hósdagur 9. juni 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 107 - 9. juni 2005
VW-konsernin er í
ferð við at leggja
síðstu hond á ein av
heimsins skjótastu
bilum, Bugatti Veyron
EB 16.4 við meira enn
1.000 hestakreftum.
Toppferðin er yvir
400 km/t, og bilurin
koyrir frá 0-100 km/t
upp á 2.9 sekund
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Bugatti Veyron EB 16.4 er
ikki nøkur nýggjheit. Ar-
beitt hevur verið við hesum
bili í umleið fimm ár, og
hann hevur verið sýndur
fram á fleiri altjóða bila-
framsýningum.
Nú er verkætlanin komin
so langt, at fyrstu bilarnir
kunnu latast av verksmiðj-
uni í Alsace í Fraklandi
seinni í ár.
Bugatti er eitt gamalt
bilmerki, ið er kent frá
ymiskum kappkoyringum
fyrra partin av síðstu øld.
VW-konsernin eigur Bu-
gatti í dag, og teir hava sett
sær sum mál at gera ein av
heimsins skjótastu bilum
við yvir 1.000 hestkreftum.
Bugatti Veyron EB 16.4 er
eitt eindømi í søguni.
Motorurin hevur 16 sylind-
arar og koyrir frá 0-100
km/t upp á 2,9 sek. og frá 0-
300 km/t upp á minni enn
14 sek. Talan er um ein 8,0
litur W16 motor, t.v.s. tveir
samanbygdir V8 motorar.
Ventilarnir eru 64 í tali, og
ikki minni enn fýra turbo-
løðarar eru til taks.
Tað er ikki bara at koma
upp í ferð, bilurin skal eis-
ini kunna steðga aftur.
Hetta setur stór krøv til
bremsurnar. Bremsuskip-
anin er tann mest fram-
komna innan altjóða motor-
sportin. Ventileraðu kar-
bon-bremsuskivurnar hava
8 stempul hvør, og tær
kølast sera skjótt av. Sam-
stundis hjálpir spoilarin
aftan til við at bremsa
bilinum. Um bilførarin skal
bremsa skjótt, rættar spoil-
ari seg upp - eins og á ein-
um flogfari.
Pláss er einans til tvey
fólk í bilinum, sum í dýr-
astu útgávuni kostar umleið
30 milliónir krónur.
Tað er skjótt eingi mark
fyri hvar navigatiós-
skipanirnar í nýggjastu
bilunum eru at finna.
Seinasta nýggja frá
VDO Dayton er ein
navigatiónsskipan, sum
er innbygd í bakk-
speglið
BILÚTGERÐ
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Informatiónir frá nýggjastu
VDO Dayton navigatións-
skipanini eru nú eisini at
finna í bakkpeglinum við
einum" TFT litskermi, ið
vísir kort, koyriinstruktión-
ir og navigatiónsdata.
Bakkspeglið hevur inn-
bygdar hátalarar, har ein
týðulig rødd sigur frá tí,
sum er á skerminum. Tá
navigatiónsskermurin
er
sløktur, er speglið eins og
eitt vanligt bakkispegl.
LED - nýggj
ljósteknologi
til bilar
Seinasta nýggja
innan billyktir
eru LED-lyktir
ella dioduljós,
sum lýsa eins væl
og xenon-lyktir-
nar. LED-lyktir-
nar eru longu at
finna sum bak- og
bremsuljós og
verða væntandi
góðkendar sum
høvuðsljós um
góð tvey ár
BILLYKTIR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Bil-lyktirnar verða al-
samt betri og meira
framkomnar. Tað eru
ikki so nógv ár síðan
bilarnir nýttu vanligar
perur. Síðan komu
halogenlyktirnar, sum
lýstu fleiri ferðir so
gott, og seinnu árini
eru fleiri og fleiri bilar
komnir við xenon-
lyktunum, sum næstan
gera nátt til dag.
Seinasta nýggja inn-
an lyktir er LED-lyktir
ella dioduljós, sum
lýsa eins gott og xenon
-lyktirnar. Tað er týska
el-fyritøkan
Hella,
sum framleiðir LED-
lyktirnar, og tær verða
í løtuni royndarkoyrd-
ar sum forlyktir á bil-
merkjunum:
VW,
BMW og Mercedes-
Benz.
LED-lyktirnar eru
longu at finna sum
bak- og bremsuljós á
t.d. nýggju VW Golf
og Passat. Lyktirnar
eru ikki enn góðkendar
sum høvuðsljós, men
tað verða tær vænt-
andi síðst í 2007 ella
fyrst í 2008.
Fyrimunirnir
við
LED-lyktunum er, um-
framt at tær lýsa sera
gott, at tær halda líka
so leingi sum bilurin,
og at tá tær verða hóp-
framleiddar, verða tær
eftir ætlan væl bíligari
enn bæði halogen- og
xenon-lyktirnar.
Bugatti Veyron EB 16.4:
Yvir 1000 hk og 30 milliónir krónur
Bugatti Veyron EB 16.4 við meira enn 1.000 hestakreftum. Toppferðin er yvir 400 km/t, og bilurin koyrir frá 0-100 km/t upp á 2.9 sekund
Bugatti Veyron EB 16.4 er 447 cm langur, 2 metrar breiður og 1,2 m høgur. Spoilarin aftan er
við til at bremsa bilinum, eins og á einum flogfari
VDO Dayton:
Navigatiónskipan sæð í bakkspeglinum