fríggjadagur 10. juni 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 10. juni 2005
3
Sambært
sølutølunum
hjá TUTL hevur punk-
bólkurin 200 longu selt
fleiri eintøk av Viva La
Republica enn av fyrru
fløguni 200%. 1250 ein-
tøk fløguni eru farin um
diskin í fløguhandlunum.
Lagið Muscle Man
Blað liggur nummar eitt
á 15 teimum bestu, og
hevur gjørt tað í fleiri
vikur. Eisini á sølulist-
anum hjá Føroya størsta
fløguhandli
3’aranum
liggja 200 nummar eitt.
Fyrra fløgan hjá 200,
200% seldi umleið 1000
eintøk, og hetta er eisini
høg sølutøl fyri eina
punkfløgu. Men millum
annað væl hjálptir av
harra pop Óla Poulsen,
hava teir nú skapt eina
sanna hitfløgu.
nud
Í sera høgt viðurkenda
tíðarritininum Musikeren
er ummælið av Atlantic
Music Event, og rósurnar
eru nógvar. Blaðmaðurin
Morten Madsen heldur, at
tónlistarliga støðið er sera
høgt, og serliga Makrel og
Gestir fáa góð viðmælir.
Hann heldur, at hesir
bólkar tykjast seriøsir og
hava ein sera markantan
profil. Hann heldur tó, at
báðir
bólkar
høvdu
uppiborðið meira enn 15
minuttir á pallinum. Hann
kann tí gleða seg til at
síggja hesar bólkar í Vega,
har teir saman við 200
spæla í august.
Guðrun, Høgni Lisberg
og 200 fáa somuleiðis góð
viðmælir í greinini, sum er
á síðu tvey í tíðarritinum.
Um sjálva Prix Føroyar
finaluna
sigur
Morten
Madsen, at hóast Go Go
Blues vóru sera siðbundnir,
so vóru teir mundandi
meira
sannførandi
enn
Eyðun og Terji, sum til
samanberingar
tyktust
heldur profilleysir.
Musikeren hevur tilknýti
til Dansk Musikerforbund,
og roknast sum eitt sera
seriøst
tónleikatíðarrit.
Morten Madsen sigur, at
Atlantic Music Event er eitt
flott tiltak, og at ein sær á
føroyska tónleikapallinum,
at tiltøk sum hetta geva
tónleikalívinum íblástur.
Hann heldur tað vera
ótrúligt, at so nógvir bólkar
kunnu vaksa úr so fáum
fólkum.
nud
Høgni Lisberg gevur í
næstum sína næstu fløgu
út. Á konsertini í Gimle
í Roskilde, segði Høgni
við Portalin, at nýggja
fløgan er væl ávegis við
at verða ljóblandað. Hon
verður
ljóðblandað
í
Belgia av Luc Van Acker,
og
arbeiðið
gongur
framá.
Høgni er væl nøgdur
við ljóðblandið. Hann
segði, at hann valdi at
fara aðra staðni enn
Føroyar og Danmarkar at
ljóðblanda, tí næstan all-
ar føroyskar fløgur verða
ljóðblandaðar av somu
fólkum í hesum londum.
Við at fara til Belgia er
møguleiki fyri at fáa eitt
annað ljóð enn tað, sum
vanliga merkir føroyskar
útgávur.
nud
MC-Hár gestarappa á lagn-
um »Norður«, hjá íslendska
rapbólkinum Hæsta Hend-
in. Hæsta Hendin gav her
fyri sína fyrstu fløgu út.
Talan er um pop og r’n’b
kendan hip hop tónleik.
Lagið »Norður« er eitt
norðurlendskt samstarv, har
rapparar úr teimum norður-
lendsku londunum, rappa
um sereyðkenni við sínum
landið. Her er svenski rapp-
arin Professor P, danski
Clemens,
grønlendsku
Nuuk Possee, norsku Dans-
ken, finsku Elastinen og
MC-Hár úr Føroyum.
MC-Hár rappa á lagnum
m.a. um William Heinesen,
Regin Vágadal, heima-
lomb, yvirvaksnar lundar
og varðar.
Tað
er
heimskenda
danska
framleiðarasam-
starvið Madness for Real,
sum hava lagt fløguna til
rættis. Teir hava fyrr produ-
sera m.a. Black Eyed Peas
og Ice Cube og góvu egna
fløgu út í 90’unum undir
navninum Den Gale Pose.
ek
Teitur Lassen gevur í
næstum DVD út við fram-
førsluni hjá sær í Vega í
desember í fjør. Konsertin
varð tikin upp, og er nú
ljóðblanda og klipt saman.
Teitur sigur, at hann er sera
vælnøgdur við úrslitið, og
gleðir seg til at síggja,
hvussu DVD’in verður
móttikin.
Hvørji løg eru á DVD’ini
er ikki alment enn. Men á
konsertini spældi Teitur:
Let’s go dancing, Shade of
a
shadow,
Halfway
between, One and only,
Sleeping with the ligths on,
To meet you, You’re the
ocean, Rough around the
edges, Josephine, I was just
thinking
og
Amanda’s
dream. Umframt nýggju
løgini Louie Louie, I run
the Carrousel, Hanging my
worries out to dry og
Waiting for mars to come
out. Hann tolkaði eisini
Great balls of fire hjá Jerry
Lee Lewis. So her er talan
um nógv góð løg.
Konsertin var ótrúliga
góð, millum annað hevði
Teitur strúkarar við sær á
nøkrum av løgunum, og tað
lyfti tónleikaupplivingina.
Konsertin varð tikin upp
við hondhildnum filmtóli,
og hetta gevur sambært
Teiti DVD’ini ein heilt
serligan dám. DVD’in er
klár til at verða sett í
framleiðslu, nú manglar
bert at seta ein útgávudag.
nud
Teitur á DVD
MC-Hár á íslendskari rap fløgu
Atlantic Music Event var sera flott
1250 x 200
Høgni Lisberg
nýggja fløgu
Lesið
-so eru tit við!
veitst tú ikki tað?