Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 107 - 9. juni 2005 Sum partur av fyrsta handilsdegnum, læt Damor 75 atgongu- merki til fyrstu kundarnar NÝGGJUR HANDIL Jákup Mørk Lýsingarnar vóru í flestu miðlunum í gjárkvøldi. 75 teir fyrstu kundarnir, sum keypa fyri meira enn 1.000 krónur, fáa eitt atgongu- merki til landsdystin afturat vøruni, sum teir hava keypt. Og tað var eisini fitt av fólki, sum hevði lagt lýs- ingina til merkis. Áðrenn dyrnar vórðu lætnar upp, var fitt av fólki at síggja, og flestu av hesum keyptu eisini fyri meira enn túsundkrónuseðilin, sum kravdist, um atgongumerki skuldi fylgja við. Fyrstur at fáa vøruna um diskin var Hans Jacob Heinesen úr Havn. - Eg skuldi kortini hava fatur á eini blandimaskin- um, og so kundi eg jú akku- rát tað sama keypa hana her, helt hann, tá hann væl nøgdur tók ímóti atgongu- merkinum. Og blandimaskinan verð- ur helst eisini tikin í nýtslu skjótt. Hans Jacob er ein av teimum mongu, sum nú fara undir at byggja hús í Hoyvíkshaganum Suður, og so er slík maskina jú hent at hava. Kappast um prísin Per Joensen, sum er stjóri á Damor, sigur, at teir við nýggja handlinum vilja royna at gerast partur av marknaðinum fyri byggi- tilfar og tað, sum har til hoyrir. - Vit fara framhaldandi at hava opið á Argjum, og tann handilin er jú als ikki tann sami, sum hesin. Men við hesum koma tit kanska fyrst og fremst at taka upp kappingina við stóru timburhandlarnar. Eru tað ikki tungir kapp- ingarneytar at hava. - Sjálvandi. Men vit rokna við, at tað fer at bera til. Fyrst og fremst, so satsa vit upp á at hava góðar prísir. Tú sært jú eisini, at talan her meira er um eina goymslu enn um ein veru- ligan handilsbygning. Vit royna í allar mátar at halda kostnaðinum niðri, soleiðis at vørurnar á tann hátt gerast bíligari hjá kundan- um, heldur Per. Atgongu- merki sum avsláttur Omanlop við Gjógv Tað verða fyrst og fremst við lágum prísum, at Damor nú fer at taka upp kappingina á byggimarknaðinum Mynd: Jens Kristian Vang Tíðliga týsmorgunin var omanlop oman móti vegnum til Gjáar, omanfyri Funning. Stórir og smáir steinar komu bóltandi oman ímóti vegnum, men tíbetur hendi eingin skaði OMANLOP eydna@sosialurin.fo Tað kundi lættliga havt endað galið, men lukkutíð hendi omanlopið so tíðliga, at ferðslan framvegis ikki varð byrjað. Ein rættiliga stórur stein- ur og fleiri smærri komu brádliga bóltandi oman móti vegnum. Umframt tað, vóru eisini aðrir stórir steinar, sum ikki komu heilt oman ímóti vegnum, men tíbetur steðgaðu í einum gili omanfyri. Lukkutíð kom eingin steinur á vegin, tí tað hevði stongt vegin. Fram við hesum vega- strekkinum er sera brætt, og javnan koma smáir steinar oman á vegin, ser- liga tá tað toyar um várið. Tað er sera sjáldsamt, at størri omanlop sum hetta eru, men vandin er tó altíð á ferð. Omanlopini saman við nógva kavanum og hálkuni um veturin ger, at gjáarfólk bíða ótolin eftir einum bergholi, so farleiðin til bygdina gerst tryggari. OLJUMENNING Jan Müller Jan@sosialurin.fo Føroyska oljufelagið At- lants Kolvetni, sum nakað herfyri keypti seg inn í fleiri oljufelt í Norðsjónum, hevur nú tikið enn eitt týðandi stig at gerast eitt veruligt oljufelag. Nú er farið undir at menna eitt av hesum feltum, Chestnut Fiaeld. Tað er bretska oljufelagið Venture Pro- duction, sum er fyri- støðustøðufelag og har- við stendur á odda fyri menningini av feltinum. Fyrsta oljan frá Chest- nut gerst veruleiki í 2007. Eisini menningin av einum øðrum felti, Perth gongur framá. Wilhelm Petersen, stjóri sigur, at við nýggj- astu tilgongdini á Chest- nut feltinum hevur At- lants Kolvetni tikið eitt týðandi stig víðari at gerast eitt veruligt olju- framleiðandi felag. – Vit kenna okkum tryggar við teir samstarvspart- arnar vit hava fingið og at her er talan um eitt búskaparliga skilagott projekt. Tann tøkni, sum verður brúkt og menn- ingin sjálv sannførir okkum um, at vit fara at vinna pengar úr at menna smærri olju- og gassfelt. Atlants Kolvetni á miðvísari kós: Skjótt eitt framleiðandi oljufelag Wilhelm Petersen, stóri í Atlants Kolvetni fegnast um gongdina hjá felagnum, sum hann heldur vera sera skilagóð Myndatekstur: tíbetur var eingin bilur á vegnum, tá m.a. hesin stóri steinurin kom bóltandi oman av fjallasíðuni Mynd: Sofus Debes Johannesen