Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 10. juni 2005 5 Ættarliðsskifti skal vera í eini av Føroya størstu fyritøkum, samstundis sum virksemið verður økt, SMS verður umbygt og leiðslan styrkt SMS søkir fíggjarstjóra Sunn og sterk fyritøka P/F SMS er ein sunn og sterk fyritøka við ein-um eginpeningi uppá góðar 100 mió. kr. Ein føroyskur og ein íslendskur partaeigari eiga 50% hvør. Høvuðsendamálið hjá P/F SMS er at eiga og reka handlar kring landið, og at standa fyri øllum leigumálunum í Sølumiðstøðini SMS. Í løtuni eigur fyritøkan hesar níggju handlar: Miklagarð, Hornið, Benetton, Mylnuna, Brotið í Saltangará, og Bónushandlarnar í Havn, í Klaksvík, á Glyvrum og á Tvøroyri. Harumframt eigur fyritøkan matstøðini í SMS, BurgerKing, SunSet og Perluna. Tilsamans 325 eru í starvi, og handlarnir seldu í fjør fyri 260 mió. kr. uttan MVG. Víðkað og vaksandi virksemi Eitt annað endamál hjá fyritøkuni er at gera íløgur í virðisbrøv. Vit eru ein av høvuðspartaeigarunum í P/F Fastogn, ið varð stovnað fyri góðum ári síðani. SMS bygningurin er ein av seks bygningum, sum felagið eigur. Tey seinastu árini hava vit nýtt nógva orku til at vaksa um okkara virksemi, og hesin vøkstur heldur fram. Vit fara um stutta tíð at eiga fl eiri handlar, eins og nýggj sølumiðstøð skal standa liðug í 2006. Nýggj og sterkari leiðsla Tað standa sostatt fl eiri stórar avbjóð- ingar fyri framman. Tí skal leiðslan eisini umskipast og styrkjast. Felagið skal hava eina trímanna stjórn við einum forstjóra, einum fíggjarstjóra og einum býlingastjóra. Hvør limur í stjórnini fer at hava beinleiðis ábyrgd mótvegis nevndini. Nýggjur fíggjarstjóri Tað er í hesum sambandi, at vit nú søkja eftir einum fíggjarstjóra — kvinnu ella manni. Talan er um eitt týðandi og krevjandi starv. Í høvuðsheitum skal fíggjar- stjórin standa á odda fyri framtíðar fíggjardeild okkara, har hon/hann skal hava beinleiðis leiðslu av starvsfólk- unum og ábyrgdina av øllum tættum innan fíggjarstýring. Harumframt skal hon/hann vera ein natúrligur partur av stjórnini og taka lut á nevndarfundum. Fíggjarstjórin skal syrgja fyri at alt virkar, og hava evnini at taka neyðug stig, tá tað ikki virkar. Vit bíða eftir tí rætta Umsøkjarar skulu hava hægri ástøði- liga útbúgving og viðkomandi hollar praktiskar royndir. Lønin er góð og í samsvari við krøv og ábyrgd. Eftirlønarskipan verður boðin. Er tørvur á tí, kunnu vit eisini hjálpa við at útvega bústað. Vit vilja hava samband við rætta við- komandi skjótast gjørligt, men eru til reiðar at bíða við at seta starvið, um tað er neyðugt. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu — saman við skjalprógvum — sendast til: P/F SMS Att. Hans Mortensen, stjóri Postboks 1059 110 Tórshavn Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Hans Mortensen á tlf. 31 30 41. Tað ber eisini til í trúnaði at spyrja seg fyri hjá grannskoðara okkara, Árna Ellefsen, grannskoðaravirkið Spekt, tlf. +298 34 34 34 SMS P/f, á Trapputrøðni, 110 Tórshavn, tel. +298 31 30 41, fax +298 31 74 34, heimasíða: sms.fo v Fríggjakvøldið ber til at ogna sær atgongu- merkir til Jóansøku- festivalin í Gekkinum FESTIVALUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tá Gekkurin fríggjakvøldið fer í luftina, er nýggi jóan- søkufestivalurin við í spæl- inum Til ber nevniliga at vinna sær atgongumerkir til Jóansøkufestivalin í Gekk- inum fríggjakvøldið. Festivalurin verður hildin á fyrsta sinni í ár og er partur av nú 80 ára gomlu jóansøkuni. As Sweet er eitt av stóru nøvnunum á festivalinum og vøkru og vælsyngjandi genturnar í poppbólkinum Nylon vitja úr Íslandi. Báðir føroysku bólkarnir, sum í hesum døgum eru við í kappingum á sjónvarpsrásini MTV, eru við á jóansøkufestivalinum, umframt nógv onnur føroysk nøvn. Tað er skipsmeklara- virkið MARETEC á Argjum, ið hevur skipað fyri søluni av skipinum, sum P/F Thor í Hósvík átti SØLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kombineraða línuskipið og ísfiskatrolarin, Mars, sum eisini hevur verið nýttur í frálandavinnuni, er nú seldur einum felag í Panama. Reiðaríið, P/F Thor í Hósvík, átti skipið, og nú eru tað spaniumenn úr Las Palmas, sum standa aftan- fyri keypið. Skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum, sum hevur skipað fyri søluni, sigur, at menn, sum um- boða keypararnar, hava verið í Føroyum í nakrar vikur og gjørt skipið klárt til fráferðina. Nýggju eigararnir ætla at brúka skipið til hummara- fiskiskap á leiðunum úti fyri Vesturafriku. Lesið -so eru tit við! Mars á hummara- veiði í Vesturafriku GONGUTÚRUR tíðindaskriv Nakrar av vakrastu áunum í Føroyum eru ikki longur áir. Tær eru turrar og bert í áar-føri eru tær vátar. Stóru vatnnøgdirnar, sum tær fyrr bóru oman í dalar og á sjógv, verða nú tiknar uppi í haga og førdar av leið at verða brúktar til fallorku. Fossá í Vestmanna, Breiðá úr Eiðisvatni og Vesturdalsá eru nakrar av hesum vøkru áunum, sum vit hava mist. Bert hend- inga Vestmenningur mann minnast Fossá í sínum stór- mæti og ótrúliga vakur- leika. Fleiri Eiðisfólk minnast Breiðá, og mong eru, sum eiga at minnast Vestur-dalsá. Aðrar áir kundu verið nevndar, sum ikki standa aftari í vakur- leika, og sum nú heldur ikki eru áir, í Vestmanna og fram við Funningsfjørð, men tað verður eina aðra ferð. Nú standa so aðrar stórar og vakrar áir fyri hóttafalli. Vit orka ikki at síggja vatnið renna í hesum áum, men skulu partú brúka tað at fáa turbinur at mala. Skálá, sum kemur oman Skálagjógv til Norðskála, skal verða turr, og Stórá oman á Oyri, skal heldur ikki longur vaksa um oyruni har. Blásendi á Selatrað og Breiðá millum Oyri og Selatrað eru stórbærar og vakrar at síggja av Streym- oyarlandinum í áarføri, men tódna niður í at kalla einki, tá ælini eru farin. Men fáar áir í Føroyum, um nøkur, tekur hesar áir í vakurleika og yndi, har tær renna uppi á Eystur-oyar- sylluni. At ganga fram við hesum ótrúliga reinu áum, møkum ella á tremur, gevur tær eina uppliving og sjón, sum ongantíð fer frá tær. Men tær standa so eisini fyri skotum nú. Gongutúrur á Skála- fjall og um Breiðá Sunnudagin fer Felagið Tórshavn gongutúr niðan á Skálafjall, norðanfyri ella sunnan-fyri Halgafelstind oman fram við Breiðá og til Oyrar. Skálafjall ber av øllum fjøllum við vøtnum og tjarnum. Tað fer trúliga at sleppa at liggja órørt av mannahond. Tí velja vit at fara niðan á Skálafjall, áðrenn vit fara vestur um og oman fram við Breiðá at síggja og gleðast um hesa á. Áðrenn hon hvørvur sum á. Tá er ov seint. Fossá, Breiðá og Vesturdalsá Jóansøkufestivalurin í Gekkinum