fríggjadagur 10. juni 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 10. juni 2005
9
tikin sunnudagin. Framsýn-
ingarnar halda fram, mat-
stovurnar hava opið, barna-
bilarnir koyra, eins og tivoli
er allar stevnudagarnar.
Klokkan 15 sunnudagin
verður kappróður, og eftir
kappróðurin handar borgar-
stjórin, Rodmundur Niel-
sen, steypini.
Klokkan 17 sunnudagin
syngur Magni Christiansen
á stevnuøkinum.
Sumoglíming, togtogan
og stafett, har kendir per-
sónar í Runavíkar komm-
unu eru við, verður á
stevnuøkinum sunnudagin
klokkan 19.
Skráin sunnudagin endar
við kvøldsetu við tónleiki,
sangi og skemti í Ítróttar-
høllini. Hetta tiltak byrjar
klokkan 21.
Seinasta tiltak á skránni
fyri Eystanstevnuna í ár er
Eystanstevnukabarettin,
sum hevur seinastu sýning í
Glyvra skúla mánakvøldið
klokkan 20.
Fjølbroytt og
spennandi gospel-
konsert verður í
Ítróttarhøllini í
Runavík í kvøld,
fríggjakvøldið, har
fleiri av okkara
kendastu gospel-
tónleikarum verða
við. Sum nakað
nýtt, fara eisini
nakrir løgtings-
menn í Eysturoy at
royna seg sum
gospel-sangarar á
konsertini
EYSTANSTEVNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á Eystanstevnu skipar
Blái Krossur Føroya fyri
stórari og áhugaverdari
gospel-konsert,
sum
verður í Ítróttarhøllini í
Runavík í kvøld, fríggja-
kvøldið.
Tey luttakandi á kon-
sertini verða Suð, Siloa-
kórið, Magni Christian-
sen,
Heini
Lutzen,
Eyðun Jacobsen’s Band,
Petur Hans Hansen og
Tórhild Bjarkhamar.
Sum nakað øðrvísi –
og helst rættiliga serfør-
oyskt – fara nakrir løg-
tingsmenn í Eysturoy
eisini at royna seg sum
gospel-sangarar á kon-
sertini.
– Ætlanin er, at kon-
sertin skal verða so fjøl-
broytt og áhugaverd sum
gjørligt, og tí fáa ein-
støku bólkarnir og solist-
arnir »bert« 15 minuttir í
part. Konsertin byrjar
klokkan 21 og endar
ætlandi klokkan 23.30, tá
ið uppboðssøla av máln-
ingum verður á skránni,
sigur
Blái
Krossur
Føroya, sum herfyri læt
upp skrivstovur í nýggj-
um hølum á fyrstu hædd
á Hotel Runavík Sjó-
mansheiminum.
Góður boðskapur
Jaspur Langgaard, sum
er aðalskrivari hjá Bláa
Krossi Føroya, sigur, at
endamálið við tiltøkun-
um, sum hjálparfelags-
skapurin skipar fyri, í
fyrsta lagi er at fáa ein
góðan boðskap út á ein
positivan hátt – bæði við
sangi, men eisini við eini
andakt og stuttari kunn-
ing um hjálpararbeiðið
hjá Bláa Krossi.
– Vit vóna eisini, at til-
takið fer at geva eitt íkast
til raksturin av felags-
skapinum, leggur hann
aftrat.
Atgongumerkini kosta
120 krónur, og tey verða
at fáa við dyrnar ein tíma
fyri
konsertina.
At-
gongumerki, sum verða
keypt í forsølu, kosta 100
krónur. Børn undir 12 ár
gjalda hálvan prís.
– Umframt at fáa anda-
liga »føði«, verður eisini
høvi hjá fólki at seta seg
niður við einum kaffi-
munni og onkrum góð-
um afturvið, sigur aðal-
skrivarin, Jaspur Lang-
gaard.
verður.
– Róð verður fult mál;
1.000, 1.500 og 2.000
metrar. Hetta letur seg gera,
tí umstøðurnar á Skála-
fjørðinum eru serstakliga
góðar, sigur kappróðrarfel-
agið.
Fimm bátar
Kappróðrarfelagið
NSÍ
hevur í ár fimm manningar
við í FM-róðrinum; 5-
mannafarið Tjaldrið við
gentum og dreingjum, 6-
mannafarið Sølmund við
kvinnum og monnum og
10-mannafarið Eysturoy-
ing, sum endaði á øðrum
plássi
á
ársins
fyrstu
summarstevnu, Norðoya-
stevnu.
– Manningarnar hava
longu vant í fleiri mánaðir.
Byrjað varð at venja inn-
andura, og síðan varð farið
í bátarnar í apríl mánaða.
Vit eru spent eftir at síggja,
hvørji úrslitini verða í
summar, siga tey í kapp-
róðrarfelagnum.
Nýggj venjingarhøli
Venjingarumstøðurnar hjá
róðrarfólki, sum rógva fyri
Kappróðrarfelagið NSÍ, eru
betraðar við nýggjum venj-
ingarhøli í Róðrarneystin-
um á Glyvrum.
– Her kunnu bæði róðr-
arfólk og onnur, sum vilja
leiga hølini, venja.
Í
Kappróðrarfelagnum
siga tey, at venjingarútgerð-
in er nútímans, og úrvalið
av maskinum er fjølbroytt.
– Harumframt er ein stór-
skíggi settur upp, soleiðis
at tey íðkandi kunnu hyggja
at ymiskum, meðan vant
verður.
Formaður í Kappróðrar-
felagnum hjá NSÍ er Sofus
T. Hansen.
Blái Krossur Føroya:
Gospel-konsert
á Eystanstevnu
Starvsfólkini hjá Bláa Krossi Føroya á skrivstovuni hjá
hjálparfelagsskapinum í Runavík
Mynd: Vilmund Jacobsen
ni á Eystanstevnu í ár
róð verður kortini
Róð verður fult mál á Eystanstevnu; 1.000, 1.500 og 2.000
metrar. - Hetta letur seg gera, tí umstøðurnar á Skálafjørðinum
eru serstakliga góðar, sigur Kappróðrarfelagið hjá NSÍ.
Aftanfyri sæst Róðrarneystið á Glyvrum, har róðrarfólk og
onnur, sum ynskja at leiga hølini, hava fingið betri umstøður
Mynd: Álvur Haraldsen