmaðurin. Ísraelsmenn njósnast Í seinastuni hava ísraelsku myndugleikarnir avdúkað fleiri dømi um, at ísraelskar fyritøkur hava njósnast ímóti hvør aðrari, men nú er komið fram, at summar ísraelskar fyritøkur eisini njósnast uttanlands. Tað seinasta dømið er, at sveisiska fíggingarfyritøk- an Sinitus hevur skuldsett ísraelsku fyritøkuna Matara fyri njósning. Sveisiska fyritøkan hevur millum annað fíggjað fleiri sendistovubygningar í Afrika, og ísra- elsku myndugleikarnir halda, at Matara kann hava út- vegað sær loyniligar upplýsingar um trygdina á sendi- stovunum. Verri er, at fyritøkan kann hava selt øðrum, eitt nú yvirgangsfelagsskapum, upplýsingarnar, skriva ísraelsk bløð. Fyribils eru ellivu fólk tikin í sambandi við málið, men ein talsmaður hjá ísraelsku løgregluni sigur, at uppeftir fleiri fólk verða væntandi tikin í næstum. Myndugleikarnir rokna eisini við, at teir fara at avdúka fleiri dømi um ísraelska ídnaðarnjósning innanlands eins væl og uttanlands. Yvirtaka USA Talið á latínamerikanarum veksur so skjótt í USA, at um fimm ár verður triði hvør amerikanari av latínamerik- onskum uppruna. Í løtuni eru teir umleið 40 milliónir í tali, og teir fáa al- tsamt størri og størri vald og ávirkan. Eitt nú er ovastin í løgmálaráðnum, Alberto Gonzales, av latínamerik- onskum uppruna, og tað sama er at siga um borgarstjóran í stórbýnum Los Angeles, Antonio Villaarigosa. Haraft- urat eru fleiri senatorar, kongresslimir og kendir vinnu- lívsmenn latínamerikanarar, og fleiri amerikanarar halda, at latínamerikanararnir eru í ferð við at yvirtaka landið. Amerikanskir politikarar hava eisini fingið eyguni upp fyri, at tað er umráðandi at hava góð viðurskifti við teir nógvu latínamerikanararnar. Undir valstríðnum upp undir seinasta forsetavalið legði George W. Bush stóran dent á teir latínamerikonsku veljararnar, og tað kom honum til góðar í Kalifornia, har nógvir latínam- erikanarar búgva, skrivar AP. Fyri fýra árum siðani fekk Bush 35 prosent av atkvøðunum í Kalifornia, men hesaferð fekk hann 40 prosent. Kinesarar keypa Tann stóri búskaparframburðurin í Kina hevur fingið fleiri kinesiskar fyritøkur at venda eygunum úteftir. Kinesarar hava millum annað áhuga í útlendskum olju- feløgum, og teir ætla sær at brúka næstan 40 milliardir krónur til at keypa oljufeløg fyri í ár. Nú hevur almenna kinesiska oljufelagið, CNOOC, sagt seg vera hugað at keypa amerikanska oljufelagið Unocal. Amerikanska felagið, sum varð stovnað í 1980, er eitt av teimum gomlu feløgunum í oljuvinnuni. Felagið eigur millum annað oljurættindi í Angola, men kinesarar hava serliga hug á rættindunum, sum felagið eigur í Singapore og Teilandi, skrivar Bloomberg-tíðindatænastan. Tað er kortini iikki vist, at kinesarar sleppa at keypa Unocal. Chevron hevur boðið næstan 90 milliónir krónur fyri felagið, og tí noyðast kinesarar at bjóða meiri, skulu teir fáa Unocal. Kina hevur longu 65 samstarvsavtalur við ymisk olju- feløg kring heimin, og teir eru til reiðar at gjalda nógv fyri at fáa egin rættindi uttanlands, skrivar Bloomberg. 13 kubanar royndu at flýggja til USA í ein- um 56 ára gomlum hýruvogni, sum var umbygdur, so hann kundi sigla SJÓFERÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Bilurin ella báturin var góðar 15 fjórðingar úr strondini í Florida, tá am- erikanska sjóverjan varnað- ist hann. Tey trettan fólkini í bilinum sýttu fyri at fara út, og tey skrúvaðu rútarnar aftur, so sjóverjumenninir skuldu ikki sleppa inn eftir teimum. Tey vórðu kortini tikin og verða helst send aftur til Kuba. Farið, sum kubanararnir royndu at flýggja til USA í, var ein 56 ára gamal hýru- vognur av slagnum Mer- cury. Sum myndin vísir, var hann umbygdur framman, so hann líktist einari sam- anrenning av einum bili og einum báti. Hetta er ikki fyrstu ferð, at kubanar hava roynt at at sleppa til USA í umbygd- um bilum. Fyri tveimum árum síðani steðgaði amer- ikanska sjóverjan einum Chevrolet-lastbili frá 1951, og í fjør bleiv ein Buick frá 1959 steðgaður, áðrenn hann kom inn at amerik- onsku strondini. George W. Bush hev- ur lovað at lata fýra milliardir krónur aft- urat til Afrika, men tað var nógv minni, enn Tony Blair bað um AFRIKA-HJÁLP Árni Joensen fartekst@mail.dk Bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, hevur eina ætl- an. Eina stóra ætlan. Hann hevur sett sær fyri, at tey ríku ídnaðarlondini skulu taka seg saman um eina nú- tímans Marshall-hjálp, sum skal hjálpa teimum afrik- onsku londunum burtur úr fátækradømi. Tí fátækra- dømi er rótin til alt ilt í Afrika, sigur Blair. Tann 6. juli hittast leiðar- arnir í teimum ríku londun- um í Skotlandi, og tá ætlar Blair at leggja ætlan sína fyri teir. Men hann hevur gjørt av at lodda dýpið fyrst. Tí var hann í Washington og tosaði við George W. Bush um ætlan sína, men Bush var ikki so hugaður fyri hugskotinum. Hann lovaði, at Afrika skal fáa fýra milli- ardir krónur eyka burtur av einari játtan, sum longu stendur á fíggjarlógini. Hjálparfelagsskapir funn- ust í gjár hvassliga at av- gerðini hjá amerikanska for- setanum. Jonathan Glennie, sum starvast hjá bretska felagsskapinum Christian Aid, segði við Reuters, at svarið frá Bush vísir, at eingin álvari er aftan fyri orð hansara um at berja fá- tækradømið í heiminum niður. - Fýra milliardir krónur er sum ein dropi í havinum sammett við tað, sum Afrika tørvar, segði Jonathan Glennie. Ætlanin hjá bretsku stjórnini er, at ein nútímans Marshall-hjálp skal útvega Afrika ímillum 25 og 50 milliardir dollarar um árið. Blair hevur sagt, at tey ríku londini eiga at lata 0,7 pro- sent av sínari bruttotjóðar- framleiðslu til menningar- verkætlanir. Tað fer hann at biðja londini um, tá leiðar- nir hittast í Skotlandi í næsta mánað. Fyribils er tað bara Bush, sum hevur sagt nei. Men Blair gevst ikki so, og í næstum skal hann tosa við leiðararnar í Týsklandi, Fraklandi og Russlandi um spurningin. Flýddu í flótandi hýruvogni Bush tók ikki undir við Marshall-hjálpini hjá Blair Tony Blair hevur sett sær fyri at skipa eina nútímans Marshall-hjálp, sum skal beina fyri fátækradøminum í Afrika Ein bátur hjá amerikonsku sjóverjuni hevur lagt upp á síðuna av bilbátinum