hósdagur 9. juni 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9 • JUNI 2005
3
C
M
Y
K
3
Vanliga velir hon tann nýggjasta
popptónleikin uttan úr heimi til
útvarpssendingina Zip, sum hon er
vertur í. Men spurningurin er so,
hvat Elin í Stórustovu ger, tá ið
hon verður biðin um at velja sær
fimm tær bestu fløgurnar úr sínum
egna savni.
– Tónleikur hevur altíð havt
ótrúliga stóran týdning fyri meg.
Øll tíðarskeið í mínum lívi hava
onkran tónleik, sum eg knýti til ta
tíðina, sigur Elin í Stórustovu.
– Tað er ótrúliga torført at taka
nakra burturúr í savninum. Tað
mær dámar allarbest, er at blanda
besta tónleikin júst í hesu løtu, og
savna tað á mps-spælaranum og
eini fløgu – fyrr var tað á band. So
lurti eg non-stop eftir fløguni, til eg
eri troytt av henni, og so verður
hon skift út, sigur hon
Persónligur tónleikur
Tónleikur er langt frá bara
tónleikur hjá fólki. Sangir, útgávur
ella bólkar hava tætt samband við
onkrar ávísar upplivingar, fólk ella
annað, og soleiðis er eisini hjá
Elini í Stórustovu.
– Eg havi valt nakrar fløgur, sum
eru millum tær bestu hjá mær,
men eg havi serliga valt tær, tí tær
siga okkurt serligt um ymisk
tíðarskeið í mínum lívi, sigur hon.
Og so gongur ferðin frá
80'unum hjá Frændum, umvegis
danskar troystartónar til sangin,
sum hon og dóttirin fram um aðrar
hava í felag.
– Eg má leggja afturat, at tann
fløgan, ið verður mest spæld
heima í dag, er »Elin & Óli«...
Take That : Take That and Party
Uha uha… Henda fløgan og restin av fløgunum hjá dreingjabólkinum Take That vóru heilt
ótrúliga nógv spældar í mínum bláa kamari. Eg var heilt vekk í Mark Owen og hevði 70
plakatir av honum í kamarinum… Og jú, jú, eg var orduliga so »forelskað« í Mark Owen…
Frændur: Svart Gull
Eg eri vaksin upp við Eyðuni, Rana & Steintór. Tað var tónleikur, sum var sungin til øll ballini í Hoy-
dølum, til »vennindukvøldh og sjálvandi til hvørja einastu konsert, teir høvdu. Tá dámdi mær serliga væl
»80´ini« og »Føroyar«. Í dag dámar mær best »Heimstaðin«, »Mítt Land« og »Til tey stressaðu«. Allir eru
ótrúliga góðir. Minnist at eg skrivaði »Heimstaðin« eitt sindur um, so hann passaði til mín góða flokk í
Hoydølum, 95B. Tónleikurin hjá Frændum verður enn spældur, tá vit hittast.
Danse med Drenge
Í 1995 var eg á eftirskúla í Norðurjútlandi. Tá gjørdist eg ein reiðulig rock-tøs (tað kann man
ikki siga, eg eri í dag), við svørtum hári, ringi í nøsini og skrøddum Nirvana-klæðum. Tá eg
longdist heim, plagdi ein donsk vinkona at syngja løg hjá Danse med Drenge fyri mær. Tað
hjálpti altíð.
Elin & Kári: Nalja
Góður føroyskur tónleikur, sum enn kann fáa nógv lív í, tá vinkonurnar hittast. Tá vit gingu í
student, sungu vit í Rútmiska kórinum í Hoydølum hjá Zacharias Sørensen. Vit sungu alla Nalju
fløguna, sum hon var. Um tað ljóðaði væl? Tað hildu vit í øllum førum. Serliga til øll kór-ballini.
Shania Twain: Come On Over
Lagið »From This Moment On«, plagdi eg at syngja, meðan eg var við barn (tá eg skuldi hava
dóttrina). Hetta lagið hava vit báðar oftani sungið saman nú. Tað er okkara lag, meðan eg og
sonurin Teitur hava »Kvøða til pinkubarnið«.
Tónleikur I
Eyðun Klakstein I
eydun@sosialurin.fo
– Eg var heilt vekk í Mark Owen og hevði 70
plakatir av honum í kamarinum, sigur Elin í
Stórustovu, útvarpsvertur, sum velir fimm tær
bestu fløgurnar úr sínum savni. Tá ið hon var á
eftirskúla í Danmark og gekk ílætin sum eitt
ordilig rocktøs, plagdi ein vinkona at troysta
hana við donskum poppi, tá ið hon longdist
heim til Føroya
ELIN TROYSTAÐI SEG
VIÐ DONSKUM POPPI
5 TÆR BESTU