hósdagur 9. juni 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
4
4
9 • JUNI 2005
TAKLAR OG
Her heima er hann
serliga kendur frá
fótbóltinum, sum
forstopparin, ið voldi
øllum áleyparum trup-
ulleikar. Og so eisini fyri
sín sermerkta stíl, sum
brýtur frá vanligu
føroysku mannfólka-
klæðunum.
Í Íslandi er Hans Fróði Hansen
eisini um at gerast eitt kent navn.
Hann hevur nevniliga úr at gera
innan móta og styling og er um-
biðin bæði í Íslandi og eisini
longri úti í heimi.
Útbúgvingar
Hans Fróði flutti til Íslands at
fylgja fótbóltsdreyminum og
gerast yrkisleikari. Men har fekk
hann samstundis eisini hin
dreymin, um at arbeiða innan
mótaheimin, uppfyltan.
Fyrst fekk hann arbeiði hjá
eini stórari kosmetik-fyritøku,
har hann í fyrstu atløgu tók
sær av útlendska markn-
aðinum.
Har lærdi hann alt um
make-up og tók eisini
eina útbúgving sum
make-up artistur.
Hetta gav Hans
Fróða hug at læra
meiri um mótaheimin
og –marknaðin, og
hann tók tí eisini eina
útbúgving sum fash-
ion stylist.
Við hesum báð-
um útbúgvingunum
kann Hans Fróði
geva sonevndar
make-overs, har
fólk, ið eru ráða-
leys innan móta-
heimin, kunnu fáa
góð ráð um, hvat
klæðir teimum.
Tey verða latin í,
klipt, smurd og
stylað, og eru
ofta ikki at
kenna aftur.
Men Hans
Fróði Hansen
vildi læra
meir. Hann
slapp inn á
ein skúla í
London, har
hann varð
útbúgvin
Image
Consultant.
Við hesi
útbúgvingini kann hann ráðgeva
um móta, stíl og útsjónd
yvirhøvur.
Hesar tríggjar útbúgvingarnar,
ið Hans Fróði hevur nomið sær,
gera tilsamans, at hann kann
arbeiða innan nógv ymisk starvs-
øki.
– Sum Image Consultant ar-
beiði eg m.a. fyri tær stóru fyri-
tøkurnar í Íslandi, har eg arbeiði
við at skapa júst tað rætta
image’ið til fyritøkunar, soleiðis,
at tær kunnu vera fremst í øllum
– eisini innan image. Tá sigi eg
m.a. starvsfólkinum, hvussu tey
skulu lata seg í, og hvussu tey
kunnu seta hárið fyri at síggja
best út. Eg læri tey um húðrøkt,
make-up, klæðir, ja, alt, sum
hevur við útsjóndina at gera. Eg
læri tey eisini, hvussu tey best
presentera seg sjálvi og fyri-
tøkuna, greiðir Hans Fróði
Hansen frá.
Hann sigur, at hetta er nakað,
sum íslendskar –og útlendskar
fyritøkur sum heild, leggja nógv-
an dent á, og Hans Fróði hevur tí
nógvar tílíkar uppgávur.
Men hann verður eisini umbið-
in av einstaklingum, sum biðja
um hansara ráð og hjálp.
– Tá eg arbeiði við einstakling-
um, gevi eg eisini ráð um útsjónd
og royni at gera tað so, at onnur
fólk fáa eina positiva fatan av
viðkomandi, tá tey hittast fyrstu
ferð. Hetta arbeiðið er sjálvandi
á einum nógv meira persónligum
støði, greiðir Hans Fróði Hansen
frá.
Hann setir sær tá tíð av til at
læra viðkomandi at kenna. –Tí,
sum hann sigur, – tað nyttar einki
at broyta tað uttara, um tað inn-
ara ikki fylgir við.
Hann nýtir nógva tíð at tosa
við kundan, fyri at hoyra um per-
sónlig ynski. Hann hittir kundan
fleiri ferðir, og lurtar gjølla eftir,
hvat tað er, sum kundin ynskir at
broyta. Hann viðmælir frisørar,
merki og handlar, sum umboða
tað, ið kundanum tørvar.
Endamálið er at fáa kundan at
kenna seg væl, samstundis, sum
tað sær væl út og sendir røttu
tekinini.
Ongantíð ivast
Men hóast hetta ikki ljóðar sum
eitt typiskt mannfólkaarbeiði fyri
ein ungan mann úr Leirvík, so
hevur Hans Fróði ongantíð ivast í
at fara eftir tí, sum hann hevur
havt hug til.
– Hevði eg vitað av hesum
møguleikanum fyrr, var eg langt
síðani farin undir hesar útbúgv-
ingarnar. Hvat onnur halda um
tað, sum eg geri, leggi eg ikki so
nógv í, slær hann fast.
Men hittir hann ikki onkuntíð
ristandi høvd og ryktar brýr, tá
hann fortelur, hvat hann ger?
– Fólk, sum kenna meg, og
sum vita, hvussu eg eri, vita, at
hetta er akkurát nakað fyri meg.
Tey flestu halda tað vera gott, at
eg geri tað, sum eg havi hug til,
sigur Hans Fróði.
Men hann viðgongur, at tað er
munur á reaktiónunum, hann fær
frá føroyingum og teimum, hann
fær frá t.d. íslendingum. Og hann
sigur seg ikki duga at skilja, hví
føroyingar eru so afturhaldnir.
– Ofta skifta føroyingar full-
komiliga ham, tá teir koma uttan-
lands. Tá kenna teir seg fríar og
tora at gera tað, teir hava hug til.
Men so leingi teir eru í Føroyum,
er tað tað, sum hini hugsa og
halda, sum vigar mest. Fólk av-
marka seg sjálvi fyri at vera sum
hini, og tað skilji eg ikki, sigur
Hans Fróði.
Hann vísir á, at hugsunarhátt-
urin er nógv broyttur úti í heimi í
seinastuni, og føroyingar halta
aftaná.
– Í dag hava øll eina útbúgv-
ing, øll hava lisið okkurt, øll eru
okkurt. So hóast tú ert væl út-
búgvin, er tað ikki vist, at tú fært
dreymastarvið. Tað er altíð onkur
annar, sum er eins væl útbúgvin
og tú. Tí er tað nú tú sum per-
sónur, sum verður tungan á
vágskálini, um tú fært arbeiðið
ella ikki. Soleiðis eru treytirnar á
alheimsmarknaðinum, og tí
hevur tað týdning at gera sær
– Eg havi altíð havt tveir dreymar um, hvat eg skuldi gerast, tá eg bleiv
stórur. Annað ynskið var at gerast fótbóltsspælari og hitt var at gerast
fashion-designari. Fótbóltsdreymurin varð uppfyltur, men eg havi allatíðina
eisini havt dreymin um at arbeiða við onkrum innanfyri móta, sigur Hans
Fróði Hansen, sum er vorðin eitt heitt navn innan mótaheimin í Íslandi
Samrøða I
Eydna Skaale I
eydna@sosialurin.fo