hósdagur 9. juni 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 107 - 9. juni 2005
Rene
skal
verja
EB/-
Streyma-
málið
Tað verður Rene Tór-
garð, sum skal loysa
tann nú skadda Gunnar
á Steig av í málinum hjá
EB/Streymi.
Avtala er gjørd millum
partarnar, og longu um
vikuskiftið verður Rene
partur av liðnum hjá
EB/Streymi, sum tá skal
royna seg móti HB í
Gundadali.
Og tað kann væl vísa
seg, at EB/Streymur við
hesum hevur fingið ein
sera góðan málverjan at
loysa Gunnar av.
Rene var á yngru árum
fastur partur av før-
oysku ungdómslands-
liðunum í fótbólti, men í
vaksnu røðunum hevur
hann tó ikki verið so
nógv at sæð. Partvíst
hava skaðar forðað fyri
hesum, men helst hevur
tað eisini spælt inn, at
hann fyri tað nógva
hevur verið roknaður
sum annar málverji hjá
B36. Eisini hóast tað
gjøgnum árini er blivin
talan um nakrar dystir
til samans á besta liðn-
um.
- Tað verður sjálvandi
meira spennandi, nú eg
kann síggja fram til
fasta spælitíð í bestu
deildini. Og í øllum før-
um er hetta ein avbjóð-
ing, sum eg gleði meg
til, sigur Rene Tórgarð.
-jm
Dramatikkur í fyrstu súkklukappingini í ár
Tað kundi enda heilt
galið tá ein bilur vilt-
ist inn á økið, har
kappsúkklað varð
leygardagin í Kladsvík
SÚKKLING
Tíðindaskriv
Kappast varð í Býarkoyring
í Klaksvík leygardagin.
Vaksin og unglingar koyrdu
í 45 minuttir pluss eitt
umfar.
Børnini
koyrdu
millum tvey og fýra umfør
runt á økinum Biskupsstøð-
gøta, Skúlavegur, Gerða-
gøta, Vágstún.
Stórur spenningur var
undan kappingini millum
vaksnu súkklararnar, nú
menn hava vant so nógv
upp undir Oyggjaleikirnar,
sum byrja um ein góðan
mánað.
Men tá koyrt hevði verið
í 20 minuttir viltist ein bilur
inn á økið har kappsúkklað
varð, og sjálvandi tá óhapp-
ið er úti, so er vilsti bilurin
júst í svinginum tá súkklar-
arnir koma um svingið
Biskupstøðgøta/Skúlaveg-
um. Bæði Eli Christiansen
og Gunnar Dahl-Olsen fara
niður í asfaltið. Til alla
lukku hendi ongin manna-
skaði, men súkklan hjá Eli
fór so mikið illa, at hugs-
ingur var ikki um at halda
fram. Við at skifta forhjulið
kundi Gunnar løtu seinni
halda fram. Hóast spenn-
ingurin ikki var hin sami
eftir óhappið, so bleiv kort-
ini kappast um 1. plássið, ið
Gunnar fór við.
Hjá
unglingum
vann
Torkil Veyhe tryggan sigur,
og so væl gekk, at hann eis-
ini kom á mál góðan minutt
frammanfyri
landsliðs-
súkklaran Esmar Joensen.
Næsta kappingin verður
á
Sundalagsstevnuni.
Kappingin verður fríggja-
kvøldið 17. juni kl. 19.00,
tá kappast verður í Einkult-
starti. Kappingin er bert
fyri unglingar og vaksin.
Við at skifta hjólið kundi
Gunnar Dahl Olsen halda
fram eftir óhappið, sum
tíbetur ikki var so álvarsligt
Mynd: Bárður
Úrslit
Bólkur I, gentir:
1. Jónvør Olsen
2. Ronja Eysturdal
3. Jónvá Joensen
Bólkur III, gentir:
1. Una Joensen
Bólkur I, dreingir:
1. Dan Akursmørk
2. Tóri Nielsen
3. Fróði Mørkøre
4. Martin Olsen
Bólkur II, dreingir:
1. Kári V. Olsen
2. David Langaard
3. Jóanis Albert Nielsen
4. Jónsvein Joensen
Bólkur III, dreingir:
1. Niels Christiansen
Úrslit, unglingar:
1. Torkil Veyhe
2. Sigmund Olsson
Bólkur I, menn:
1. Gunnar Dahl-Olsen
2. Esmar Joensen
3. Eli Christiansen,
útgingin
Kastararnir eru um at
koma í snúningar
Kastarnir hava vant
málvíst fram móti
komandi oyggjaleik-
um í skjótt tvey ár, og
nú byrja úrslitini at
koma
FYRIREIKINGAR
tíðindaskriv
Í løtuni verður skipa fyri ein-
ari
kapping
í
hvørjari
kastigrein um vikuna, og
úrslitið kom longu í fyrstu
kapping tá Heini Hátún tók
8 ára gamla metið í Kúlu-
stoyt hjá Hera Ziska. Heini
stoytti kúluna út á 13,38 m,
og er tað 18 cm longur enn
gamla metið hjá Hera. Heri
setti sítt met í finaluni á
oyggjaleikunum á Jersey í
1997. Tá rakk tað til eitt
bronsumerki, so stuttligt
verður at síggja, hvussu
langt Heini kemur hesaferð.
Serliga tá hugsa verður um,
at hann til upphiting stoytti
kúluna út á 13,68 m, hetta
telur tó ikki við tí tað var
uttanfyri kappingina.
Randi Kúrberg hevur
higartil í ár betra um sítt
persónliga met í hamarkasti
við ikki minni enn 3,78 m,
soleiðis at tað nú er 33,79
m, og bara lítlan metur
aftanfyri føroyska metið
hjá Ingibjørg Poulsen. Í
spjótkasti er Randi stabil
omanfyri 30 m, og er
longsta kast í kapping
higartil í ár 31,00 m. Tað er
meir enn ein metur longur,
enn hon kastaði á seinastu
oyggjaleikum,
tá
hon
gjørdist nummar 8.
Rógvi Højgaard hevur
eisini sett persónligt met í
spjótkasti við 47,93 m, og
venjingin bendur á, at har
er meir í væntu.
Hjá Hera Ziska gongur í
løtuni meira striltið við at
fáa góð úrslit í løtuni, men
tað er ikki eitt ókent
fyribrigdi. Tað er ofta so, at
hann kastar í styttra lagi
áðrenn oyggjaleikir, fyri
síðan at kasta væl á leikun-
um. Seinastu tveir leikirnar
hevur hann sostatt kasta
góðar 2 m longur á leik-
unum, enn hann hevur gjørt
til venjing undan leikunum,
og um tað er aftur hesaferð,
so verður hann enn einaferð
við í stríðnum um heiðurs-
merkini.
Robinson í Klaksvík
Tey, sum plaga at fylgja
við sonevndu reality-send-
ingunum á útlendskum
sjónvarpsrásum, royna ofta
at hava fingurin á pulsin-
um, tá gitt verður um, hvør
næsti persónurin verður, ið
skal stemmast heim.
Í Klaksvík tykjast tey tó
hava sína egnu útgávu av
t.d. Robinson-ekspediti-
ónini. Fyrst var tað Ove
Flindt Bjerg, venjari, sum
varð sendur heim. Stutt
eftir boðaði táverandi for-
maðurin, Gestur Hov-
gaard, frá, at hann nú eis-
ini tók seg úr nevndini.
Og nú er triði persónurin
innan stutta tíð farin úr
KÍ-toppinum.
Hesa ferð er tað Símun
Gullaksen, ið annars hev-
ur virkað sum formaður í
fótbóltsdeildini hjá KÍ.
- Tað er rætt, at Símun er
farin frá. Hetta hevur hann
sjálvur biðið um, nú hann í
løtuni ikki sær seg føran
fyri røkja tær skyldur, sum
hann hevur í nevnd-
ararbeiðinum, sigur John
William Joensen, sum er
kunningarleiðari hjá KÍ.
Hesum hevur nvndin nú
eftirlíka, og ístaðin er All-
an Joensen nú settur sum
leiðari av fótbóltsdeildini.
Allan er annars einamest
kendur frá sínum leikluti á
vøllinum, har hann í drúgt
áramál varð roknaður sum
kanska størsta talentið í
føroyskum fótbólti. Nakrar
A-landsdystir gjørdist tal-
an eisini um, men skaðar í
ólukkumát forðaðu fyri
eini støðugari tilveru í
hesum.
Fleiri ferðir hevur Allan
eisini roynt at vunnið sær
pláss aftur á besta KÍ-
liðnum, og seint sum fyri
10 døgum var hann við, tá
KÍ spældi móti EB/-
Streymi, men sum ikki
einaferð, so varð hann
eisini skaddur ta ferðina.
Allan Joensen loysir nú Símun Gullaksen av sum ábyrgdar-
persónur fyri fótbóltinum í Klaksvík
Mynd: Norðlýsið
Ungi HB-framherjin, Páll
M. Joensen, fer í næstum at
gera ein leigusáttmála við
NSÍ. Hetta váttar HB-
venjarin, Heine Fernandez:
- Enn er tað ikki 100
prosent komið upp á pláss,
men vit hava gjørt eina av-
talu um, at NSÍ leigar Páll
ein mánað í senn, greiðir
Heine Fernandez frá.
Danski venjarin hjá HB
sigur, at Páll hevur havt tað
trupult við at vinna sær
pláss á liðnum hjá HB, og
við at leiga hann út til runa-
víkingar, kann Páll fáa eitt
sindur av dystarvenjing í
bestu deildini, og harvið
gerast betur, sigur Heine
Fernandez.
Tó sigur Heine Fernan-
dez, at tað er ógvuliga
sannlíkt, at Páll aftur verð-
ur at síggja í HB-troyggjuni
seinni í ár.
Somuleiðis rósar HB-
venjarin runavíkingum fyri
at venda sær til eitt føroyskt
felag fyri at leiga ein ungan
føroyskan spælara, heldur
enn sum so mong onnur at
brúka eina rúgvu av pengum
upp á ein ella annan tilvild-
arligan útlendskan spælara.
tn
NSÍ leigar Páll