Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 • hósdagur • 9. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Heimskendur venjari vitjar Maðurin, sum eitt nú uppdagaði serligu evnini hjá Jon Dahl Thomasson og Ruud van Nistelrooy, fer í august at vitja FSF og KÍ VENJARA VITJAN Jóannes Hansen Føroyar gerast alt meiri samantvinnaðar við altjóða fótbóltsheimin, og tað kemur alt oftari fyri, at stór lið og kend nøvn vitja henda vegin. Fyrst í august fer ein av kendastu venjarunum í Europa at vitja her. Talan er um Foppe de Haan. Tey flestu komast neyvan við navnið, men í europeiska fótbóltsumhvørvinum er hetta væl kendur maður. Foppe de Haan er hol- lendari, og hann er nú venj- ari hjá hollendska U 21 landsliðnum. Hann er mest kendur fyri arbeiðið, sum hann hevur havt ábyrgdina av í Heerenveen, sum hann eftir ikki so nógvum árum megnaði at menna frá at vera so at siga vanligt bygdarfelag og til at verða partur av bestu deildini í Hollandi og at koma í Champions League. At gerast ársins venjari í Hollandi, har fótbóltsligu dygdirnar eru nógvar, sigur ikki so lítið. Henda heiður hevur de Haan tvær ferðir rokkið. Í 1997 og í 2000. Funnið góðar spælarar Foppe de Haan er fram- vegis knýttur at Heeren- veen, men hann er ikki longur høvuðsvenjari í fel- agnum. Hansara arbeiðið er tó framvegis grundarlagið undir menningini av ungum spælarum í felagnum. Nógv dømi eru um, hvussu íløgan hjá Heeren- veen í evnaríkar spælarar hevur eydnast. Millum hesar eru danski landsliðs- spælarin, Jon Dahl Thom- assen. Hann flutti blaðung- ur úr Køge og til Hollands, og tað verður sagt, at tað var ikki minst Foppe de Haan fyri at takka, at tað eydnaðist so væl at menna eyðsýndu evnini hjá danska spælaranum. Eitt annað dømi um spælara, sum Foppe de Haan fekk undir hond, meðan spælarin framvegis var blaðungur, er Ruud van Niestelroy, sum seinastu árini hevur verið fremsta álopsvápnið hjá Man- chester United. Og so hevur Foppe de Haan eisini vant ein spæl- ara við føroyskum ættar- bondum, tí hálvi tvørá- maðurin Marc Nygaard hevur eisini fingið ein part av sínum fótbóltsupp- vøkstri í Heerenveen. KÍ innbjóðing Foppe de Haan, sum nú er 61 ára gamalur, verður nógv nýttur kring Europa sum íblásari fyri venjarar. Tá ið hann í heyst hevði skeið í Keypmannahavn, vóru onkrir føroyingar ímillum luttakararnar. Tá handaðu umboð fyri KÍ honum bræv við innbjóðing um at koma til Klaksvíkar. Nakað eftir svaraði kendi maðurin, at hann vildi fegin koma henda vegin, og nú er so gjørt av, at hann skal vitja í Føroyum frá mikudegnum 2. august og til hósdagin 10. august. Nú er hetta vorðið til samstarv millum FSF og KÍ. Foppe de Haan skal í ein dag hava íblástrarskeið, sum Fótbóltssambandið skipar fyri. So skal hann í tríggjar dagar vera í Klaks- vík. Ætlanin er, at hann skal fylgja venjarum, venj- ingum og spælarum í KÍ. Dagin eftir at Foppe de Haan verður farin úr Før- oyum, skal hann í Hollandi hava tíðindafund í sam- bandi við landsliðið, sum hann hevur ábyrgdina av. Stóra málið hjá tí liðnum er at røkka fótbóltskappingini í olympisku leikunum, sum í 2008 fara at verða í Bejing. Í kvøld skal Frem á útivølli spæla um uppflyting ímóti Horsens, sum ikki hevur Johan B. Hansen á liðnum, tí hann er upptikin av landsliðsuppgávum í Føroyum DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Jón Rói Jacobsen fór sunnudagin úr landsliðs- leguni og til Keypmanna- havnar. Eingin ivast í, at stinni miðverjin heldur hevði havt viljað verið saman við liðfeløgunum á landsliðnum, tá ið teir stríddust ímóti Írlandi, enn at vera í Keypmanna- havn, men Jón Rói lat skilið ráða. Hann gongur í HF, og próvtøkur hava verið á skránni fyrrapart- in í hesi vikuni. Teimum bar ikki til at bíða við. At Jón Rói ikki var á landsliðnum ímóti Írlandi ber við sær, at hann verð- ur við, tá ð Frem í kvøld fer at spæla í Horsens. Har verður Johan B. Han- sen ikki á heimaliðnum. Hann er ikki tøkur, tí hann ikki kemur til hús aftur fyrrenn í dag, eftir at hann síðstu vikuna hevur verið í Føroyum og spælt tveir landsdystir. Talan er um rættuliga avgerandi uppgerð í Hors- ens. Spenningurin er so mikið stórur, at Viasat sport 1 rásin fer at senda dystin beinleiðis. Hann er á skránni klokkan seks í kvøld. Hetta er útsettur dystur. Øll hini feløgini uttan Horsens og Frem hava tveir dystir eftir í hesum kappingarárinum. Hjá Horsens hevur tað hilnast illa seinastu nógvu vikur- nar. Tað hevur havt við sær, at teir eru dotnir frá trivaligum oddasessi og aftur á næstfremsta pláss- ið. Um teir tapa í kvøld, so detta teir niður um uppflytingarstrikuna, og so verður Frem nýtt odda- lið og harvið rættuliga gott boð upp á annan upp- flytingarsessin. Seinastu vikurnar hevur SønderjyskE verið odda- lið. Sunnudagin megnaðu teir bara málleysan javn- leik í Ølstykke. Søner- jyskE hevur 58 stig, Horsens hevur 57 stig, og Frem hevur 56 stig. Í vikuskiftinum spældi Fremad Amager - sjálv- andi uttan Andrew av Fløt- um á liðnum - í Nykøbing á Falster ímóti NFA. Frem- ad Amager legði rygg til eyðmýkjandi 5-0 tap. Fremad Amager og øll hini feløgini í næstbestu deildini skulu ikki í eldin aftur fyrrenn í vikuskiftin- um. Einastu feløgini, sum skulu spæla í kvøld, eru Horsens og Frem, sum hevur fýra bussar við áskoðarum við sær úr Valby og til Horsens. Jón Rói í brennideplinum At Jón Rói ikki var á landsliðnum ímóti Írlandi ber við sær, at hann verður við, tá ð Frem í kvøld fer at spæla í Hors- ens, har Johan Byrial Hansen ikki fær verið partur av liðnum Foppe de Haan telist millum teir mest virdu venjararnar í hollendskum fótbólti, og hann hevur tvær ferðir seinni árini verið Ársins venjari í Hollandi. Í august vitjar hann í Føroyum