Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 181 - 21. september 2000 Nr. 181 - 21. september 2000 3ár 6ár 10 0 . 0 0 0 K M ELLA MÓTI RUSTI P/f Esmar Simonsen Tel. 44 44 05 ¥ Fax 44 46 29 - ein skilagóð avgerð! 168.700,- 99.985,- Júst nú er tann nýggi Nubira Stationcar heimkomin - og teir italsku designararnir hava gjørt tað aftur. Nubira er nú flottari enn nakrantíð. Útsjóndin er ikki tað einasta góða við Nubira. Bilurin er á tremur av hentari útgerð m.a. sentrallás, servostýring, el-rútar, eldrivin/hitaði síðuspegl, tónaðir rútar og við- litaðir kúfangarar. Nubira Stationcar hevur harafturat eitt av størstu viðførisrúmum í mun til aðrar bilar í sama flokki (1.840 litrar við niðurløgdum setrum). Sjálvandi fylgir 3 ára verksmiðjugaranti/100.000 km og 6 ára rustgaranti við Daewoo bilinum. Komið inn á gólvið hjá Esmari Simonsen á Kambsdali og royn Nubira. Nubira Stationcar úr bert 168.700 kr. Nubira Sedan úr bert 158.700 kr. Vælkomin! Matiz er ein fittur og handligur 5-hurða mini MPV við sentrallási, el-rútum og servostýring. Úr 119.985,- Lanos 1,3 ella 1,5. Rúmligur og fjølbroyttur. (í klassa við Toyota Corolla). Úr Luksusbilar við smáum prísum... Nubira Stationcar úr bert Sum sedan úr 158.700,- STEFAN Í SKORINI Marjun Heimá fall fyri Berninu seymimaskinunum við fyrsta eygnakast. Hon gjørdist so glað fyri tær, at hon fegin vildi læra onnur, hvussu seymimaskinan verður brúkt. - Eg eri Bernina-fan um ein háls. Eg fall fyri maskin- uni beinanvegin og havi verið ómetaliga glað fyri hana, øll hesi árini eg havi brúkt Berninu, sigur Marjun Heima. - Maskinan var so góð, at eg hevði eitt ynski um, at onnur eisini kundu læra at brúka allar teir møguleikar, sum maskinan hevði, sigur Marjun. Fór undir at selja Bernina í Føroyum Marjun Heimá fór beint eftir kríggið undir at seyma fyri fólk í Havn, og hon lat eina seymistovu upp. Har fekst hon nógv við seymi- maskinur, tí tað var ein part- ur av hennara arbeiði. Seymistovan var í stovuni í heiminum hjá henni og manninum. Alt virksemi hevur eisini verið í teimum somu húsunum øll hesi árini. Tað var tó ikki altíð so lætt at fáast við seymimask- inur, tí tær máttu sendast niður til Danmarkar, um tær skuldu gerast í stand. Tí bí- legði Marjun eitt annað slag av seymimaskinum. Tað var Bernina, og hon gjørdist beinanvegin glað fyri hesa maskinu og spurdi, um hon ikki kundi fara undir at selja hetta merkið í Føroyum. Tað var gaman í og í 1960, fyri júst 40 árum síð- ani, fóru fyrstu Bernina seymimaskinurnar um handilsdiskin í C. Ployens- gøtu 4. Síðani hevur Marjun ikki helmað í, og framvegis verða hesar maskinur nógv seldar og eru enn væl um- tóktar. Tað góða við Berninu er, at maskinurnar ikki eru ser- liga viðkvæmar, og tí kunnu øll brúka tær. Nógvar mask- inur eru seldar til skúlar, tí eingin trupulleiki er hjá børnum at brúka tær. Frá motori til seymimaskinur Maður Marjun, Petur Heimá úr Sørvági, hevði verið maskinmaður. Hann hevði siglt undir krígnum og nøkur ár eftir tað eisini. Petur fór úr maskinrúmin- um umborð á skipi at ar- beiða við minni maskinum. Hann fór niður til Danmark- ar fyri at læra seg at gera seymimaskinurnar í stand. Tey arbeiddu tískil saman í handlinum í fleiri ár. Hon seldi maskinurnar og lærdi viðskiftafólki at brúka tær, meðan hann setti í stand aftur, tá okkurt brek var. Ein av orsøkunum, til at Bernina gjørdist so væl um- tókt var, at Marjun bjóðaði viðskiftafólkunum undir- vísing. Til ber at biðja um tíð og koma til undirvísing í handlinum. Tey fyrstu árini var Marjun úti hjá fólki og lærdi tey, men tíðin rakk ikki til tað, og tí kundi við- skiftafólkið ístaðin koma til teirra at læra seg. Eisini sluppu tey frá at senda maskinur, sum ikki riggaðu, til Danmarkar. Petur doyði fyri seks árum síðani. Marjun hevur fleiri ferðir verið og vitja Bernina verk- smiðjuna í Sveis. Har hevur hon eisini fingið undirvís- ing í at brúka seymimaskin- urnar, so hon er før fyri at læra onnur. Kríggið broytti ætlanirnar Marjun hevur altíð havt góðan hug at seyma, men hon hevði ongantíð ætlanir um at gerast seymikona. Tað at duga at seyma er hó- ast alt ættarbregði, tí lang- abbi hennara var skræddari. Pápin var Jens Pauli í Dali úr Havn og mamman var Poulina av Tvøroyri. Pápin var lærari á navigatións- skúlanum, og tey búðu eis- ini eina tíð á skúlanum. Annars búði Marjun mest undir Pisuvarða við síðuna av Hans Andriasar húsi. - Eg ætlaði mær ongantíð at vera syerska. Tað kom av tí at, eg fór til Danmarkar og varð innistongd har, sig- ur Marjun. Marjun fór niður til Dan- markar í 1938, men hon slapp ikki heimaftur fyrr enn eftir krígslok í 1945. Hon var sum ein fangi í Danmark og slapp ikki at síggja síni kæru í Føroyum í nærum sjey ár. Tað var í hesum tíðar- skeiðnum, at Marjun lærdi seg at seyma. Hon gekk fyrst á handilsskúla, men fór síðani á annan skúla, har hon fekk undirvísing í seyming. Hon var noydd at finna uppá okkurt, meðan hon bíðaði eftir at sleppa heim. Áðrenn Marjun fór til Danmarkar hevði hon ar- beitt í ullvøruhúsinum, sum pápabeiggin átti. Hon hevði samstundis gingið á handilsskúla í Føroyum. Tað var tí hon fór á handils- skúla niðri, men hon hugs- aði ongantíð um at gerast seymikona, fyrr enn hon fór á tekniska skúla, har hon lærdi at seyma. Tá hon kom heimaftur á klettarnar, varð seymistov- an latin upp, og soleiðis kom hon í hesa vinnugrein- ina. Tá hon fór at selja Ber- ninu, var seymingin løgd meira til viks. Marjun kom sostatt at brúka bæði handilsskúlan og seymiskúl- an, tá hon kom heimaftur. Systirin komin uppí part Nú eigur Marjun handilin saman við systrini, Ingu Mortensen. Inga hevur ar- beitt í 30 ár, og hon er tískil eisini gomul í garði. Hóast tær hava arbeitt við seymimaskinum í mong harrans ár, so eru tær eins forliptar í Berninu sum á fyrsta degi, siga tær báðar og skera í ein so hjartaligan látur. Handilin ber ikki brá av at verða 40 ára gamal, men hevur eina ávísan dám yvir sær, sum er torførur at greiða frá. Handilin er ein býar- mynd, og tað er torført at ímynda sær at ganga oman móti ríkisumboðnum uttan fyrst at kaga inn í gluggan hjá Marjuni og Ingu. Hóast Marjun nú er 80 ára gomul, so leitar hon sær av og á niður í handlinum. Hon ruddar onkuntíð og plagar at telja upp einaferð um árið. Systrarnar báðar ætla sær at halda áfram við handl- inum so leingi til ber, men beint nú er eingin at taka yvir. Tað munnu nakrar tús- und seymimaskinur verða seldar millum ár og dag. Í dag selja tær Bernina maskinur og Riccar og Bernette, sum eisini verða framleiddar av Bernina fyritøkuni í Sveis. Menninir vilja hava tað besta Marjum hevur sum vera man nógvar hendingar at greiða frá, sum hon hevur upplivað gjøgnum hesin 40 árini. Marjun sigur seg minn- ast eina konu í Klaksvík, sum ráddi dóttrini til at keypa eina seymimaskinu fyri peningin, hon hevði fingið við at arbeiða í fiski. Marjun fór norð at læra tað ungu gentuna, og lokk- aði eisini mammuna at nýta maskinuna. Hon gjørdist so glað fyri maskinuna, at hon gav øllum teimum seks ommudøtrunum eina Ber- nina seymimaskinu í part, tá tær vórðu vaksnar. Marjun heldur fyri, at hetta vísir, hvussu góð Ber- nina í veruleikanum er. Hóast hetta fyri tað mesta er ein konufólka- verð, so eru tað ofta menn- inir, sum vilja hava tær bestu maskinurnar, sjálvt um teir ikki fara at brúka tær nakað serligt. Konurnar vilja kanska heldur hava eina einfaldari og bíligari maskinu, meðan menninir eru meira ráðaríkir. Annars hevur Marjun alt gott at bera sínum við- skiftafólki. Hóast hon mangan hevur latið maskinur upp á avgjald, so hava kundarnir altíð verið Forlipt í seymimaskinum Lívið hjá Marjun Heimá hevur mest snúð seg um seymimaskinur og seyming. Nú kann hon hátíðarhalda, at tað eru 40 ár síðani, hon fór at selja Bernina seymimaskinur. Í hesum sambandi fær hon eisini fína vitjan úr Danmark álítandi. Sita við teldu og seyma Tá vit settu beinini inn í handilin sóu vit eina far- teldu standa á borðinum. Beint við síðuna av stóð ein seymimaskina og ein leidn- ingur gekk frá telduni í maskinuna. Hetta ber boð um nýggjar tíðir - eisini hjá seymikon- um. Nú ber til at sita við telduna og seyma kjólar og buksur. Marjun sigur tó flenn- andi, at hon als ikki tekst við at seyma við teldu. Hon dámar betur tær gomlu. Systirin Inga heldur tó, at tað er fínt at kunna seta maskinuna í gongd og so seta seg at gera okkurt ann- að. Stórar broytingar eru farnar fram innan seymi- maskinur, men Marjun heldur tó, at tær størstu broytingarnar eru hendar tey seinastu tíggju árini við teldustýrdum seymimask- inum. Fáa fína vitjan Bernina fyritøkan letur ikki dagin fara framvið uttan nakað hóvasták. Í sambandi við 40 ára dagin kemur stjórin í Bernina í Danmark, Steen Jensen, á vitjan. Sam- an við honum verður eisini demonstratrise Tine Søgård, sum fer at vísa alt tað nýggja, sum Bernina hevur at bjóða. Tey verða í Før- oyum frá 20. til 23. september, og nógv góð til- boð verða at fáa hesar dag- arnar. - Eg havi ongantíð angr- að, at eg fór at seyma og selja seymimaskinur, sigur Marjun. Hetta hevur verið hennara lívsstarv, og hon hevur altíð verið hugtikin í seymimas- kinunum, sum hon hevur selt. Hon er enn forlipt í Ber- ninu. Marjun Heimá hevur selt Bernina-seymimaskinur í 40 ár. Her situr hon við eini av teimum nýggjastu teldustýrdu seymimaskinunum Mynd: Jens Kr. Vang Marjun Heimá lat upp seymistovu í Havn í 1946, men hon ætlaði sær tó ikki at vera seymikona, tá hon var yngri. Maskinan á myndini er eini 100 ára gomul Mynd: Jens Kr. Vang