fríggjadagur 10. juni 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 108 - 10. juni 2005
Vit kunnu ikki siga annað, enn at yvirtøkulógin og
heimildarlógin fingu eitt stórt herðaklapp mikudagin, tá
hoyring var í politisku- búskaparligu nevndini hjá Fólka-
tinginum. Og tað var ikki ein og hvør, sum gav herða-
klappið. Herðaklappið kom frá serfrøðingunum í stats-
rætti, professarunum, Ole Espersen og Henrik Zahle.
Annar av teimum fór so langt sum at siga, at talan var um
eitt politiskt og løgfrøðiligt meistaraverk. Somuleiðis varð
sagt, at talan var um eitt stig á sjálvstýrisleið, og at heim-
ildarlógin gevur føroyingum møguleikar, sum vit ikki
hava við verandi heimastýrsskipan.
Óbeinleiðis eru orðini hjá serfrøðingunum eitt rós til
landsstýrissamgonguna, fyri at hon hevur fingið tað
burtur úr, sum hon hevur fingið, tí fram er komið, at
løgmaður noyddist at góðtaka viðurskifti, m.a. donsku
viðmerkingarnar til danska uppskotið, fyri í heila tikið at
fáa framt hetta stigið á sjálvstýrisleið.
Vit vita, at hetta hóvar ikki øllum. Andstøðuflokkarnir,
Tjóðveldisflokkurin og tann tjóðveldissinnaði Miðflokk-
urin, hava barst ímóti. Teir hava víst á, at við heimildar-
lógini fluttu vit okkum aftur um tíðina við heima-stýris-
lógini, at Danmark hevði allan rættin, og at yvirtøkulógin
var ikki annað enn ein nýggj heimastýrislóg.
Sjálvandi skal allar ivi kannast. Men Ole Espersen segði
tað so gott, tá hann við Útvarpið mikukvøldið segði, at um
tað kemur til skarpskeringar, so hevur Danmark ikki
einkarrætt til at hava rætt.
Tað var frálíkt við hesi hoyringini. Men tá tað er sagt, skal
okkara viðmerking eisini verða, at tíðin at viðgera upp-
skotini í Føroyum var ikki nóg góð. Hvørki hjá løgtingi,
uttanríkispolitisku nevndini hjá Løgtinginum ella hjá før-
oysku fjølmiðlunum, sum hava fingið skotið í skógvarnar,
at teir ikki umrøddu hesi lógaruppskot nóg væl og
gjølliga. Miðlarnir royna eftir førimuni og orku at liva upp
til sína samfelagsábyrgd, og tá teir ikki gera hetta nóg væl,
skulu eisini teir taka í egnan barm. Men tá mugu vit held-
ur ikki gloyma umstøðurnar, sum eru galdandi, og í hesum
máli eitt nú skjóta viðgerðin. So hetta er eisini nakað, sum
okkara myndugleikar eiga at taka hædd fyri eina aðru
ferð. At eisini teir taka í egnam barm.
Sjálvandi skuldi løgtingsnevndin givið sær ta neyðugu
tíðina og kalla inn serfrøðingar á hesum øki. Tað skuldi
nevndin gjørt av sínum eintingum, og ikki tí at andstøðan
í nevndini ynskti tað. Tá so ein roynd varð gjørd at kalla
inn Ole Espersen og Guðmund Alfreðsson lá ikki fyri.
Helst tí skotbráðið var ov lítið.
Úr einum fólkaræðiligum sjónarhorni er tilgongdin ikki
nóg góð. Hon gevur fólki og andstøðu høvi at seta
spurnartekin arbeiðið hjá samgonguni og misteinkiligt
gera landsstýrið, tí eitt mál skal skundast ígjøgnum. Ser-
liga, tá talan er um eitt so týdningarmikið mál, sum kann
klúgva føroyingar í tveir partar.
Nú skal so danska Fólkatingið samtykkja lógirnar, tá
politiskt- búskaparliga nevndin er liðug at viðgera upp-
skotini. Vónandi gongur ikki so long tíð til, at vit fáa roynt
lógirnar,og víst, at tær eru eitt framstig. Hoyringin var í
øllum førum eitt herðaklapp so bergmálið hoyrdist!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eitt herðaklapp so
bergmálið hoyrist
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jon Jonsen
Fyrrverandi datamatikara-
lærari á Føroya Handils-
skúla
Handilsskúlastjórin hevur
alment sagt, at handilsskúl-
in ikki er tað reina paradís.
Vónandi er skúlin heldur
ikki tað reina deyðaríki,
men eitt stað har góð menn-
iskju ráða og ikki hin versti.
Í vesturheiminum ráða
vit menniskju við fólka-
ræði, men teir útinnandi
fólkaræðisharrarnir kunnu
jú halla annan vegin og teir
flestu leggja seg helst eftir
at halla nærri paradísinum.
Fólkaræðið á Handils-
skúlanum hevur gjørt skil-
haldsreglur. Ein dagin var
óruddið ov nógv, helt
leiðslan, og skrivaði tí til
lærararnar ma. at "leiðslan
hevur seinastu tíðina roynt
at stramma upp reingerðina
á skúlanum, her í millum
minka um órudd á skúla-
stovunum. Sambært skil-
haldsreglunum
hevur
leiðsla skúlans gjørt av, at
øll skulu eta og drekka í
høllini, og einans í høllini".
Tað er gott at leiðslan
tekur sær av trupulleikum
og hetta fær lærararnar
sjálvandi eisini at hugsa um
støðuna.
Datamatikaralærararnir,
skuldu júst, tá hetta var
aktuelt, fara at undirvísa á
Handilsskúlanum aftur. Tað
hevði ikki verið pláss fyri
teimum á sjálvum skúlan-
um í langa tíð og teir høvdu
tí húsast í kjallaranum í
einum bygningi í granna-
lagnum. Tað var ikki nakað
paradís, men teir royndu
saman við teim lesandi eftir
førimuni at skapa menn-
iskjansligar umstøður, sum
ma. var at hugna um við
einum kaffimunni. Hetta
fór ikki at bera til longur
ífylgi teim skilhaldsreglum,
sum eru galdandi á Hand-
ilsskúlanum.
Tað hildu datamatikara-
lærararnir vera spell, men
sum góðir fólkaræðisstuðl-
ar góðtaka teir galdandi
reglur, men góðir fólka-
ræðisstuðlar taka sær eisini
stundir til kritiskt at um-
hugsa og birta uppundir
møguleikan fyri útviklingi
og betran.
Tá leiðslan førir fram, at
"ongin virðir hesi trivnað-
arligu tiltøk, hvørki lærarar
ella næmingar", fær tað
datamatikaralærararnar at
hugsa, at tað er nakað, sum
burdi verið tikið upp í
lærararáðnum. Tað er jú
staðið, har lærarar kunnu
koma við íkasti til fólka-
ræðið á skúlanum.
Skrivað varð tí til lærar-
arnar á skúlanum:
Kære Kolleger,
Jeg noterer mig "Sam-
bært skilhaldsreglunum",
at "ongin virðir hesi trivn-
aðarligu tiltøk, hvørki lær-
arar ella næmingar".
Så er det da vist et rigtigt
godt spørgsmål, om det er
skilhaldsreglunum
ella
lærarar og næmingar, som
det er galt med.
Burde det ikke på dags-
ordenen til det kommende
Lærararáðsfundur ?
Andre steder i verden gør
man noget for at finde mere
tidsvarende og demokrat-
iske organisationsformer
på uddannelsesinstitution-
er. Jeg citerer lidt tilfældigt
fundet på nettet:
Over the past three
years, MIT has begun to
adopt a new way of making
decisions--one that fosters
experiential learning of
leadership skills and pro-
motes a sense of communi-
ty among graduate stu-
dents. While graduate stu-
dents at many of our peer
institutions have moved
toward unionization, MIT
has embraced the ideals of
shared governance and
collaborative
decision-
making. The Institute has
not fully realized these
ideals, but it has made
progress on the graduate
level--and the results have
been overwhelmingly posi-
tive.
... students have proven
that, if given an opportuni-
ty, they can bring a level of
professionalism, dedica-
tion, and creative thought
to the table that can result
in better solutions to
campus problems. They
have also proven the value
of collaborative decision-
making, which involves
students in its early stages,
rather than leaving them to
react after decisions are
made. ...
The MIT model of shared
governance puts us far
ahead of the curve. We must
continue to place value on
the principles essential to
effective collaboration--in-
clusiveness, communica-
tion, transparency, and ac-
countability.
Er der ikke noget med, at
vi skal være blandt de frem-
meste i 2015? Det gælder
vel også vores skoler?
hilsen Jon
Íkastið fær beinanvegin
eina positiva móttøku frá
lærararáðnum, men data-
matikaralærararnir
fáa
henda teldupost sendandi í
teirra
felags
postkassa
dagin eftir:
Til Jon,
Eg havi fingið sendandi
ein t-post, sum tú hevur
sent til tínar starvsfelagar á
FH, sum reaktión uppá
órudd á skúlastovunum.
Fyri tað fyrsta uppførir tú
teg óprofessionelt og il-
loyalt, við ikki at senda
mær ein slíkan teldupost -
tú handlar sjálvur beint í
móti tí, sum tú sjálvur
mælir øðrum til. Tú hevur
ongantíð verið leiðari hjá
starvsfólkum etc. so tú veit
eftir mínari meting ikki,
hvat leiðsla er fyri nakað -
annað enn í teori og dreym-
um - tú ert lukkuliga óvitan
um leiðslu.
Eg leggi til merkis, at tú
roynir at brúka (ella mis-
brúkar) úttalilsir frá øðrum
skúlum ella teoretikarum
um skúlaleiðslu, men eg
gangi út frá, at allir skúlar
í verðini ikki hava sama út-
gangsstøði etc. sum FH og
tí ber ikki til at generalisera
sum tú ger. Eg havi opnað
upp fyri kommunikatión og
samstarvi á FH seinastu 2
árini - hvussu ber tað til, at
tú hevur verið púra ókend-
ur her á skúlanum í eini 5
ár og ikki fyrr enn heilt
nýliga mátti eg invitera teg
til at kunna um TSÙ á ein-
um lærararáðsfundi (hvem
er dine kollegaer?).
Næmingaráðið, lærarar;
MMR og onnur starvsfólk
hava verið við í tilgongdini
at gera hesar skildhalds-
reglur, men tær avtalur sum
gjørdar eru, verða heilt
einfal ikki hildnar ella
virdar. Tú varð biðin um at
hjálpa til at orða ein kt-
politik saman við kt-bólk-
inum - tú bidróg ikki við
nøkrum, annað enn snik,
snak. Eg ælti mær ikki at
ganga
runt
og
spæla
stuðulspædagogur fyri lær-
arar ella næmingar og eg
ætli mær heldur ikki at
verða uppalari fyri vaksin
fólk.
Um so er, at tú heldur teg
hava skil fyri skúlaleiðslu
eigur tú at hava so mikið av
persónligum dirvi, at tú
sendir slíkar tendensiøsar
og ákærandi viðmerkingar
til mín - tú uppførir teg
luskut og hevur eina heilt
aðra missión við tínum við-
merkngum.
Reidar
Hetta er veruliga nakað,
sum krevur sítt fyri at fáa
sodnað. Tað merkir lesarin
kanska eisini. Lesarin kann
so sjálvur meta um, hvar á
skalanum millum paradís
og deyðaríkið fólkaræði
Handilsskúlans
hoyrir
heima.
Fólkaræði Handilsskúlans