fríggjadagur 10. juni 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 108 - 10. juni 2005
Dagurin
10. juni, Onuphrius, deyður umleið ár 400. Eftir
halgisøguni var hann kongasonur av Blálondum,
sum gjørdist kristin, segði alt frá sær og livdi til sín
doyggjandi dag sum einbúgvi í egyptisku oyði-
mørkini.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hallur Jacobsen
in memoriam
føddur 20.9.1979 deyður 02.06.2005
Sigla vit í gjálvum.
Hanga fløgg í hálvum,
Hallur, hann er farin!
Farin? Spyrt tú varin!
Sólin lá um tindar,
lýggir blástu vindar,
borin alvi góður,
frøddi faðir, móðir.
- - -
Liggur frost um tindar!
Kaldir blása vindar!
Troyttur møði rindar!
Fátt kann feigum forða!
Kalt kenst millum borða.
Syrgja systkin, faðir, móðir.
einkarsoni vart tú góður;
gráta nú í sorgum.
Komi aftur morgun!
Loysi tey úr sorgum,
beri troyst at borgum,
hann, á øllum hevur ráð,
hann, tit kunnu líta á!
Farin Hallur, farið smílið!
Tú í Harrans hondum hvíli.
Hóri 05-06-05
Ikki var hann altíð so mjúkur at
strúka! Tað mátti eg sanna, tá eg
fyri stívliga 45 árum síðan eitt
skiftið kom at búgva Yviri við
Strond, har Eyvindur hevði sín
verkstað.
Hvørki var hann smæðin ella
lítillátin; heldur orðførur kundi
hann eisini vera. Men sum fráleið
komu vit báðir at kennast alt betur,
og hóast orðaval hansara var ikki
altíð í samljóði við mítt, so kundu
vit báðir hugna okkum saman ta
minnisríku og sera hugnaligu tíð
Yviri við Strond á vár og sumri
1960.
At har var gott at vera, bar vina-
lag okkara, ið staðið hevur verið
við øll hesi mongu árini, boð um.
Ikki altíð á einum máli – hvør
skuldi kunnað hugsað sær tað við
einum manni sum Eyvindi Mohr?
Keðiligur var hann ongantíð;
troyttandi við hvørt. Helst tí at eg
dugdi ikki rættiliga at skilja tað, ið
baldist innan í honum. Á ungum
aldri fekk hann ta herviligu bróst-
sjúkuna sum gjørdi av við elsta
bróður hansara, Hendrik. Tað mátti
sjálvandi merkja hann, hóast hann
ikki tíðum bar tað upp á mál.
Umframt at vera ein sera dugna-
ligur handverkari, var hann lista-
maður burturav og vígdi eisini list-
ini allan seinnapartin av lívi sínum.
Tað sást ikki bara á løriftinum, men
so sanniliga eisini, tá hann var í tí
góða lagnum og segði frá skemti-
ligum søgum og tilburðum bæði
við røddini og verumátanum hjá
teimum, søgan var um. Tá stóð
mangan á búkvøddunum av látri.
Bókmentir og tónleikur høvdu
hansara stóra áhuga. Tvey nøvn í
bókmenta- og tónlistaheiminum
gingu altíð aftur – Dostojevskij og
Beethoven, ið hann ongantíð
troytkaðist av. At mær dámdi eins
væl at hoyra Bach og Mozart,
kundi elva til kjak okkara millum.
Lítið skuldi til at fáa hann uppfrá.
Hvussu sterkur áhugi hansara
fyri tónlistini var, vísti tann orka,
hann legði í at fáa tónlistafólk á
hægsta stigi higar til lands. Alberto
Lysi-konsertirnar, ið Eyvindur fekk
í lag, verða seint gloymdar.
Hugskot hansara eins og handa-
lagið, sæst skilliga á tí, hann av-
rikaði bæði innan- og uttanhalla á
Lüzsenstrøð. – Eitt heim einum
listamanni verdugt.
Hvussu nornurnar annars spinna
og tvinna saman, vita vit so lítið
um. Tíðin Yviri við Strond fekk ein
enda og hvør fór til sítt, og vit
hittust ikki so ofta. Mong ár seinni
rann kortiliga aftur saman okkara
millum, tá yngra dóttir hansara og
Ninu og sonur okkara løgdu ástir
saman, fingu børn, giftust og hildu
brúðleyp. Høviskur og hábærsligur
reisti hann seg upp til brúðleyps-
borðið, hóast heilsan rættiliga var
farin at bila, og bar fram sína inni-
ligu kvøðu til nývígda brúðarparið.
– Nú gingu so evnini undan fáar
mánaðir fyri sín 79 ára føðingar-
dag. Sterkur og seigur var hann.
Góða Nina! Tú sum hevði so
stóran týdning fyir hann. Tómligt
fer at kennast tær nú hann er farin;
somuleiðis tykkum báðum, Turid,
Gullu og børnum tykkara, ið vóru
so góð við hann og hann við tykk-
um. Minnini eiga tit.
Ein sermerkt og markant persón-
menska er farin. Hvíl í friði.
Ívar
Eyvindi Mohr til minnis
Tað gekk ikki sum ætlað
hjá teirri kvinnuni úr
Singapore, sum ætlaði at
smugla tropufiskar inn í
landið í skjúrti sínum.
Sambært
revsilógini
kann tann 43 ára gamla
kvinnan vænta sær ein bót
áljóðandi 540.000 kr. og
fáa upp til 10 ára fongsul
fyri smugling av villdjórum
inn í landið.
Sambært
tollvaldinum
kundu hesir fiskarnir elvt
til sjúkur av ymiskum slagi,
og tí verður slíkt revsað so
harðliga.
Tollararnir á Melbourne
flogvøllinum
avdúkaðu
hetta, tá teir hoyrdu eitt
heldur
skvatlandi
ljóð
koma úr miðjuni á kvinn-
uni. Hetta var ikki so løgið,
tí tá teir kannaðu kvinnuna
nærri hevði hon, í serliga
innrættaðum skjúrti, 15
posar uppiá sær við hesum
51 tropisku fiskunum í.
Royndi at smugla
51 tropufiskar