fríggjadagur 10. juni 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 108 - 10. juni 2005
Tommy Petersen, ES
serfrøðingur, er bæði
samdur og ósamdur
við Norðuratlants-
bólkin, Annfinn
Kallsberg og løgmann
um at kanna viður-
skiftini ímillum Før-
oyar og ES
FØROYAR OG ES
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
– Tað er ein hvørvisjón at
biðja um eina óhefta kann-
ing
av
viðurskiftunum
ímillum Føroyar og ES í
framtíðini.
– Skulu viðurskiftini
ímillum ES og Føroyar
kannast, eiga vit at gera tað
sjálvi við at seta okkara
bestu heilar saman at meta
um,
hvørjar
framtíðar
møguleikar vit hava.
Tað heldur Tommy Peter-
sen, løgfrøðingur.
Í nógv ár var hann
embætismaður Føroyuum,
her hann var serligur ráð-
gevari hjá landsstýrinum í
ES spurningum.
Og hóast hann nú ar-
beiðir í umsitingini í Kairo
í Egyptalandi, fylgir hann
framvegis sera væl við í
føroyskum politikki, ikki
minst føroyskum ES poli-
tikki.
Hann hevur eisini fylgt
við gongdini, nú Norður-
atlantsbólkurin vildi hava
fólkatingið at gera eina
óhefta kanning av, hvussu
tað fer at ávirka Føroyar um
so er, at ES grundlógin
verður sett í verk.
Annar, føroyski fólka-
tingsmaðurin,
Annfinn
Kallsberg, tók ikki undir
við hesi ætlanini hjá Norð-
uratlantsbólkinum.
Hann metti, at tað var
rætt at kanna øll tey viður-
skifti,
sum
Norðurat-
lantsbólkurin nam við. Men
tað skuldi vera ein kanning,
sum Føroya Landsstýrið
stóð fyri.
Hinvegin hevur løgmaður
boðað frá, at tók undir við
eini slíkari kanning saman
við grønlendska lands-
stýrisformanninum.
Tommy Petersen bæði
samdur og ósamdur í tí,
sum er ført fram.
– Í fyrsta lagi er tað
skeivt at biðja danir gera
kanningar fyri okkum. Tað
er tað sama sum at biðja
danir gera okkara heima-
arbeiði fyri okkum.
– Í øðrum lagi eru danir
als ikki áhugaðir í at gera
eina óhefta kanning um
framtíðarviðurskiftini
ímillum Føroyar og ES, tí
teir eru ikki sinnaðir at fara
í eitt politiskt kjak við Før-
oyar um okkara við urskifti
við ES. Gera teir tað, er
eisini vandi fyri at danir
koma at taka støðu til før-
oyska ES spurningin fyri
okkum og tað vilja teir ikki.
Men tað skulu teir heldur
ikki, tí tað skulu vit sjálvir
gera, sigur Tommy Peter-
sen.
Stýrdur av politikki
og búskapi
Hann sigur, at ein slík
kanning kann ikki annað
verða full av løgfrøði og
hon kann ikki annað enn
koma at yvirlappa tað
kanningina, sum uttan-
ríkisráðið longu hevur gjørt
um, hvørja løgfrøðiliga
ávirkan ES grundlógin fer
at fáa fyri Føroyar.
ES serfrøðingurin sigur,
at slíkar kanningar kunnu
ikki gerast annað enn
statiskar við eini tulking av
løgfrøðini í ES og veruleik-
anum, sum hann sær út í
løtuni.
– Vit hava ivaleyst av
kanningum um løgfrøðiligu
støðuna ímillum ES og
Føroyar.
– Allar kanningar vit
hava um viðurskiftini ímill-
um ES og Føroyar, eru
statiskar kanningar við
útgangsstøði í lógum og
reglum. Men tað er alt ov
snævurt, tí tað sigur onki
um, politisku og búskapar-
ligu viðurskiftini ímillum
Føroyar og ES.
– Men ES er ikki statisk
løgfrøði. ES er ein felags-
skapur, sum er stýrdur av
av politikki og búskapi. Og
tað er ómøguligt at gera ein
óhefta kanning av eini
politiskari og búskaparligu
tilgongd, tí ES er ein
dynamiskur felagsskapur,
sum
alla
tíðina
er
í
broyting, har løgfrøðin bara
er amboðið, sum verður
brúkt at arbeiða við.
– Øll Frambrot í ES eru
ikki úrslit av løgfrøðiligum
semjum. Tey eru úrslit av
politiskum semjum. Tí er
tað ein hvørvisjón at fyri-
gykla sær, at tað ber til at
gera eina óhefta kanning av,
hvørja politiska og búskap-
arliga ávirkan ES fer at fáa
á Føroyar í framatíðini.
Skal tulkast
dynamiskt og politiskt
Tommy Petersen sigur so-
statt, at skulu viðurskiftini
ímillum Føroyar og ES
kannast, má tað gerast útfrá
einum politiskum og bú-
skaparligum sjónarhorni.
– Í teimum kanningum,
sum skulu gerast av viður-
skiftunum ímillum Føroyar
og ES, mugu vit tulka
viðurskiftini dynamiskt og
politiskt og meta um, hvørj-
ar møguleikar vit hava.
Eitt nú er hann samdur
við Óla Samró, sum metir,
at um eini 10 ár verður ES
noytt til at endurskoða
landbúnaðarpolitikkin og
fiskivinnupolitikkin,
so
hesi viðurskifti kanska fara
at síggja heilt øðrvísi út enn
tey gera í dag.
– Men hesar broytingar
verða ikki gjørdar av
løgfrøðiligum
orsøkum.
Tær verða gjørdar av
praktiskum politiskum og
búskaparligum orsøkum.
Hann heldur, at vit eiga at
kanna eftir um hetta ikki
verður okkara møguleiki, tí
í hesum sambandi eiga vit
at kanna um tað ikki ber til
hjá okkum at fáa serligar
avtalur fyri fiskivinnuna,
sum er av alstórum týdn-
ingi fyri okkum.
– Eg haldi ikki, at vit
heilt skulu avskriva at fáa
eina serskipan á fiskivinnu-
økinum í hesum sambandi.
Tað kann vera, at ES góð-
tekur at geva okkum eina
serskipan á fiskivinnuøkin-
um av tí at fiskivinna er
okkara einasta høvuðs-
vinna burturav og tí at
Føroyar eru hóast alt ikki
serliga stórar í ES-høpi.
Tommy Petersen sigur, at
hetta er ikki ein statisk,
løgfrøðilig støða, men ein
dynamisk,
politisk
til-
gongd.
Mugu kanna okkara
møguleikar í ES
Og hann er samdur við
Høgna Hoydal, Norðurat-
lantsbólkinum,
Anfinni
Kallsberg og løgmanni í, at
tær løgfrøðiligu kanningar,
sum eru gjørdar, er als ikki
nóg mikið.
– Vit eiga sjálvsagt at
kanna, hvørjar møguleikar
vit hava í viðurskiftum
okkara við ES. Men tað
skal vera ein kanning, sum
føroyingar
skulu
gera
sjálvir. Vit eiga at seta
okkara
klókastu
høvd
saman og so eiga tey at tora
at gera eina politiska tulk-
ing av teimum møguleikum
vit hava í viðurskiftunum
við ES, heldur Tommy
Petersen.
– Hetta kunnu vera bæði
óheftar
metingar,
men
eisini subjektivar metingar
um,
hvørjar
politiskar
møguleikar,
vit
kunnu
væntast at fáa.
– Men hetta er ikki ein
kanning, vit kunnu biðja
danir um. Tað skulu vit gera
sjálvir og vit hava eisini
fólkið til tað. Biðja vit
danir gera tað, er eisini alt
stórur vansi fyri, at vit
aftaná fara at seta spurnar-
tekin við kanningina og um
hon nú var so óheft, sum
hon átti.
– Tí eiga vit ikki at biðja
danir gera slíkt arbeiði fyri
okkum. Og tað ber heldur
ikki til at brúka fortíðina og
løgfrøðiliga veruleikan nú
til at gera niðurstøður um,
hvørjar møguleikar, vit fáa
í framtíðini.
– Hetta arbeiðið skal eis-
ini vera eitt slag av einum
framtíðarprojekti sum skal
lýsa,
hvørja
støðu,vit
kundu hugsa okkum mót-
vegis ES.
Tommy Petersen vísir á,
at bæði Noreg, Ísland,
Russland og øll møgulig
onnur lond, brúka í hesum
døgum nógva orku uppá at
kanna sínar møguleikar
mótvegis ES og tað heldur
hann eisini, at føroyingar
eiga at gera.
– Tað hevur ótrúliga
stóran týdning, at føroy-
ingar taka støðu til hesi
viðurskifti, tí hetta er ikki
bara at taka støðu til okkara
viðurskifti mótvegis ES,
men mótvegis øllum um-
heiminum, sigur Tommy
Petersen.
Klókastu høvdini í Føroyum
skulu setast saman at kanna ES
– ES er ein felagsskapur, sum er stýrdur av av politikki og búskapi og sum alla tíðina er í broyting. Tí er tað ein hvørvisjón at fyrigykla sær, at tað ber til at gera
eina óhefta kanning av, hvørja politiska og búskaparliga ávirkan ES fer at fáa á Føroyar í framatíðini, sigur TommyPetersen, ES serfrøðingur