Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 10. juni 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í Tøkk Hjartaliga takka vit øllum , sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Sigrid N. Olsen í Mikkatrøð, Vestmanna andaðist og varð borin til hvíldar. Fyri tey avvarðandi Magnus, Olav, Marjun og Anja Tøkk Hjartaliga takka vit øllum , sum sýndu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma , omma og langomma okkara Lis Nolsøe Klaksvík doyði og varð jarðað. Ein serstøk tøkk til tykkum, sum hjálptu so væl við jarðarferðini og til ervið. Tøkk til tykkum, sum sendu kransar og blómur, og tøkk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vinarliga Kartin, Dora, Marita, Ingvør, Mouritz, Niels Christian, Rani, Súsanna og Eyðun Nú dagurin er longdur við fleiri tímum og ljósið verunliga ger mun, fyllir Jytte Joensen, ljósmóðir og forkvinna í Havnar Sjón- leikarfelag 50 ár Ljósmóðurin Jytte er kvinnan, sum við førleika og myndugleika tekur í móti nýggjum føroyingum á føðideildini á Lands- sjúkrahúsinum. Tað man vera mong kvinna, sum kennir takk- semi til Jytte og hennara góða lyndi at bjóða teimum nýføddu vælkomnum. Í ljósinum í Sjónleikar- húsinum hevur Jytte eisini mangan boðið áskoðarum vælkomnum til uppliving- ar, har vit sleppa inn til tað forkunnuga, sum listafólk eru før fyri at tulka og skapa. Ein spegil av sam- felagnum og viðurskiftum millum menniskju. Sum nevndarlimur, og seinru árini sum formaður, í Havnar Sjónleikarfelag eru nógvir tímar og nógv orka løgd í at geva fólkum umstøður at royna seg í sjónleiki. Tá ið so Jytte sjálv er sloppin á pall, munnu tað vera fá, sum ikki hava sæð hennara gávur sum leikari. Serligt hegni til at lýsa mannalyndi í í ymsum høpi. Einrøðuleikurin "Á ferð til grønu skuggarnar" eftir danska dramatikaranum Finn Methling var ein slík roynd, tá Jytte spældi alla leikgongdina hjá einum menniskja frá barni til aldurdóm. - Smágentan, sum var fræls og góðlynt. Unga kvinnan sum leitaði sær megi frá erotikki og ungdómsupplivingum. Og ikki minst til leiklutin at vera kona, mamma, dóttir og omma. - Serliga hjarta- nemandi spældi Jytte kon- una, tá náðileysa tíðin hevði flutt hana til aldur- dómin. - Har stóð sjónleik- arin púra nakin, uttan kávalótur og vísti á stóru sárbærheitini hjá einsa- møllu konuni, sum hevði ilt við at skilja, at lívsskeiðið var komið ímóti endanum. Leikurin "Ísbjarnirnar" eftir Jonas Gardell, svensk- ur dramatikari var spældur í Sjónleikarhúsinum í 2001, og henda leikin hevði Jytte umsett til livandi pallmál. Her vóru evnini sum orða- smiður roynd við góðum úrsliti. Jytte leikstýrdi stórleik- inum "Cabarét eftir Óla P. - ár 2000 túsund á veg" Hon tók avbjóðingina, tá øðrum leikstjóra barst frá, og hon fekk leikin væl til høldar - 100 fólk luttóku við spæli, dansi og tónleiki. Jytte hevur seinastu árini fleiri ferðir verið á ræddar- skeiði á "Center for krea- tivitet og Teater" í Dan- mark. Har hevur hon vunn- ið sær góðan førleika at fáa røddina at bera boðskapin upp og út um palltromina. Eg veit at tað liggja stór- ar avbjóðingar fyri framm- an viðvíkjandi virksemin- um hjá Sjónleikarhúsinum í Havn. Jytte hevur saman við nevndini lagt nýggja verkætlan um leikverk og nýggjar tættir í leikhúsin- um og ynski er at fá mongu aktivitetirnar at gera húsið til ein livandi verkstað. Hjartaliga tillukku við fimmti árunum og góðan byr framyvir bæði privat, í arbeiðinum sum ljósmóðir á føðideildini, og ikki minst í reyða vakstrarhús- inum við ljósinum bein- leiðis á teg sum forkvinna og listafólk. Hjartaliga tillukku Gulla Øregaard Ljósmóðurin og sjónleikarin Jytte Joensen Dánjal Jacob Jacobsen, av Hvítanesi, andaðist á Lands- sjúkrahúsinum, mikudagin, 91 ára gamal. Damgarð Petersen, Klaksvík, fer til gravar úr Christ- ianskirkjuni fríggjadagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Damgarð, kunnu lata ein pen- ingagávu á konto í Føroya Banka. Jarðarferðin hjá Annu Elisabeth Jacobsen, vanliga nevnd Anna verður úr Vesturkirkjuni fríggjadagin klokkan 13. Kistan við Hallur Hammersheimb Jacobsen fer úr Landssjúkrahúskapellinum hósdagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Hósvíkar kirkju fríggjadagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Hall, kunnu lata sonin- um eina peningagávu, konto í Føroya Banka. Kistan við Karin Strøm fer úr kapellinum í Tvøroyrar kirkju fríggjakvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Karin við blómum ella kransi, kunnu lata eina peningagávu til Suðuroyar Ellis- og Røktarheim. Konto í peningastovnunum. Hans David Jacobsen, Syðrugøta, andaðist á Um-lætt- ingarheiminum í Syðrugøtu 7. juni, 93 ára gamal. Kistan fer av Umlættingarheiminum í Syðrugøta hós- kvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Gøtu kirkju fríggjadagin klokkan 13:30. Kelda: Útvarp Føroya 35 ára minni: 8. juli í 1970 var føroyska fótbóltslandsliðið í Orknoyggjum og í Hetlandi og leiktu landsdystir. Úrslitini vóru: Orknoyggjar – Føroyar 3-4 og Hetland – Føroyar 3-0. Í dystinum móti Hetlandi breyt ein føroyskur spælari armin. Kelda: Árið ið fór Ein sigur og eitt tap Andlát og jarðarferðir