Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 10. juni 2005 7 Sangarin í danska bólkinum TV2, Eivør Pálsdóttir og onnur eru farin at samstarva. Tey hava spælt á Bornholm hesa vikuna, og hóskvøldið skuldu tey spæla í Århus TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eivør Pálsdóttir er blivin meira virkin í Danmark seinastu tíðina, og nú er hon blivin partur av einum samstarvi millum nakrar av fremstu sangskrivarunum í Danmark. Steffen Brandt, sangari í TV2, Lars H.U.G., Dicte og Henriette Sennenvaldt, sum er kend frá bólkinum Under Byen, eru solistar, og tey spæla sín tónleik saman við Midtvest Ensamble, sum er mannað við fýra strúkar- um. Samstarvið byrjaði til mentanarvikuna á Born- holm í 2004. Hava fleiri framførslur Eivør Pálsdóttir var ikki við fyrstu tíðina, men nú er nú sloppin upp í part tí góða selskapinum. – Eivør er tann nýggja í flokkinum, og hennara norðuratlantiska bakgrund og dramatiski dámur passar fantastiska væl inn í samanhangin, sigur Steffen Brandt, sum er listarligur leiðari í samstarvinum. Fyrr í vikuni spældu tey á Bornholm, og tey skulu aftur í september spæla har í sambandi við mentanar- vikuna á oynni. Hóskvøldið spældu tey til fyrstu konsertina á tí so- nevnda SPOT festivalinum, sum verður hildin í Århus. Konsertin var í Musikk- húsinum. Um vikuskiftið verður SPOT festivalurin hildin í Århus, og tríggir føroyskir sangarar skulu hava kon- sertir á festivalinum TÓNLEIKUR Eyðun Klaksteina eydun@sosialurin.fo Um vikuskiftið verður tann 11. SPOT festival- urin hildin í Århus. Hetta er eitt tónleikatiltak, sum serliga leggur seg eftir at bjóða tónleik og tónleik- arar, sum eru á veg fram. Teitur Lassen hevur til dømis verið við á fleiri SPOT-tiltøkum, og hetta tiltak hevur havt stóran týdning fyri yrkisleiðina hjá honum. Nú er Teitur við aftur til SPOT 11, og tað verð- ur hann saman við norð- urlendskum samstarvs- feløgum. Teitur Lassen, danska duoin Hush og norsku solistarnir Ane Brun og Christer Knutsen hava spælt saman á fleiri konsertum saman við Real Ones sum bólki, og tað verður í hesum samanhangi, at Teitur fer at spæla á SPOT 11. Tað eru DR, NRK og ROSA, sum hava tikið stig til samstarvið mill- um tónleikararnar, og endamálið er at vísa nøkur av teimum norður- lendsku talentunum fram. Konsertin við teimum verður leygarkvøldið í Kunstbygningen, og framførslan gongur undir navninum «Sangskriving í reyðum, hvítum og bláum«. Tvær havfrýr við Eivør Pálsdóttir skal hava konsert á SPOT 11. Hon fer at syngja í ARoS leygarkvøldið kl. 20.30, og umframt hesa fram- førslu var hon eisini við til fyrstu konsertina á SPOT 11, tá ið hon sang saman við Midtvest En- samble og øðrum donsk- um solistum. Lena Anderssen verður eisini við til SPOT 11, og tað er fyrstu ferð, at hon luttekur til hetta tiltakið. Lena hevur seinnu tíðina lagt seg meira eftir at koma fram í Norður- londum, og konsertin við teimum trimum havfrún- um og í Keypmannahavn farna vikuskiftið var ein liður í hesum. Nú sleppur Lena at royna seg í Århus, og tað fer hon at gera á eini konsert á Train fríggjakvøldið kl. 18.30. So tey, sum sum búgva í Århus ella í nánd av býnum, kunnu hoyra nógvan góðan føroyskan tónleik um vikuskiftið. Meira kann lesast um tiltakið á www.spot11.dk Eivør Pálsdóttir er í uppskoti til íslendska leiklistavirðisløn fyri tónleikin, sum hon gjørdi til Úlfhamssøgu VIRÐISLØN Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tá ið tilnevningarnar til íslendsku leiklistavirðis- lønirnar vórðu kunngjørdar í vikuni, var Eivør Pálsdótt- ir úr Gøtu millum tey, sum vórðu skotin upp at vinna eina slíka virðisløn. Eivør er í uppskoti fyri ljóðið og tónleikin, sum hon skrivaði til leikin Úlf- hamssøgu. Tilnevningar til íslendsku leiklistavirðis- lønirnar verða gjørdar í 15 greinum, og fimm verða innstillað í hvørjari grein. Úlfhamssøgan fekk næst- flestar tilnevningar – sjey í tali fyri dans, búnar, leik- mynd, ljós og ársins leik umframt fyri tónleikin og ljóðið. Flesti tilnevningar fekk leikurin Mýrarljós, ið var framførdur í tjóðleik- húsinum. Eisini føroysk leikstjórn Úlfhamsøga er framleidd av ein lítlum sjálvstøðugum leikhúsi hjá Mariu Elling- sen. Maria er fødd og upp- vaskin í íslandi, men hon er dóttir Ásbjørg Thorsteins- son úr Vági, og hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri føroysku kvæðunum. Maria er sjálv sjónleikari, men Úlfhamssøga er henn- ara fyrsta roynd at leik- stjórna. Úlfhamssøgan byggir á gamlar rímur, ið siga frá kærleika og stríð. Rímurnar hava verið ókendar, men Aðalheiður Guðmunds- dótttir fann hesar rímur og skrivaði tær niður, og Maria helt at rímurnar vóru so spennandi, at hon vildi gera ein leik burturúr teimum. Eivør inn í myndina Eivør Pálsdóttir var tá flutt til Íslands at búgva, og Maria hevði upplivað Eivør á palli. Hon var ikki í iva um, at tað skuldi vera Eivør, ið gjørdi tónleikin. Og soleiðis endaði tað við, at Eivør longu sum 19 ára gomul játtaði at ger tónleikin til ein leik, ið tá bara var nakrar niðurskrivaðar rímur. Harumframt setti Maria Ellingsen seg í samband Snorra Freyr Hilmarsson, ið er íslendskur myndlista- maður, ið fleiri ferðir hevur verið í Føroyum og gjørt pallar, og Rejo Kela, ið er ein kendur finskur dansari. Síðani arbeiddu tey fýra saman og góvu gomlum rímum nýtt lív við at seta tær saman við nýmótans myndlist, tónleiki, dansi og leiklist. Koma til Føroya Tíggju leikarar er við í sýn- ingunum og allur tónleikur- in verður framførdur live við Eivør á pallinum alla tíðina. Tónleikurin er ikki nakað, sum Eivør hevur framført palli í Føroyum, men tað kann tó nevnast, at eitt av løgunum – Endur- fødd – er við á fløguni Trøllabundin við Eivør og DR Bigband. Úlfhamssøgan var fyrstu ferð framførd í oktober 2004, og sýningar vóru fyri fullsettum Hafnarfjarðar leikhúsi heilt fram til jóla. Føroyingar kunnu gleða seg, tí tann 1. september í ár verður høvi at síggja leikin í Norðurlandahús- inum. Eivør í uppskoti til íslendska virðisløn Føroyingar væl umboðir á SPOT Eivør í góðum selskapi í Danmark Eivør er nú í uppskoti til virðisløn í íslendska leiklistaheiminum. Hon gjørdi tónleikin til leikin Úlfhamssøga, sum í september mánaði í ár kann síggjast í Føroyum Mynd: Jens Kr. Vang Teitur Lassen verður ein av føroysku tónleikarunum, sum verður at hoyra í Århus um vikuskiftið -har tað hendir