fríggjadagur 10. juni 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Høgni Hoydal
Góði Anfinn Kallsberg
Eg var sjálvur millum
teirra, sum sóu úrslitið av
fólkatingsvalinum í februar
sum eina styrki fyri full-
veldisvongin í føroyskum
politikki.
Eg helt, at valstríðið til
fólkatingsvalið vísti møgu-
leikar fyri eini breiðari
semju ímillum flestu flokk-
ar í Føroyum.
Millum annað segði tú í
valstríðnum til fólkatings-
valið fyri bara fýra mánað-
um síðani, at tú og Fólka-
flokkurin fóru ongantíð at
góðtaka at vera avmarkað
undir donsku grundlógini.
Tit vildu, at vit skuldu yvir-
taka alt, sum Danmark
legði til ES. Og tit fóru ikki
at góðtaka donsku lógar-
uppskotini um yvirtøkur og
uttanríkisheimildir, sum tey
lógu. Fólkaflokkurin lýsti
enntá við, at vit vóru full-
spottað, um vit góðtóku at
verða rópt "Kongeriget
Danmark for så vidt angår
Færøerne".
Samstarv afturvíst
Eg vónaði tí, at vit sluppu
undan somu støðu sum var
í seinasta valskeiði, har
fyrst Tórbjørn Jacobsen og
síðani undirritaði førdu
onnur sjónarmið fram enn
Lisbeth L. Petersen í flestu
málum, og at føroysku um-
boðini tískil tosaðu hvør
ímóti
øðrum.
(Lisbeth
hevði tó eina greiða støðu
áðrenn og eftir valið, og tí
havi eg virðing fyri).
Men eg fór skeivur.
Vit bjóðaðu tær uppí
Norðuratlantsbólkin, men
tú valdi heldur at gera
tekniskt
samstarv
við
Konservativa Fólkaflokkin
í Danmark. Norðurat-lants-
bólkurin hevur tó roynt at
boðið tær við til tiltøk og
annað politiskt arbeiði, sum
vit arbeiða við dagliga.
Bert stuðlað stjórnini
Eg havi bert sæð teg 4
ferðir á fólkatingi hesar 4
mánaðirnar síðani valið.
Og hvørja ferð hevur tú ført
heilt onnur sjónarmið fram,
enn tey, sum tú førdi fram í
valstríðnum.
Tú hevur tikið undir við
donsku uppskotunum um
yvirtøkur og uttanríkismál,
har ein donsk hjálandafatan
verður staðfest, ið hoyrir
heima í amtstíðini, og tú
hevur enntá takkað stjórn-
ini fyri sína støðu.
Hetta hevur verið harmi-
ligt at uppliva. Stjórnin
hevur beinleiðis brúkt tínar
útsagnir til at afturvísa tí,
sum eg havi ført fram, og til
at vísa á, at føroyingar
ynskja
ikki
fullveldi.
Harvið hevur stjórnin aftur
kunnað víst á split og
ósemjur millum føroyingar.
Skjýtur arbeiðið hjá
øðrum niður
Men tað var ovboðið, tá tú
møtti á fólkatingi miku-
dagin 1. juni 2005.
Norðuratlantsbólkurin
hevur lagt stóra arbeiðs-
orku í at fáa eitt aðalorða-
skifti um ES-grundlógina
og eina samtykt um, at ein
óheft kanning skal lýsa,
hvørjar avleiðingarnar av
hesi lóg verða fyri Føroyar
og Grønland. Lógarupp-
skotið um ES-grundlógina
fær jú 2. viðgerð 8. juni. Og
vit høvdu fyrireikað alt væl
og virðiliga, m.a. við fund-
um við allar flokkar á
fólkatingi.
Tað sá eisini út til, at vit
kundu fáa meiriluta fyri
uppskotinum, hóast teir
báðir
stjórnarflokkarnir
vóru ímóti.
Men tú fórt á røðarapall-
in og gekk ímóti okkara
uppskoti. M.a. bar tú fram
tey ósannindi, at Føroya
Landsstýrið ikki tók undir
við uppskotinum.
Hetta
brúkti
stjórnin
beinavegin til aftur at vísa á
ósemjur millum føroyingar
- og í hesum føri eisini til at
vísa á ósemjur millum
føroyingar og grønlend-
ingar. Danski uttanríkis-
ráðharrin brúkti beinleiðis
tína støðu sum grundgev-
ing fyri at ganga ímóti eini
kanning.
Fráboðað fyri mánaðum
síðani
Tú vildi eisini vera við, at
tú ikki var kunnaður um
uppskotið.
Hetta veitst tú eisini er
ósatt.
Vit boðaðu frá ynskjun-
um um eina óhefta kann-
ing, tá Fólkatingið hevði
fyrstu viðgerð av ES-
grundlógini í apríl mánað.
Tá vart tú ikki á Christians-
borg, men uppskot okkara
hevur ligið á fólkatingi í
tveir mánaðir og er sent
øllum limum.
Eg havi eisini sjálvur
tosað við teg um uppskotið
heima í Føroyum og havi
staðiliga biðið teg møta upp
til tess at stuðla í orða-
skiftinum. Eisini havi eg
boðað frá tí í sambandi við
fyrispurningar á Løgtingi,
og eg havi eisini heitt á
landsstýrið um at kanna
allar avleiðingar nærri.
Um tú hevði viljað havt
eina øðrvísi kanning, so
kundi tú sjálvur tikið stig til
tað. Men tað hevur tú ikki
gjørt. Og vildi tú havt
landsstýrið og føroyska
serfrøði uppí, so kundi tú
sett teg í samband við
Norðuratlantsbólkin, og so
kundu vit tillagað uppskot-
ið sambært tínum ynskjum.
Men tað gjørdi tú heldur
ikki.
Uttan ávarðing legðist tú
í staðin eftir tí stóra arbeiði,
ið Norðuratlantsbólkurin
hevur gjørt í hesum máli.
Eg haldi hetta vera
ómetaliga illoyalt og púra
óskiljandi.
Hvat gera vit á fólkatingi?
Kundi hugsað mær at vita,
hví tú gongur ímóti hesum
sjálvsagda uppskoti um
eina óhefta kanning. Er tað
ikki okkara skylda sum
føroysk fólkatingsumboð at
syrgja fyri, at avleiðingar-
nar fyri Føroyar verða
lýstar, áðrenn tað fólkating,
vit eru partur av, samtykkir
lóggávu, ið fær stórar av-
leiðingar fyri okkum? Og
er tað so løgið at fólka-
tingið samtykkir at kanna
avleiðingarnar, tá tað jú er
fólkatingið, ið skal gera
samtyktina um ES-grund-
lógina?
Eg kundi hugsað mær
eina frágreiðing frá tær, hví
tú hevur valt at fara soleiðis
fram, sum tú hevur. Hvørj-
um skal tað gagna?
Hví hevur tú kúvent so
nógv í mun til tað, sum tú
segði undan fólkatingsval-
inum? Og hóast tú ikki vilt
verða partur av Norðurat-
lantsbólkinum, hví er so
neyðugt at standa á tingsins
røðarapalli og bera fram
ósannindi
um
okkara
arbeiði og ganga ímóti tí?
Hvør heldur tú, tá til
stykkis kemur, fær fyrimun
av, at uppskotið fall? Er tað
til fyrimunar fyri Føroyar,
at eingin kanning verður?
Ella er tað kanska mest til
fyrimunar
fyri
donsku
stjórnina?
At ES-grundlógin nú
helst ikki kemur í gildi í
verandi líki, er kanska
heppið fyri Føroyar. Men
tað ger tað ikki minni neyð-
ugt, at vit fáa lýst allar av-
leiðingar, áðrenn Fólka-
tingið samtykkir ES-grund-
lógina.
Eg og Norðuratlantsbólk-
urin eru altíð at fáa fatur á,
um tú hevur nakað at siga
okkum, so vit sleppa undan
at viðgera ósemjur á fólka-
tingsins røðarapalli.
Við vón um hetta verður
framferðarhátturin fram-
yvir - og við vón um skjótt
svar.
Nr. 108 - 10. juni 2005
11
Beate L. Samuelsen
Býráðslimur í Havn
Eykabýráðsfundurin í
Tórshavnar býráð hós-
dagin 9. juni er fluttur
aftur og fram frá einum
degi til tann næsta og í
einum hurlivasa av fleiri
ymiskum klokkutíðum
Fyri skjótt hálvum ári
síðani, vóru dagarnir
fyri føstu fundirnar í
Tórshavnar býráð ásett-
ir.
Um
nakað
serliga
átrokandi mál skal fyri
býráðið, og mett verður,
at ov leingi er at bíða til
næsta fund, kann borgar-
stjórin kalla inn til eyka
býráðsfund.
Tað er eisini í fínasta
lagi. Eingin hevur nakað
ímóti tí.
Týsdagin í hesi vikuni
vóru send út boð um
opnan eykabýráðsfund
at fara fram mikudagin
8. juni kl. 18.15.
Trý mál vóru sett á
skrá: Setan av miðfyri-
sitingarstjóra, byggiskrá
og betran av hølum í
Argja skúla og jattan um
700.000 kr. til at gera
uttanumøkið liðugt við
nýggja skúlan í Konga-
gøtu.
Nú var tað so, at
mikudagurin 8. juni var
sami dagur, sum fótbót-
bóltsdysturin
millum
Føroyar og Írland var
settur at vera. Klokku-
tíðin kom tí at gerast í
so knøpp, tá býráðslimir
bæði skuldu á eykabý-
ráðsfund, varpa dystin út
og skunda sær niðan á
Tórsvøll at hyggja at
dystinum.
Hetta fekk ilt í onkrar
av limunum.
So komu snarboð frá
kommunustjóranum um
telduna, at fundurin var
fluttur til hósdagin 9.
juni kl. 18.15.
Eftir hetta komu eini
onnur snarboð í nýggj-
um
telduposti
frá
kommunustjóranum, at
eyka
býráðsfundurin
ikki skuldi verða kl.
18.15, men kl. 17.45 í
staðin fyri.
Ná.
Men so kom Gud
hjálpi mær aftur ein
uppaftur nýggjari teldu-
postur frá sama avsend-
ara, at nú skuldi fundur-
in verða kl. 17.00,
seinni broytt til kl. 17.30
fyri aftur at verða broytt
til kl. 17.00.
Eyka býráðsfundurin
er ikki bara fluttur aftur
og fram og tilbakar eins
og leikan yo-yo ótelj-
andi ferðir eftir tveimum
døgum, men til hendan
seinast ásetta fundin við
klokkutíðini 17.00 (um
hon ikki er broytt aftur í
skrivandi løtu), er eisini
fundarskráin broytt.
Í staðin fyri at snúgva
seg um trý mál, er tað
bert tað eina málið, sum
skal viðgerast, nevniliga
tað um setan av miðfyri-
sitingarstjóra.
At ein fundur verður
fluttur, er tað eingin, ella
fá, sum hava nakað
ímóti.
At jonglera við so
nógvum fundarboðum
sum hesi, ið vit í Havn
hava fingið eftir fáum
tímum, er óhoyrt aðra
staðni.
Men í høvuðsstaðnum
í Føroyum ber alt til,
folkens.
Fleiri av býráðslimun-
um hava verið noyddir at
broyta aðrar týdningar-
miklar avtalur, ið gjørd-
ar eru í góðari trúgv og í
góðari tíð fyri at sleppa
undan at renna okkum í
hendingar sum hesa.
Orsøkin til allar fram-
og tilbakarflytingar av
eykabýráðsfundinum
liggur í trupulleikanum
hjá býráðssamgonguni
at fáa hana fullmann-
aða, eftir sum hon ein-
ans telur sjey móti okk-
um seks, sum eru í
minnilutanum.
Um ikki liggur fyri hjá
øllum býráðslimum í
samgonguni í Tórshavn-
ar býráð at koma á fund,
ja, so skelvir onkur í
brókunum.
Yo-yo-fundir
í býráðnum
Pipar og Salt hósdagin
Torstein T. Hansen
Eg lesi í bløðunum at
forsølan til Pipar og
Salt byrjar hósdagin -
tað er Pipar og Salt á
listastevnuni okur tosa
um. Hví er eingin for-
søla í Suðuroy? Forsøla
er í Havn og í Eystur-
oynni, men hvat við
okkum sunnanfyri? Og
hvat fáa okur at síggja til
listastevnuna í Suðuroy?
Mestsum alt sker norð-
anfyri. Norðurlanda-
húsið livir upp til navn
sítt: Norður-landahús-
ið.
Ivan Niclasen
Sjónvarp Føroya
Í einum longum lesara-
brævi gevur Dennis Holm
lesarunum ta fatan, at m.a.
Sjónvarp Føroya als ongan
áhugað hevur í ferðini hjá
sluppuni Johannu til Ís-
lands og Skotlands. Hetta
er ikki rætt. Ferðin hjá
Johannu varir í umleið 14
dagar. Tá tað gjørdist okk-
um greitt, at tað ikki lá fyri
at senda reportara og foto-
graf við á ferðini - ið ann-
ars ikki var ókeypis - tóku
vit samband upp við ís-
lendska
sjónvarpsliðið,
sum skuldi við á ferðina. Í
samstarvi við teir vænta vit
sostatt í komandi vetrarskrá
at hava frásøgn frá ferðini.
Hesin møguleiki varð eisini
umrøddur við fyriskiparnar
stutt áðrenn Johanna fór úr
Vági.
Viðvíkjandi raðfesting-
um annars, so eru júst
søguligar hendingar og
ferðir sum henda vanliga
høgt raðfestar í føroysku
loftmiðlunum. Hvørt mans-
barn veit, at tað eru gjørdar
óteljandi sendingar um
annan veraldarbardaga og
siglingina í tí sambandi. So
leingi søgur eru at siga frá
hesum tíðarskeiði eigur tað
eisini at vera so. Í so máta
man ferðin hjá Johannu
eisini fáa sítt pláss í loft-
miðlunum.
Sum Dennis Holm vísur
á, so er ein slík søga positiv
fyri Suðuroynna. Og tí skal
hon eisini lýsast.
Á sama hátt sum fleiri
beinleiðis sendingar í vár
góvu eina heldur meira
fjølbroytta og jaliga mynd
av Suðuroynni. Hesa upp-
gávu fara vit sum fjølmiðil
sjálvsagt framhaldandi at
røkja. Tað eigur í hvussu er
ikki at vera so øgiliga langt
til Suðriar!
Viðmerking um ferðina hjá Johannu
Hví bróta niður arbeiðið hjá øðrum á fólkatingi, Anfinn?
Opið bræv til Anfinn Kallsberg