Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 108 - 10. juni 2005 Venjingarumstøðurn ar hjá róðrarfólki og øðrum, sum ynskja at leiga hølir og venjingaramboð, eru betraðar við nýggjum venjingarhøli í Róðrarneystinum á Glyvrum EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í ár verður eingin FM- kappróður á Eystanstevnu, tí ár er tað kappróðurin á Varmakeldu, sum telir við á stigatalvuni. FM-róður er nevniliga annaðhvørt ár á Eystanstevnu og annað- hvørt ár á Varmakeldu. Men hóast róðurin ikki telir við í FM-høpi hesa- ferð, verður kortini róð kapp á Skálafjørðinum í ár. Kappróðurin á Eystan- stevnu byrjar sunnudagin klokkan 15, og Kappróðr- arfelagið hjá NSÍ vónar, at undirtøkan verður góð, bæði viðvíkjandi tilmeld- ing av bátum og vitjandi á havnalagnum, meðan róð – Saman við ítróttarfeløgum, áhugabólkum og samkomum hava vit gjørt karmarnar um stevnuna so góðar sum gjørligt, og vit vóna, at undirtøkan verður góð, sigur borgarstjórin, sum bjóðar øllum vælkomnum á Eystanstevnu EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, bjóðar vegna býráðið øllum – bæði nær og fjar, ungum og eldri – hjartaliga vælkomnum á Eystanstevnu, sum verður hetta vikuskiftið. – Hetta er ein av teimum týðandi summarstevnun- um, har kappróður og aðrar ítróttargreinir hava stóran týdning fyri ítróttarfeløg- ini. Hann vísir á, at nógv er hent á flestu økjum sein- astu árini, og stórur spenn- ingur er um gongdina í ymisku ítróttargreinunum, sum kappast verður í, nú vit hava sett skjøtil á summ- arið. Gaman og álvari – Í ár eru 44 ár liðin, síðan fyrsta Eystanstevnan varð hildin, og vit kunnu ikki siga annað enn, at nógv er broytt hesi árini, men týdn- ingurin av at halda summ- arstevnur er eins stórur nú sum áður. Borgarstjórin vísir á, at hetta er vikuskiftið, tá ið flestu ítróttarfólk í Føroy- um møtast til dystar í tjóð- arítrótt okkara – kappróðri – eins og í øðrum ítróttar- greinum. – Hetta er vikuskiftið, har vit leggja vanliga ger- andisdagin til viks eitt bil og taka lut í ymisku og fjøl- táttaðu tiltøkunum, sum eru til gaman og álvara hesar dagarnar. Vælkomin! Rodmundur Nielsen sigur, at býráðið saman við ítrótt- arfeløgum, áhugabólkum og samkomum hevur gjørt karmarnar um stevnuna so góðar sum gjørligt. – Vit vóna tískil, at undir- tøkan verður góð, soleiðis at Eystanstevnan 2005 verður væleydnað. Vegna Runavíkar býráð bjóðar borgarstjórin øllum at vera hjartaliga vælkomn- um á Eystanstevnu. EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Longu frá mikukvøldin- um í hesi vikuni til sunnukvøldið klokkan 23 verður eingin gjøgn- umkoyring á stevnuøkin- um í Runavíkar komm- unu. Heiðavegurin verður sostatt stongdur frá Jung- mann og suður til Hotel Runavík. Ferðslan, sum plagar at koyra eftir hes- um vegastrekki, verður í staðin beind eftir kai- økinum. Tó ber til at koyra til handlarnar, sum liggja ímillum Føroya Banka og Brotið, siga tey, sum skipa fyri á Eystanstevnu. Nógv er á skránn Vit leggja vanliga gerandisdagin til síðis á stevnuni Rodmundur Nielsen, borgarstjóri: Eystanstevnan telist millum tær størru summarstevnurnar - Eystanstevnan hevur nú 44 ár á baki, og nógv er hent hesi árini, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen Mynd: Vilmund Jacobsen Skráin fyri Eystan- stevnuna í ár er ikki lítil, men rættiliga rúgvusmikil. Nógv arbeiði og stór fyri- reiking liggur aftan- fyri øll tey mongu tiltøk, sum eru á skránni EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Skráin fyri stevnuna byrj- aði longu týsdagin í hesi vikuni, tá ið Roysnið skip- aði fyri grand-prix renning fyri vaksnum í Runavíkar- økinum, og hósdagin varð fyrsta framsýning av Eystanstevnukabarettini í Glyvra skúla. Í dag, fríggjadagin, byrj- ar skráin við, at Sjókaféin í Runavík letur upp klokkan 9, og somuleiðis hava allir handlar í Handilsmiðdepl- inum opið frá klokkan 10 til 23. Matstovan, Casa Blanca, sum eisini er nevnd í skránni fyri stevnuna, læt upp í morgun klokkan 11.30 og verður opin til klokkan 23. Aftur í kvøld skipar Roysnið fyri grand-prix renning, og hesaferð er renningin fyri børnum. Klokkan 18 í kvøld er fótbóltsdystur á skránni fyri børum undir skúlaald- ur, og ein tíma seinni spæla dreingir hjá NSÍ og B36. Tivoli letur eisini upp í kvøld, og barnaundirhald verður við Trøllapæturi, Ommuni, Jógvani og Erlingi á stevnuøkinum. Go-kart, el-bilar og barna- diskotek er eisini til børn- ini. Í kvøld er eisini lista- framsýning í býráðshøllini, ungdómsgudstænasta í Glyvra kirkju og Eystan- stevnukabarett. Av øðrum tiltøkum í kvøld er stóra gospel-konsertin í Ítróttar- høllini í Runavík og opið hús í Missións- og ung- dómshúsinum. Á midnátt verður disko- tek í Støkkhøllini. Leygardagin eru fleiri fótbóltsdystir á skránni, og mest spennandi dysturin verður ivaleyst landskapp- ingar- og steypadysturin millum NSÍ og TB í 1. deild, sum verður klokkan 17. Klokkan 13.45 leygar- dagin verður skrúðgonga frá Glyvra skúla og út á stevnuøkið, har Kári Thorsteinsson setir Eystan- stevnuna og Nes sóknar Musikkfelag spælir og Kór Glyvra kirkju syngur. Kappsigling verður eisini leygardagin, og her er tað Seglið, sum skipar fyri. Støkk skipar fyri fim- leikaframsýning í Ítróttar- høllini. Klokkan 16 leygardagin syngur Brandur Enni á stevnuøkinum, og kokkan 21.30 syngja Niels Midjord og Petur Jacob Eliassen. Keldan í Skálafirði verð- ur eisini á stevnuøkinum leygarkvøldið. Á midnátt verður mid- náttarsamkoma, har kórið hjá Jóhan Mortensen syng- ur og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, heldur røðu. Leygarkvøldið spæla Terji Rasmussen Band til dans í Ítróttarhøllini, og West og Blues spæla til gamlamannadans í Støkk- høllini. Sunnudagin verða eisini fleiri áhugaverd tiltøk á skránni, og lagt verður fyri við gudstænastu í Glyvra kirkju við Martin R. Jacob- sen, presti. Fleiri av teimum tiltøk- um, sum eru á skránni leyg- ardagin, verða uppaftur- Eystanstevnan: Eingin FM-kappróður, men Ferðslubroytingar á Eystanstevnu