Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 108 - 10. juni 2005 Nýtt svenskt flogfar Svenska stjórnin játtaði í gjár 750 milliónir svensk- ar krónur til at menna eitt nýtt hernaðarflogfar. Tal- an er um eitt ómannað flogfatr, sum verður ført fyri at bumba mál á jørð- ini. Leni Björklund, verju- málaráðharri, viðgekk mikudagin, at sum er hevur svenska vrjan ikki brúk fyri einum nýggjum flogfari, men hon legði kortini dent á, at tað er umráðandi, at svenski flogídnaðurin fær støðug- ar avbjóðingar, so vitanin á økinum kann haldast við líka og mennast. Tað er flogverksmiðjan Saab, sum skal gera nýggja flogfarið saman við fronsku verksmiðjuni Da- sault. Enn er ikki greitt, hvussu nógv tey nýggju flogførini fara at kosta, men tey verða í hvussu er bíligari enn tey kendu svensku jagaraflogførini av slagnum Gripen. Tey kosta umleið 500 svensk- ar milliónir, skrivar tíð- indastovan TT. Fleiri svenskir politikarar eru ímóti at brúka pengar til eitt nýtt flogfar, sum sviar ikki hava brúk fyri. Nei til vápna- hvíld Aftan á flóðalduna í Suðurasia annan jóladag í fjør høvdu fólk vónir um, at tað bar til at fáa frið í lag ímillum herin og upp- reistrarmenninar í indo- nesiska landspartinum Aceh, men nú eru vónir- nar smáar. Ovastin fyri indones- iska stjórnarherinum, generalurin Endriartono Sutarto, segði fyrradagin, at hermenn hansara fara at halda fram við bardag- anum ímóti uppreistrar- monnunum í Aceh. Upp- reistrarmenninir krevja, at Aceh skal fáa sjálv- stýri, men sambært her- ovastanum er tað eitt ófrávíkiligt krav, at teir leggja vápnini, áðrenn talan kann verða um sam- ráðingar um sjálvsstýri. Flóðaldan annan jóla- dag kravdi umleið 165.000 mannalív í Aceh-landspartinum. Uppreistrarmenninir og stjórnin játtaðu at binda frið eftan á vanlukkuna, men longu í januar byrjaðu bardagarnir aftur. Fyrrverandi finski for- setin, Martti Ahtisaari, beyð sær til at royna semju, og hann hevur boðað pørtunum til fund- ar aftur tann 12. juli, skrivar AP. Keypa skógvar úr Kina Vit hava leingi hoyrt, hvussu klædnaídnaðurin í Evropa kærir seg um ta hørðu kappingina úr Kina, og nú rópar eisini skóídnaðurin varskó. Nýggj hagtøl hjá ES vísa, at fýra teir fyrstu mánaðarnar í ár innfluttu ES-londini sjey ferðir fleiri skógvar úr Kina enn somu mánaðir í fjør, og myndin er á leið tann sama í USA. Skómakarar í Italia, Spania og Portu- gal hava sambært Wall Street Journal lagt stórt trýst á ES-nevndina fyri at fáa hana at avmarka tann stóra innflutningin úr Kina, og hesum taka skómakarar í Fraklandi, Grikkalandi og Pólandi undir við. Tann stóri klædnainn- flutningurin úr Kina hev- ur kostað fleiri túsun ar- beiðspláss í ES-londun- um, og skómakaarnir stúra fyri, at tað sama fer at henda í skóídnaðinum, skrivar Aftenposten. Prestur fekk sekkin Ein prestur í svenska býnum Kil hevur fingið sekkin, tí hann hevði verið inni á einari porno- grafiskari heimasíðu í arbeiðstíðini. Svensk bløð skriva, at maðurin bleiv avdúkaður fyri einum ári síðani, men kirkjuráðið samdist um at geva honum ein møgu- leika afturat. Síðani hevur presturin eftir øllum at døma skikkað sær væl, men nú hevur kirkjuráðið kortini gjørt av at siga hann úr starvi. Í uppsagn- arbrævinum stendur stutt, at hvørki kirkjuráðið ella kirkjufólkið hevur álit á honum longur. Tað er kortini ikki tann einasta orsøkin til upp- søgnina. Sambært bløð- unum vil kirkjuráðið vera við, at presturin hevur ikki røkt sítt starv nóg væl, og harafturat hevur tað verið ein trupulleiki, at hann heldur lítið um kvinnur sum prestar, skriva bløðini. UTTAN ÚR HEIMI Amerikanska stjórnin heldur, at USA og onnur lond skulu hava rætt til at gera innrás í latínameri- konsk lond fyri at tryggja demokratisk viðurskifti. Men hini londini siga nei LATÍNAMERIKA Árni Joensen fartekst@mail.dk Á ársfundinum hjá londun- um í Norður- og Suður- amerika, sum er í Florida í hesum døgum, hevur USA lagt fram eitt uppskot, sum ikki er fallið í góða jørð hjá hinum 33 londunum. – Vit eiga at vera á varð- haldi og forða ódemokrat- iskum stýrum. Tí eigur fe- lagsskapurin at hava heim- ild til at leggja seg út í við- urskiftini fyri at tryggja demokratiið, segði ameri- kanski uttanríkisráðharrin, Condolezza Rice, á fundin- um fyrradagin. Men uppskot hennara fekk kaldliga móttøku. Tey stóru londini, Brasil, Meksiko, Argentina og Kili, boðaðu alt fyri eitt frá, at tey tóku ikki undir við amerikanska uppskotinum. Brasilski uttanríkisráð- harrin, Celso Amorim, gjørdi vart við, at tað ber ikki til at noyða eitt land at skipa seg eftir demokrat- iskum reglum. Tann besti hátturin at tryggja demo- krati í Latínamerika er at berja fátækradømið niður, segði hann. Eygleiðarar á fundinum í Florida vóru ikki í iva um, at orðini hjá Condoleezza Rice vóru serliga ætlað forsetanum í Venesuela, Hugo Chavez. Og hon fekk eisini svar frá venesuelska uttanríkisráðharranum. – Vit vita, at "Uncle Sam" vil hava eftirlit við demokratiinum, men fe- lagsskapur okkara eigur at styrkja demokratiið heldur enn at leggja seg út í inn- anhýsis viðurskifti í teim- um einstøku londunum, segði Alf Rodriguez. Amerikanska uppskotið kemur, júst sum alt fleiri lond í Latínamerika hava fingið sosialistiskar og sosialdemokratiskar leiðsl- ur. Men sambært Condo- leezza Rice er tað eingin trupulleiki fyri ameri- konsku stjórnina. – Hyggið bara eftir Brasil og Lula, forseta. Eg eri hugtikin av tí, sum hann hevur fingið burturúr, og vit hava eisini góð viður- skifti við Brasil, segði hon við tíðindafólk. Amerikanskt uppskot um demokrati-eftirlit møtir mótstøðu Í 1992 fekk Henrik Johansen seks mán- aða fongsul orsakað av vantandi trygd umborð á ferjuni "Scandinavian Star". Men hann hevði ikki ábyrgdina SCANDINAVIAN STAR Árni Joensen. fartekst@mail.dk Um náttina tann 7. apríl í 1990 kom eldur í ferjuna "Scandinavian Star", sum sigldi ímillum Oslo og Frederikshavn. Vanlukkan kravdi 159 mannalív. Tvey ár seinni bleiv danin Henrik Johansen dømdur seks mánaða fongsul, tí rætturin kom til ta niðurstøðu, at trygdin umborð var ikki í lagi, og tað hevði reiðarin ábyrgdina av. Men nú hevur býarrætt- urin í Oslo gjørt av, at tað var ikki Henrik Johansen, sum hevði ábyrgdina av "Scandinavian Star", men heldur danski útgerðarmað- urin Niels-Erik Lund. Avvarðandi hjá teimum, sum doyðu í eldsbrunanum, kravdu í fjør, at málið skuldi takast uppaftur, tí eftir teirra tykki var tann veruligi ábyrgdarpersón- urin sloppin undan revsing. Danski ríkisadvokaturin sýtti fyri at ganga kravinum á møti, men nú hava tey av- varðandi gjørt av at endur- taka áheitanina við støði í dóminum hjá býarrættinum í Oslo. Tey hava tí sent Lene Espersen, løgmála- ráðharra áheitan um, at málið verður tikið uppaftur. Tað vakti ans, at býar- rætturin í Oslo av sínum eintingum gjørdi av at við- gera spurningin um eigara- viðurskiftini eina ferð afturat, og júst tí halda tey avvarðandi, at úrskurðurin hjá rættinum er sera týdn- ingarmikil. Enn hevur danski løg- málaráðharrin ikki tikið støðu til, um málið skal takast uppaftur. Dømdu skeivan reiðara Condoleezza Rice kom í harðan andróður á ársfundinum hjá teimum amerikonsku londunum Mynd: Reuters