hósdagur 9. juni 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
C
M
Y
K
G SMINKAR
ómak við útsjóndini og harvið
geva arbeiðsgevarum eina góða
fatan av tær beinanvegin, stað-
festir Hans Fróði.
Og tað er júst tað, sum hann
dagliga hjálpir fólki við. At fáa
tað innara at samsvara við tað
uttara, og gera fólk meiri heil-
skapað við at vísa, hvør innari
persónurin er ígjøgnum klæðir,
hár og útsjónd sum heild.
– Arbeiðshátturin hjá einum
Image Consultant er sum ar-
beiðshátturin hjá øðrum ráðgev-
um. Arbeiðið byrjar við einum
inniligum ynski um broyting, og
um tað ikki er til staðar, er arbeið-
ið nyttuleyst. Síðani verður broyt-
ingin førd út í lívið, og eg fylgi
við kundanum, inntil hann klárar
seg sjálvan, júst sum allir aðrir
ráðgevar gera, greiðir Hans Fróði
frá.
Hann sigur, at nógv tann
størsti parturin av kundunum hjá
honum eru mannfólk.
– Íslendsku mannfólkini eru
vorðin ótrúliga tilvitað um,
hvussu stóran týdning tað hevur,
hvussu tú presenterar teg sjálv-
an. Og teir eru ikki bangnir fyri at
broyta seg og forbetra seg, sigur
hann.
Einkisigandi?
Spurdur, um tað í longdini ikki
kann gerast rættiliga einkisigandi
bert at arbeiða við útsjónd og
móta, svarar Hans Fróði, at tað
heldur hann als ikki.
– Í Føroyum kann tað kanska
tykjast sum hetta er tað bera
tvætl. Men er tað tvætl at hjálpa
fólki at gerast vælnøgd við seg
sjálvi og geva teimum eitt størri
sjálvsálit og sjálvsvirði? Eg haldi,
at tað er eitt fantastiskt arbeiði,
sum eisini er ótrúliga gevandi,
slær Hans Fróði Hansen fast.
Arbeiðið er fjølbroytt og gevur
honum møguleika at hitta nógv
fólk. Hann arbeiðir fyri fyritøkur,
har uppgávan er at skapa andlitið
á fyritøkuni úteftir. Tað verður
nevnt »Image branding«, og inni-
ber at skapa og fullføra »look’ið«
hjá fyritøkunum. Hann skal tá
fyrireika seg væl og finna fram til
tað, sum hóskar júst til ávísu
fyritøkurnar.
Tá hann arbeiðir við privat-
fólki, sigur hann, at hann fær ein
nýggjan vin fyri hvørja uppgávu,
tí tað snýr seg í stóran mun um
tryggleika og álit. Hann má læra
fólkini at kenna, áðrenn hann
kann hjálpa við útsjóndini og
arbeiða við teirra »first impress-
ion«, sum Hans Fróði sjálvur
málber seg.
Herfyri var hann eisini mað-
urin handan »Mr. Iceland«
kappingina. Tá var hann um
luttakararnar í eina viku, lærdi
teir at ganga, flyta seg og bera
seg at. Fyri tað arbeiðið fekk
hann framúr góð skoðsmál.
Hann arbeiðir eisini fyri
íslendsk bløð, har hann stendur
fyri at gera makeovers og at
skriva greinar um móta og rák.
Hann svarar mótaspurningum,
sum fólk senda til blaðið
umframt at geva tips og góð ráð.
Hóast hann fyri tað mesta
arbeiðir í Íslandi, so hava fólk um
allan heim frætt um hann. Hann
er nevniliga biðin at halda fyri-
lestrar fyri handilsfólkum t.d. í
Suðurafrika, Ísrael , Pakistan.
London, Amerika og á Kypern.
– Arbeiðið hjá mær fevnir
ógvuliga víða, og tað er fjølbroytt
og spennandi. Eg haldi als ikki, at
hetta er einkisigandi. Eg njóti
veruliga hvønn einasta dag, slær
hann fast.
Forðingar á vegnum
Hans Fróði Hansen, 29 ára gamli
leirvíkingurin, er um at sláa navn
sítt fast innan mótaheimin.
Hann hevði tveir dreymar,
legði líka í, hvat onnur hildu, og
nú eru bæði barndómsynskini
gingin út. Hann er yrkisleikari í
fótbólti og arbeiðir innan móta.
Men hetta eru tvær yrkisleiðir,
ið eru tiltiknar fyri at vera torførar
at fóta sær í. Er hetta ikki ein
trupul lívsleið?
Hans Fróði ivast ikki í sínum
svari.
– Mørkini, sum eru á vegnum,
setur man ofta sjálvur. Nógv fólk
hava ein dreym, men tey halda,
at tað fer aldri at bera til, tí hvat
nú um... og so finna tey uppá alt
møguligt, sum kanska kann
henda. Tey seta sjálvi avmark-
ingar, áðrenn tey yvirhøvur hava
gjørt eina roynd. Tá gerst tað
tungt og ómøguligt at náa mál-
inum, heldur Hans Fróði.
– Tey flestu hava onkuntíð
hildið, at tað hevði verið fantast-
iskt at gingið á reyða teppinum
saman við hinum stjørnunum.
Tey droyma, men suffa so og
gloyma, at øll, sum eru á reyða
teppinum, hava arbeitt ótrúliga
hart fyri at koma á tað. Reyða
teppið kemur ikki til nakran av
sær sjálvum. Serliga ikki, um tú
bara situr inni á kamarinum og
bíðar eftir at onkur skal koma og
varnast teg. Tað er galdandi
innan tónleik, ítrótt, forrætning,
ja, alt, sigur Hans Fróði. – Tú
mást út at royna og at gera vart
við teg, sigur hann.
Hann heldur tó, at tað kanska
er serliga tungt at gera dreym til
veruleika í Føroyum, tí her eru
tað ofta undirlutakenslur og
øvundsjúka frá hinum, sum
spæla inn.
– Fólk í Føroyum tosa og tosa,
men tey taka ongantíð nakra
avgerð. Og tey eru eisini so sára
bangin fyri at stuðla fólki, sum
tora. Einaferð ynsktu øll sær eina
café í Havn, sum kundi vera eitt
nýmótans in-stað á sama støði
sum í útlondunum. Caféin kom,
mitt á Áarvegnum, men bert fáar
mánaðir seinni mundi hon farið
av knóranum, tí fólk hildu seg
aftur, vísir Hans Fróði á.
Hans Fróði dugir ikki at siga,
hví føroyingar eru soleiðis. Men
besta boðið man vera, at tað altíð
hevur so stóran týdning hvat hini
halda. Og tað er ein hugsunar-
háttur, sum Hans Fróði vil hava
lívið av.
– Til fótbóltsdystir syngja vit
t.d. ofta, at »tað er bara ein Jens
Martin«. Men tað er veruliga so.
Tað er bara eitt eintak til av hvørj-
um fólki. Tað er bara ein Hans
Fróði, so tí vil eg gjarna vera
tann, sum eg eri. Eg leggi ikki so
nógv í hvat hini halda, tí tað er
bara eg, sum eri eg í øllum heim-
inum, vísir Hans Fróði á.
Hann heldur fram og sigur, at
um vit alt lívið skulu laga okkum
eftir hvat onnur halda um okkum,
er vandi fyri, at vit púrasta at
missa okkum sjálvi burtur.
Spurdur, um vit nakrantíð
kunnu vænta at síggja Hans
Fróða Hansen arbeiða við sínum
førleikum her heima á klettunum,
svarar hann, at tað væntar hann
ikki.
– Kappingin í Føroyum er so
ómetaliga hørð, tí har hava øll
eina meining um hvussu Hanus
og Janus skulu vera, klæða seg,
ganga, ja, liva. Øll halda seg vita
betur, og vænti eg ikki, at føroy-
ingar hava nóg stóran tørv á
einum sum mær, til at eg kann
liva av tí. Men um fólk hava
okkurt at spyrja meg um ella
ynskja sær hjálp til eina broyting,
so eru tey vælkomin at seta seg í
samband við meg, sigur Hans
Fróði Hansen at enda.
Hans Fróði Hansen
er útbúgvin:
• Make-up artist
• Tað er“sminku-listafólk“
• Tikið prógv í Íslandi
• Veitir kunnleika um sminku, húðrøkt,
litir o.t.
• Fashion stylist.
Tað er“móta-stílmeistari/mótaskapari“
Tikið prógv í Íslandi og London.
• Veitir kunnleika um snið, móta, hvørji
klæðir hóska til hvørji fólk, litir o.t.
• Image Consultant.
Tað er“útsjónds-ráðgevi“
Tikið prógv í London.
• Veitir eina meiri grundleggjandi vitan
um evnini í Fashion Stylist útbúgv-
ingini. Veitir ein førleika at lurta eftir
fólki, finna teirra innara persón og fáa
hann at síggjast á útsjóndini eisini. At
skapa samspæl ímillum tað innara og
tað uttara í menniskjanum.
• Gevur førleika at arbeiða við sonevnd
um »Image Branding« hjá fyritøkum.
At finna og fullføra heilt serliga
image’ið, sum hóskar júst til einstøku
fyritøkuna, og fær hana at skilja seg
frá mongdini.
• Fyri at sleppa inn á útbúgvingina,
krevjast nógvar viðkomandi arbeiðs-
royndir.
• Hans Fróði er ímllum heimsins yngstu
Image Consultants í heiminum.
• Hann er somuleiðis tann einasti við
hesi útbúgvingini í Norðanlondum.
Spurningar til Hans Fróða Hansen
um alt innan móta og rák
Er eitthvørt tú hevur hug at spyrja Hans
Fróða Hansen um? Tað veri seg viðvíkj-
andi móta, styling, klæðum, hári, húðrøkt
ella annað? Ynskir tú góð ráð, sum hann
møguliga fær hjálpt tær við?
So kanst tú senda okkum ein mail, sum
vit so senda víðari til hansara.
Send spurningin til okkara nýggju
adressu: planetmoti@sosialurin.fo og vit
senda svarið frá Hans Fróða aftur til tín.
Spurningar og svar verða eisini løgd út
á nýggju ungdómssíðuna ung.fo
Møguliga verða onkrir spurningar og
svar eisini prentað á næstu ungdóms-
síðunum í blaðnum um 14 dagar.
Um tit ynskja tað, kunnu tit sjálvandi vera
ónevnd. Viðmerki tað bara í mailin tit
senda okkum.
Ungdóms redaktiónin
Hans Fróði til arbeiðis.
Her sæst Martin Berg
áðrenn, ímeðan og aftaná
SAMRØÐA