Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 108 - 10. juni 2005 – Hóast hýrurin á írum var góður eftir dystin, so hevur tað verið ein stak friðarlig nátt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn LØGREGLAN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Av politistøðini frætta vit, at tað hevur verið ógvuliga friðarligt. – Vánaliga veðrið hev- ur sjálvandi dempað góða lagið nakað, tí tað var ikki veður at ganga úti og mala. Fólk sótu inni á ymsu skeinkistøð- unum og hugnaðu sær í frið, greiðir vakthavandi frá. Fleiri av skeinkistøð- unum høvdu framman- undan søkt um at hava opið longri enn vanligt. Tí var eisini harður tón- leikur spældur longri, enn fólk í Havn eru von við eitt gerandiskvøld. – Vit fingu onkrar klagur um ov harðan tón- leik, frá misnøgdum grannum, men skeinki- støðini høvdu loyvini í lagi, so tað gjørdist ikki við, sigur vakthavandi. Fyribyrging Í allan gjár sóust herlið av væl útgjørdum løg- reglumonnum ganga runt í Havnini. Spurdur, um teir væntaðu sær nakran ófrið svarar vakthavandi, at tað gjørdu teir ikki. – At vit vístu okkum í býnum var bert til fyri- byrging. Tá fólk allatíð- ina síggja løgregluna, so hugsa tey eitt sindur meiri um at skikka sær pent. Tað eru rættiliga strong krøv um trygdina til slíkar altjóða dystir, og írar eru jú kendir fyri at vera rættiliga »engageraðir«, tá tað kemur til fótbóltin. So tað var mest til fyribyrg- ing, at vit gingu so mannsterkir í Havnini, greiðir vakthavandi frá. Hann sigur víðari, at tey flogførini, sum ikki fingu lent í gjár, allar- helst hava havt teir vill- astu áskoðararnar um- borð. – Tey, sum komu til Føroyar í góðari tíð, vóru serliga eldri fólk og fam- iljur, sum komu fyri túr- ins skyld. Og tey vóru sera friðarlig og fitt at práta við, staðfestir vakt- havandi. Hann væntar sær ikki nakran ófrið í dag, hóast fleiri teirra ikki sleppa av landinum aftur. – Tey, sum skulu av- stað í dag, eru farin vest- ur at bíða, so tað verður neyvan nakar trupulleiki av teimum í dag, sigur vakthavandi at enda. Brádliga leyp hundurin á, skræddi 13 mánaða gomlu gentuna frá mammuni, og beit hana sera illa. Gentan liggur framvegis á intensivu deild HUNDAÁLOP eydna@sosialurin.fo Eitt 13 mánaðar gamalt barn var mikumorgunin illa bitið av einum rottweilara í Norra. Lítla gentan fekk álvar- samar skaðar í aðra mjødn- ina, lærkrikan og lærið, og hon er framvegis innløgd á intensivu deild, eftir eina umfatandi skurðviðgerð mikudagin. Àlopið frá hundinum hendi, tá mamma gentuna skuldi loyva einum rott- weilara út í hundagarðin á økinum, har abbi lítli gent- una hevur eina hundaali- støð. Mamman bar gentuna, men brádliga leyp rottweil- arin á, skræddi gentuna frá mammuni og skammbeit hana. Hundurin er nú avlívað- ur. Óvist er, hvussu verður við lítlu gentuni. Rætting: Í Sosialinum í gjár stóð skrivað, at tað var eitt oman- lop við Gjógv. Hetta er kanska eitt sindur misvísandi, tí omanlopið var á Funnings– og Gjáarvegnum, og ikki í bygdini sjálvari. eys 1200 tekningar komu inn til stóru kapping- ina, sum varð hildin á torginum í SMS í sambandi við altjóða roykfría dagin 31. mai ROYKFRÍUR DAGUR Eydna@sosialurin.fo Tað vóru Astma- Allergifel- agið, Hjartafelagið og Før- oya Felag ímóti Krabba- meini, ið saman við Apo- teksverkinum og Fyribyrg- ingarráðnum skipaðu fyri degnum í ár. Teknikapping Fyri børn var ein stór tekni- kapping, og staðfestast má, at hon fekk stóra undirtøku. Kappingin var fyri børn upp til 14 ár, og ikki færri enn 1200 tekningar komu inn. Sum skilst, komu tekn- ingar bæði úr skúlum kring landið, men eisini frá ein- staklingum, sum teknaðu heima. Í sambandi við kapping- ina vóru tað eisini fleiri lærarar, ið nýttu høvið at undirvísa næmingunum um vandan við royking. Kappingin var býtt upp eftir aldri í 3 partar, og vinnararnir vóru: • Í bólkinum børn upp til 7 ár, var vinnarin, Fróði Mørkøre, Klaksvík • Í bólkinum, 7-10 ár, var vinnarin Barbara Eiriks- foss, Tórshavn • Í bólkinum, 11-14 ár, var vinnarin Jónhild Magnus- sen, Miðvágur Spurnarkapping Hóast tiltakið serliga vendi sær til tey yngru, vóru tey vaksnu tó heldur ikki gloymd. Ein spurnarkapping var nevniliga bæði í Sosialin- um og í Dimmalætting til tey vaksnu. Vinnararnir av kapping- ini vóru: 1.Ein ferðaseðil frá Atlan- tic Airways: Sólrun Luid, Trongisvágur 2. Ein gáva frá Landsstýr- ismanninum í Almanna- og heilsumálaráðum: Isabella Sivertsen, Norðdepil 3.Eitt gávukort uppá kr. 1.000 at nýta í Handlunum í SMS: Oddmar Selfoss, Sørvágur. Tiltakið í SMS var væl vitjað og góðir møguleikar vóru at nema sær kunnleika um royking. Hans Pauli Strøm við vinnarunum av tekni- kappingini: Barbara Eiriksfoss úr Havn, Fróði Mørkøre úr Klaksvík og Jónhild Magnussen úr Miðvági Eingir hooligans Hóast írar fyltu nógv í Havnini eftir landsdystin í gjár, so var náttin ógvuliga friðarlig, frætta vit at løgreglustøðini í Havn Teknikapping um royking Hundur skammbeit barn Rokningin, fyri at hava danska krúnprinsaparið á vitjan, er nú blivin almannakunngjørd í Australia. Nærum hálvfjórða millión kr, av australskum skattapengum vórðu nýttir KRÚNPRINSAPARIÐ Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Sambært avísini »Austra- lian« er stóra frøðin um at hava Mary og Frederik á vitjan, nú vend til øði hjá møngum australiarum. Tað er nevniliga komið fram, at vitjanin kostaði ikki færri enn 3.436.000 krónur. Og tað er ov mikið – serliga fyri australsku kvinnurnar. Øvundsjúkar kvinnur Tað, at ljós nú er kastað á royalu nýtsluna, er serliga orsakað av, at australskar kvinnur, sum fyrr í ár gleddust um heimvendu prinsessuna, nú øsa seg um luksuslívið hjá landssystr- ini. Og tær eru illar um, at rokningin áljóðandi knappa hálvafjórðu millión krónur, verður send til teirra. Blaðið »Australian« vísir á, at upphæddin, ið var løgd á borðið fyri vitjanina hjá Charles prinsi var tríggjar ferðir so høg, men eingin hevur tikið ta upphæddina upp á tungu. Blaðið vísir sostatt á, at hóast danska prinsaparið var ein dýrur gestur, so kundu tey verið nógvar ferðir verri. Millum tungu útreiðsl- urnar fyri donsku vitjanina, ið australiarar hava goldið umvegis skattapeningin, vóru m.a. tveir serfrøðing- ar, ið skuldu læra australi- arar, hvussu man tekur ímóti kongaligum gestum úr Evropa. Eisini skuldu hesir ser- frøðingar syrgja fyri, at ongar ljótar søgur um fortíð Mary sóu dagsins ljós. Yvir 600.000 kr vóru nýttar til champagnu, donsk fløgg og annað luksus, í sambandi við fínu vitjanina, og knappar 300.000 kr vóru nýttar til eina móttøku, har jet-settið í australia kundu hitta par- ið. Men australiarar eru ikki einsamallir um at gjalda vitjanina. Danskir skatt- gjaldarar fáa nevniliga eis- ini ein stóran part av rokn- ingini. M.a. knappar 210.000 kr bert í hotell- rokningum. Vónandi verður vitjanin ikki eins dýr fyri palleba, sum hon varð fyri australi- arar. Við okkara strammu fíggjarætlan verða vit ikki bótafør, um ikki skatturin verður hækkðaur munandi, so vit megna at gjalda fyri royalu luksusvanarnar. Mary kostaði hálvafjórðu millión Krúnprinsessan er ein dýrur gestur at hava, tað hava aus- traliarar sannað, nú rokn- ingin fyri krúnprinsavitjan- ina har er almannakunn- gjørd. Rokningin er áljóðandi hálvafjórðu millión av skatta- pengunum