Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 181 - 21. september 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Jústinus Eidesgaard John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Illa er mett Týsdagin legði landsstýrið fram eina eyka- játtan afturat. Tá henda eykajáttanin er samtykt, eru tilsamans játtaðar 112 milliónir krónur á eykajáttanum í ár. Enn eru tríggir mánaðir eftir av árinum, og tað kann lætt- liga henda, at upp aftur meiri verður játtað, áðrenn árið er farið. Tað er gott, at skipanin við eykajáttanum er komin í eina fasta legu, so vit vita, hvussu nógv tey ymisku máls- økini, og teir ymisku stovnarnir, kosta at reka. Men tá tað er sagt, skal leggjast afturat, at tað er illa mett, tá tað hevur verið neyðugt at játta meiri enn hundrað milliónir krónur afturat í árinum. Nú verður upplýst, at í nógvum førum er talan um lógarbundnar útreiðslur, og hesum slepst ikki undan at játta pening. Júst tá talan er um lógarbundnar útreiðslur, átti at borið til at rokna eitt sindur neyvari. Vit vita talið av t.d. fyritíðarpensjónistum, og vit vita, hvussu nógv teir fáa, so tað skuldi ikki verið so ringt at rokna út. Í øllum førum hevði ein av teimum „gomlu bóhkhaldarunum“ klára paragraffirnar, sum fíggjarleiðarar við teld- utøkni og alskyns programmum hava torført við at klára. Hinvegin kunnu vit ikki vara okkum ímóti óvæntaðum útreiðslum. T.d. er neyðugt at økja játtanina til banaforsorg. Barnaverndin krevur meiri pening, tí so nógv børn eru illa fyri. Hetta ljóðar óhugnaligt og sjálvandi skal peningur játtast at fáa slík viðurskifti upp á pláss. Áhugavert hevði verið at fingið at vita, hvat bagir. Arbeiðsloysið er minkað, og tey flestu hava aftur fingið arbeiði. -Er talan um vánaliga bústaðarviðurskifti, mis- brúk, drukk ella havt? Annars varð við spenningi hugt eftir, um uppskot varð um at játta dagpeningaskip- anini meiri pening. Vit minnast, at lands- stýrissamgongan feldi andstøðuuppskotið at broyta lógina um dagpening, so tímalønt eisini fingu dagpening frá fyrsta degi. Grundgevingin var, at bíðast skuldi eftir arbeiðnum hjá eini nevnd, sum skuldi endurskoða hesi viðurskifti. Enn er eingin frágreiðing komin, og enn eru tímalønt fyri vanbýti, um vit samanbera við fólk í føstum arbeiði. Ein skamblettur fyri okkara væl- ferðarsamfelag. Spurningurin er altíð, hvussu vit raðfesta og hvat hava vit ráð til. Peningurin floymir inn í landskassan og yvirskotið verður helst aftur í ár meiri enn ein hálv milliard krónur. Sjálvandi skulu vit hava rygg at standa ímóti, so ov nógvur peningur ikki fer í umfar, men sosialir skeiv- leikar eiga vit at rætt. Men higartil kunnu vit staðfesta, at hetta landsstýrið hevur ikki raðfest sjúkratrygdina hjá vanliga føroying- inum serliga høgt! Viðmerking: »Múttarí« á løgtingsskrivstovuni Rokning til skattaborgaran kr. 400.000! Tann 19. september varð eitt søguligt uppskot lagt fram á ting. Landsstýrið b iður um eina eykajáttan upp á kr. 400.000. Orsøkin fyri hesum upp- skoti er dokumenterað í hesi grein. Hon er í sínum ein- feldi tann, at landsstýris- málanevndin hevur tikið eitt mál til viðgerðar viðvíkj- andi umsitingina av ávísum almannamálum. Men nevndin sum letst at hava eina slíka umsorgan fyri um Helena hevur fylgt galdandi reglum hevur í síni viðgerð av málinum ikki fylgt síni egnu reglugerð. Grundgevingin fyri at hetta ikki er gjørt er óhoyrd. Hon er samb. Edmund Joensen, at løgfrøðingarnir á løgtingsskrivstovuni hava noktað fyri at arbeiða samb. eina av nevndini samtykta starvsskipan. Grundgevingin hjá teim- um er eins einastandandi. Løgfrøðingarnir vilja ikki gera ta í starvsskipanini ásettu niðurstøður »tí hesar verða brúktar politiskt«. Til hetta er at siga, at niðurstøð- ur sum veruliga eru løgfrøð- isliga undirbygdar kunnu sjálvsagt tola eina og hvørja viðgerð. Og tað man vera her hundurin liggur grivin. Avrikini hjá løgfrøðingum tola nevniliga ikki at verða hildin upp ímóti ljósinum. Undirritaði havi fleiri ferðir dokumenterað hvussu teir í stríð við tær fremstu meginreglurnar fyri eitt fólkaræði hava lagt navn til eitt løgfrøðisligt grundarlag, sum skal frítaka landsstýr- ismenn frá skyldina satt at siga fyri tinginum. Ein av niðurstøðunum hevur verið, at tað ongan týdning hevur fyri viðgerðina av einum lógarmáli á tingi, at løg- maður/landsstýrismaður gevur tinginum løgfrøðis- ligar skeivar upplýsingar! Tað er upplagt at ein slík niðurstøða hvørki tolir pol- itiska ella aðra viðgerð. Tað sum er enn meira einastandandi er, at lands- stýrismálanevndin samb. formannin »hevur ásann- að«, at tað eru embætisfólk- ini hjá teimum sum við eini slíkari grundgeving avgera hvørt ein reglugerð skal fylgjast ella ikki. Hetta má so vera ein ásannan av, at landsstýris- málanevndin er komin í rasshaft av sínum mótstríð- andi arbeiðshátti. Og nú kemur rokningin til løgtingið: Meira enn tvær árslønir hjá arbeiðara fyri at staðfesta um nakrar kunn- gerðir eru í samsvar við til- svarandi lógir. Brot úr starvsskipanini hjá landsstýrismálanevndini $ 11 stk. 5 Nevndin ger síðan sína endaligu niðurstøðu av, hvørt hon heldur, at brot…er framt á lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Starvsskipanin er samtykt av nevndini 12.02.1999. Í 12 greinum ásetir hon heilt nágreiniliga manna- gongdina við viðgerðini av einum máli. Í gerðabókini hjá nevndini finst eingin samtykt um at starvsskipanin ikki skal fylgjast. Tað er ikki fyrr enn hetta málið er avgreitt, at nevndin er farin at viðgera broytingar í starvsskipanini. Men á heimasíðuni hjá landsstýris- málanevndini verður framvegis víst til upprunaligu starvsskipanina, og tá eingin onnur samtykt finst má tað vera hon sum er í gildi. Og samb. starvsskipanina er sum tað sæst eingin ivi um, at nevndin skal gera eina niðurstøðu. Og tað finst eingin áseting í starvsskipanini um, at viðgerðin skal enda við eini frágreiðing. Løgfrøðingarnir á løgtingsskrivstovuni gera »múttarí« (Edmund Joensen) greiðir frá, at tað ber ikki til at fáa løgfrøðingarnar á løgtingsskrivstovuni at koma við niðurstøðum, tí hesar verða brúktar politiskt, og tað vilja embætisfólkini hjá løgtinginum ikki vera við til. Tað er tí, at vit í landsstýrismálanevndini bert hava tveir møguleikar. Annar er at seta ein kanning- arstjóra og hin er at gera eina frágreiðing. Hetta er tann frágreiðing, sum Edmund Joensen herfyri gav í »Dimmalætting« um orsøkina til at starvsskipanin ikki verður hildin. Og hon er at løg- frøðingarnir á løgtingsskrivstovuni nokta at arbeiða eftir henni! Á øllum øðrum arbeiðsplássum vildi ein slík noktan ført til uppsøgn og burturvísing í stundini. Men landsstýrismálanevndin, sum umboðar »evsta vald« og sum er mannað av trimum fyrrverandi lands- stýrismonnum, letur seg siga! Slík undanstøkkin man vera søguliga og vildi, óneyðugt at siga, verið ómøgu- lig í einum tingi. Men letur seg opinbart gera í einum »tingi«. Allir 32 løgtingsmenn hava »passivt« góðtikið hesa óhoyrdu framferðina hjá landsstýrismálanevndini og hennara embætisfólki. Nú skal hvør einstakur taka persónliga støðu. So fáa vit at síggja hvør ið er »evsta vald«. Óli Jacobsen Tillukku Tordenskjold Bech Bert ein lítil føðingardags- heilsan til vinmannin, Tordenskjold Bech, sum rundaði dustsins ár 18. september. Mangan beiskan manst tú á havinum hava klovið- messudrongur á Smyrli 14 ára gamal, 12 ár kokkur við Norðfarinum úr Vági við Johan Godtfred og so við trolarum og línubátum. Tín lutur lá ongantíð eftir, heldur ikki tá ið tú vart í Kanadavið Bresti við Ejler Jacobsen og lærdi kanadiu- menn at fiska við línu. Nú hendan dagin sá eg teg so bragdligan, hvíttklædd- an við líggja, tú sló sum ein unglingi. Tordenskjold er sonur Petur Karl av Rananum í Trongisvági, jarnsmiðjur, jarðarbrúkari og seyðamað- ur. Nr. 11 í røðini var hann a 12 systkum. Tá ið hann var borin í heim, hevði hann eina tonn í munninum og pápin helt, at slíkur drongur átti at fáa eitt kraftmikið navn. Tordenskjold líkaði væl navnframa navna og vin sín í Trondheimi, hin víða gitna herovastan í danska krígs- flotanum og hann plagdi at taka til ørindi: „Hos hans far i Trondhjem stod, gik de alle frem på rad, døtre seks og sønner tolv, men kun en blen Tordenskjold“. Vinir tykkara, teir eru nógv- ir, takka Miu og tær fyri mangar hugnaligar og fróð- ar løtur. Ljós liggi tykkum fram- tíðarleiðin og happadrúgv Hjørleif Tunfiska - ævintýrið hjá føroyingum liðugt –Fiskiskapurin hjá tunfiskaskipunum undir Føroyum er bara versnaður seinastu árini. Í ár er púra onki at fáa og nú haldi eg at tað er liðugt, sigur Guttormur Djurhuus, sum hevur verið vísindaligur eygleiðari við tunfiskaskipi øll árini ÁKI BERTHOLDSEN Tunfiskurin undir Føroyum verður ikki ta ævintýr, ið summi høvdu vónað. Tvørturímóti tikist, sum um ævintýrið er liðugt, longu áðrenn tað er byrjað. Tað er í hvussu so er nið- urstøðan hjá Guttormi Djur- huus. Fáur kennir meiri til fiski- skapin eftir tunfiski undir Føroyum, tí hann hevur øll fýra árini, tunfiskur er fisk- aður undir Føroyum, verið vísindaligur eygleiðari um- borð á tí eina av skipinum, tí japanska skipinum, Koei Maru 58. Hann er júst farin nýggjan túr við skipinum fyri at fáa minkaður í stórum á hvørj- um ári, síðani vit fóru undir fiskiskapin undir Føroyum fyri fýra árum síðani. –Skipið, sum eg havi ver- ið við, fekk góð 100 tons í 1997, 61 tons í 1998, bara 38 tons í fjør og higartil í ár hevur tað ikki fingið meiri enn eitt hálvt tons. Trý japansk skip hava fiskað tunfisk undir Føroy- um hesi árini og tilsamans fingu tey 225,5 tons undir Føroyum í 1997, í 1998 fiskaðu tey 173,9 tons, í 1999 fingu tey ikki meiri enn 107,6 tons. Men í ár hevur bara tað eina skipið, Koei Maru 58, verið undir Føroyum og tað hevur, sum sagt bara fingið 500 kilo. Samstundis, sum nøgdin er minkað, hevur støddin á fiskinum eisini verið mink- andi hvørt ár. Tvey onnur skip fiska tunfisk undir Føroyum, Sel- nes av Tvøroyri og Leit- isstein úr Hósvík. Tað ber ikki til at fáa at vita, hvussu nógv tey skip- ini hava fiskað. Men tað skilst, at hjá teimum hevur verið minst líka vánaligt sum hjá Koei Maru 58. Tunfiskavertíðin undir Føroyum endar um mánað- arskiftið oktober, november. – Sjálvandi kann eitt undur henda hendan síðsta mánaðin av vertíðini, sum um endan á hesi vertíðini eisini. Hann sigur, at eftir at hava fylgt við gongdini hesi seinastu árini, er hann kom- in til ta niðurstøðu, at tað er liðugt við tunfiska-fiski- skapinum undir Føroyum. Hendan niðurstøðan er uttan iva eitt stórt vónbrot hjá mongum, tí tey eru ikki so fá, sum hava mett tann sera virðismikla tunfiskin sum eitt munandi íkast til vanliga fiskiskapin og sam- felagsbúskapin sum heild. Minkaður hvørt ár Guttorm Djurhuus sigur, at úrslitið av fiskiskapinum eftir tunfiski undir Føroyum vísir, at fiskiskapurin er kann pynta tølini í ár eitt sindur, sigur Guttormur Djurhuus. – Men tað er onki, sum bendir á, at tað fer at hendir nøkur broyting hendan síðsta mánaðin verður, leggur hann afturat. Í øllum førum væntar hann ikki, at fiskiskapurin í ár verður meiri enn helvtin av fiskiskapinum í fjør, í besta føri. Stovnurin ovfiskaður Guttormur Djurhuus sigur, at hann er sannførdur um, at gongdin undir Føroyum er ikki bara tilvildarligir munir í fiskiskapinum, sum kunnu koma fyri frá ári til ár. –Afturgongdin hevur nú vart í fleiri ár á rað og eg ivist ikki í, at hetta er ein avleiðing av, at tunfiska- stovnurin er ovfiskaður í so stóran mun, at tað nú er onki eftir. Sostatt er hansara niður- støða at tað er liðugt við tí føroyska tunfiskafiskiskap- inum, í hvussu so er fyribils. – Nær fiskiskapurin kann takast uppaftur, veldst um, hvussu skjótt stovnurin kann verða mentur aftur. Guttormur Djurhuus sig- ur, at hetta samsvarar væl við niðurstøðuna hjá einum fronskum tunfiskaserfrøð- ingi, sum longu í 1995 segði, at blivu ikki tiltøk sett í verk beinanvegin fyri at verja stovnin, beyð honum ikki bøtir. –Hóast hesar ávaringar, hendi onki, og avleiðingar- nar síggja vit nú, sigur tann vísindaligi tunfiskaeygleið- arin hjá Fiskirannsóknar- stovuni. Higartil hevur fiskiskap- urin undir Føroyum bara verið royndarfiskiskapur. Var tunfiskurin nakrantið nakað at byggja á, tá ið hann varð uppfiskaður á royndarstigi, longu áðrenn tann veruligi fisksikapurin byrjaði? –Nú eru vit ikki teir ein- astu, sum fiska tunfisk. Tun- fiskurin undir Føroyum er av tí eysturatlantiska stovn- ininum, sum gýtir í Mið- jarðarhavinum og vestan- fyri Afrika og sum síðani ferðast norðureftir og eisini kemur undir Føroyar. Og hesin stovnurin verð- ur rættiliga tráðroyndir, bæði av japanarum, portu- guisarum, spaniólum itali- enarum og øðrum, sum fiska bæði við línu og við nót. –>Eitt nú verður rættiliga nógvur gýtingarfiskur fisk- aður við nót í Miðjarðarhav- inum. – Tað einasta, sum vit hava gjørdu, tá ið vit fóru undir at fiska tunfisk, var at skumpa eitt lítið sindur eina óhepna gongd, sum langt síðani var byrjað. Altjóða felagsskapurin, ICCAT, hevur átikið sær at umsita tunfiskin, men hann hevur heldur ikki megnað at varðveita stovnin, sigur Guttormur Djurhuus. – Men so er tað eisini tað, at tunfiskurin er so ómeta- liga virðismikil. Og ein stovnur, har fiskurin er upp í 500 krónur verdur fyri kilo, hevur dømt seg sjálvan til deyðis, tí tá verður royndin so hørð, sigur Gutt- ormur Djurhuus. Hann leggur afturat, at tann vánaligi fiskiskapurin er ikki bara undir Føroyum. Støðan er tann sama alla aðrastaðni, bæði undir Ís- landi, á Hattonbanka á Flemish Cap og aðrastaðni. Men nú eru nakrir fáir fiskar fingnir suður av Munkagrunninum og tí fer Koei Maru 58 at royna eina- ferð enn. Tað føroyska tunfiskaævintýrið endaði, áðrenn tað rættiliga byrjaði. Royndarfiskiskapur hevur verið í fýra ár, men nøgdin er minkað í stórum hvørt ár. Og í ár hava bátarnir drigið svart ÁKI BERTHOLDSEN Átta teir fyrstu mánaðirnar í ár fiskaðu útlendsk skip tilsamans 177.615,9 tons undir Føroyum. Tað vísir eitt nýtt yvirlit yvir fiskiskapin undir Før- oyum higartil í ár. Nógv størsti parturin av fiskinum er svartkjaftur, til- samans fiskaðu útlendsk skip 153.328 tons av svart- kjafti undir Føroyum átta teir fyrstu mánaðirnar í ár. Tað eru tey russisku skip- ini, sum hava fiskað nógv mest undir Føroyum og tað er sjálvsagt av svartkjafti, tey fiskaðu 75.186,6 tons av svartkjafti undir Føroyum frá januar til og við august í ár. Men eisini norsk og ís- lendsk skip hava fiskað nógvan svartkjaft undir Før- oyum hesa tíðina, ávikavist 41.928,7 og 25.930 tons. Men eisini donsk skip hava fiskað 7,142 tons. Annars hava ES lond fiskað 10.282 tons av Svart- kjafti undir Føroyum hesa tíðina. Annars er makrelur tann fiskurin, sum útlendsk skip fiska mest av undir Føroy- um. Og tað eru eisini russarar, sum hava fiskað mest av makreli, 8.643.5 tons. Restina av makrelinum, 3.635 tons, hava donsk skip fiskað. Burtursæð frá svartkjafti og makreli, er tað bara ein viðfáningur, sum útlendsk skip hava fiskað av øðrum fiski. 2.169 tons av longu hava tey fiskað, 1.778 tons av brosmu, 2.669 tons av kongafiski, 1.412 tons av langasporli og 1.851 tons av toski, hýsu og brosmu til- samans. Tilsamans hava skip úr átta londum fiskað undir Føroyum í ár. Talan er um skip úr hes- um ES londum: Danmark, Bretlandi, Týsklandi og Fraklandi. Annars hava russisk, norsk, Grønlendsk og ís- lendsk skip fiskað undir Føroyum í ár. Tilsamans hava tey brúkt 4.792 fiskidagar undir Før- oyum. Flestar fiskidagar brúktu Av útlendskum skipum, eru tað russisk skip, sum fiska nógv mest undir Føroyum. Og nógv tað mesta av tí, tey fiska, er svartkjaftur norsk skip, sum brúktu 1.871 dagar, men beint í hølunum á teimum komu russisk skip við 1.740 døg- um. Hinvegin fiskaðu týsk skip bara í 23 dagar undir Føroyum átta teir fyrstu mánaðirnar í ár og grøn- lendsk skip brúktu 48 dagar. Hava fiskað 178.000 tons undir Føroyum