hósdagur 9. juni 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
C
M
Y
K
6
Anja í Diva um klæðini:
– Cowboybuksur eru ordiliga in í løtuni. Hesar eru stuttligar, tí
tær eru stuttar og summarsligar við nógvum smálutum. Vit
fara eisini at síggja nógvar sterkar litir í summar, og toppurin
hevur ein sterkan bláan lit.
– Í mótanum beint nú er alt loyvi. Sjálvt um klæðini hjá Rinu
eru rokalig og stuttlig, so eru tey eisini feminin, við blondum og
einum stórum ringi, og summarslig, við sandalum og stuttum
buksum. Tað er loyvt at mixa og seta saman, júst sum tú vilt.
– Jú meiri serligt tað er, jú smartari er tað.
Mást hava: Tey flestu eiga sikkurt einar, men øll mugu hava
einar cowboybuksir. Skal okkurt nýtt keypast til gomlu
buksurnar, má tað verða ein toppur í sterkum liti. Annars fara
vit at síggja nógvar glitrandi smúkkur og allar hugsandi taskur.
Annika Udbø í Salong
Madonna stylaði Rinu og Levi
Rina: Hon hevur ótrúliga pena húð, og tí er ikki neyðugt við
nógvum, tungum smyrsli. Eingin foundation varð smurd á
andlitið. Annika rættaði brýrnar, sum vóru myrkar og penar, og tí
ikki vórðu litaðar. Eyguni vórðu smurd við: limegrønum
eygnaskugga frá Racine, turkisbláum frá the Body Shop,
ljósagráum frá Racine, myrkalillaðum frá Racine. Vippurnar fingu
svarta mascara frá Racine. Á kinnabeinini var ein ferskenlitt
rouge frá Racine bustað á. Varrarnar gjørdust innbjóðandi við
Lancome, juicy lips, við einum veti av reyðum liti í. Hárið á Rinu
hevur eitt náttúrligt fall, og varð tí bert leysliga uppsett, við
leysum endum, sum hingu niður. Til tað varð Amplifying
Volumizing spray frá Matrix nýtt.
Levi: Levi hevur klipt sær hjá Anniku fyri ikki so langari tíð síðani,
og tí varð hárið bert stylað hesuferð. Matrix amplifyer, fyri at fáa
hárið at síggja vátt út. Osmo esessence shaper voks, fyri at fáa
frisuruna at halda. Amplifying Volumizing spray frá Matrix.
Sámal í Handilskjarnarnum
um klæðini:
– Í dag er tað loyvt at brúka fínar skjúrtur og slips saman við
slitnum cowboybuksum. Tú kanst blanda casual og fínt.
Hetta er eitt rættiliga várligt/ summarligt klædnasett.
– Tað eru faktisk eingi sereyðkenni fyri ungdómsmótan í
dag. Teir ungu »stjala« skjúrtur og slips frá teimum eldru,
meðan teir eldru »stjala« slitnar cowboybuksur frá teimum
yngru. Tað er loyvi at blanda ymiskar stílir, júst sum tú
sjálvur vilt.
– Mannfólk kunnu loyva sær at tora meira, hvat ið klæðum
og litum viðvíkur. Ljósareytt hevur verið in í eina tíð, men
limegrønt verður uttan iva tað næsta stóra hittið.
Mást Hava: Skalt tú vera við uppá mótan í summar, mást tú
hava eina lekra skjúrtu í einum sterkum liti. Hon kann
brúkast bæði fínt, saman við einum klædningi, og gerandis,
saman við einum slitnum cowboybuksum.
Sólbrillur . . . . .Mari
129,–
Svartur toppur Object
299,–
Bláur toppur . .Diesel
499,–
Jakki . . . . . . . .Diesel
799,–
Buksur . . . . . . .Object
799,–
Ringur . . . . . . .Pilgrim
299,–
Sandalir . . . . . .Diesel
399,–
Taska . . . . . . . .Friis & Co 399,–
Rina er í
klæðum frá Diva
Skjúrta . . . .Kronstadt
599,95,–
Silkislips . .Atlas design 299,95,–
Buksur . . . .tdk
349,95,–
Belti . . . . . .Saddler
299,95,–
Skógvar . . .Bianco
675,00,–
Urið eigur Levi sjálvur
Levi er í klæðum frá
Handilskjarnanum:
FØROYSKUR MÓTI