Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Gummigentur Hesar báðar gentur- nar eru við í Mongolian National Cirkus, sum síðan 1940 hevur bjóðað akrobatikk, djór, klovnar, gand og nógv annað. Tær báðar gentur venja her til framførslurnar í sirkus- inum, har tað ganga undir navninum »Gummigentur«. Tær kunnu snúgva sær sum tey fægstu, og tað er ivaleyst undirhaldandi hjá bæði bønum og vaksnum at síggja. Robbie á museum Enski popparin Robbie Williams er nú ein av teimum, sum stendur til útstilling á savninum há Madame Tussaud í London. Voksfigururn av Robbie Williams varð avdúkaður nú um dagarnar, men sangarin sjálvur var ikki til staðar, hóast tað er vanligt. Hinvegin varð hann umgyrdur av teimum kvinnum, sum skuldu gera myndatøkuna av voks-Robbie áhugaverdari. Europeiska Tónleika Grand Prixið er ikki tað, sum tað einaferð var. Kappingin í Kiev fyri góðum trimum vikum síðani staðfesti enn einaferð, at tað eru nýggjar tíðir í kappingini. Tað er ikki neyðugt at leita so langt aftur í tíðina, bara eini fimm ella tíggju ár, fyri at uppliva, at tey europeisku londini sungu á sínum egna máli, umboðini vóru ofta kvinnur í longum kjólum við einum ella tveimum kórsangarum, og var tað onkur, sum hevði hug at skapa sær eitt sindur við poppi og dansi, var tað langt frá altíð, at tað loysti seg. Men soleiðis er ikki longur. Nú eru kjólarnir styttri enn nakrantíð, dansurin meira avbjóðandi, sangirnir oftast á enskum, og solistarnir eru bæði eggjandi og ágangandi. Eitt av teimum mongu døm- unum hesaferð var vinnarin av Grand Prixnum, sum var Helena Paparizou úr Grikkalandi. Hon hevði ein góðan sang, sang væl, og fangaði hyggjararnar kring alt Europa við sínum kjóla og dansi. Soleiðis skal tað næstan vera, um tú ætlar tær at vinna Grand Prixið í hesari nýggju tíð. C M Y K 8 Russiska Natalia Podolska endurtók Nobody Hurt No One til tað óendaliga, og hon var næstan eisini óendaliga nógv niðurringað Ein ungur og sjarmerandi svii vann Grand Prixið, og um tað ikki var nóg mikið, hevði hann fingið fýra svenskar damur at dansa til sangin hjá sær. Gentubólkurin Feminnem úr Bosnia-Herzogovina sá betri út, enn hann ljóðaði. Ljóshærdu genturnar sungur Call Me, og við eitt sindur av humori blanda upp í, kláraðu tær at fáa sær nógv stig í skjáttuna. Herfyri varð ein nýtt kloakkdeksil lagt á Ráðhúsplássinum í Keypmanna- havn. Hetta var ikki nakað vanligt deksil, tí tað var eitt serligt HC Andersen kloakkdeksil, sum er gjørt í sambandi við runda dagin hjá HC Andersen í hesum árinum. 200 slík deksil skulu leggjast ymsastaðni, og tað fyrsta varð lagt av Winnie Berndtson, umhvørvisborgarstjóra í Keyp- mannahavn, og Per Jacobsen, kloakkleiðara. Børn frá Classenske Legat- skole vóru til staðar, og tað sæst næstan á teimum, at tey merkja luktin úr kloakkini undir Ráðhúsplássinum. HC Andersen sum kloakk Nýggjar tíðir í GRAND PRIXNUM Vinnarin av Grand Prixnum, Helena Paparizou, smæddist ikki á pallinum, tá ið hon sang um My Number One (Mynd: Scanpix)