Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 • hósdagur • 9. juni 2005 • 79. árg. Nissan Fathfinder eru væl kendir úr USA, har teir fingu góða móttøku og eru nógv seldir. Nú verða teir eisini gjørdir í Evropa og seldir á evropeiska marknaðinum. Pathfinder er ein 7 persóna SUV BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í ensku orðabókini stendur, at Pathfinder merkir sti- finder ella pionérur, og í donsk/føroysku orðabókini stendur, at stifinder merkir t.d. leiðvísari ella slóð- brótari. Hjá Nissan merkir tað, at Pathfinder bæði er ein slóðbrótandi bilur, og at hann eisini kemur væl fram uttan fyri vanliga koyri- vegin. Fyrr vóru jeepar og per- sónbilar heilt hvør sítt og gjørdir til hvør sítt enda- mál, men nógvir av nýggju SUV-frítíðarbilunum, sum eru sera væl umtóktir og fáa alt meira fótafesti her um okkara leiðir eins og í USA og Kanada, eru ein heppin sameining av "off- roadarum" og luksus- stationvognum. Nissan Pathfinder er ein av hesum bilum. Pathfinder er faktiskt ein Nissan X-Trail í størri út- gávu við upp til sjey siti- plássum. Tað er sum at koma inn í ein av stóru luksusbilunum, alu-look á intrumentborðinum og gardanboksini, og alt er merkt av gjøgnumførdum kvaliteti. Innrættingin er sera liði- lig, og nógvir møguleikar eru við setrunum. Bilurin kann nýtast bæði sum 7- persónabilur og sum vøru- bilur við 2.200 litra við- førisrúmi, tá baksetrini eru løgd niður. Motorurin er ein nýggjur 2,5 litur diesel við bein- leiðis common-rail inn- spræning og 174 hk. Motorurin er kvikur og umhvørvisvinarligur. Bæði 6-trins girkassin við manu- ellum girum og automatiski girkassin eru nýggir. Seinni kemur Pathfinder við ein- um 4,0 litur V6 bensin- motori við 269 hk. Hetta er sami motorur, sum er í sportvogninum Nissan 350Z. Pathfinder er ein 4x4 við somu fýrahjólsskipan sum Nissan X-Trail, men hesin hevur eisini reduduktións- gir til koyring í brattlendi. Undir koyring á góðum vegi verður bilurin einans drivin av bakhjólunum, hetta fyri at spara brenni- evni. Við eini fríhædd upp á 23,8 cm er bilurin høgur frá vegunum og klárar seg avbera væl uttan fyri van- liga koyrivegin. Á trygdarøkinum og við útgerð annars er Pathfinder er væl fyri, hann fæst við t.d. ESP, antispinn, 6 air- bag, pløguspælara, el-síðu- rútar, el-síðuspegl, aircon- dition, bakki-kamera, el- stilling av forsetrunum og ferðpilot. Prísirnir byrja við kr. 419.000 fyri persónbilin og 313.000 fyri vøru- vognin. Nissan Pathfinder SE 2,5 DCI aut. v. útgerðspakka Motorurin: 2,5 litur 4 syl. diesel 174 hk v. common rail innspræning 0-100 km/t: 12,3 sek Oljunýtsla: 11,1 km/l Dekkstødd: 255/65-17 Stødd og vekt Longd 474,0 cm Breidd 185,0 cm Hædd 186,5 cm Eginvekt: 2.132 kg Viðførisrúm: Prísur kr. 540.000,- v.automatgir (vøruvognur kr. 389.000, v. mvg) Søluumboð P/F Meinhardt Arge v. Oyggjarvegin FO-100 Tórshavn Tel. 345400 www.bilarge.fo Nissan Pathfinder 2,5 DCI: Pathfinder – slóðbrótari frá Nissan Nissan Pathfinder 2,5 DCI er ein SUV við 7 sitiplássum. Bilurin høgur frá vegunum og klárar seg eisini avbera væl uttan fyri vanliga koyrivegin Myndir: Jens Kristian Vang