Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Ja, tað síggi eg. Her er stórur munur á tykkara roknibókum, og so teimum sum vit brúktu, tá eg gekk í 1. flokki. Okkara, hon var so óinteressant! Men tað er eisini næstan 50 ár síðani, sigur Jórun Dánjals- dóttir Poulsen sum herfyri vitjaði ein fyrsta flokk anno domini 2005 SKÚLAMINNIR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: Næmingarnir í 1. b flokkinum í Kommunu- skúlanum fingu ein dagin í farna mánaði eina heldur sjáldsama vitjan í tí eina skúlatímanum. Teir vóru júst komnir í skúlan kl. 12:45, tá tað brádliga pikkaði á dyrnar. Uttanfyri stóðu ein tilkom- in kvinna, ein blaðmaður og ein myndamaður, og sum ynsktu at vitja flokkin. Lærarin var kunnaður um vitjanina áðrenn, og børnini høvdu einki ímóti at fáa eina so forkunnuga vitjan inn í ein roknitíma. Tað er altíð hugaligt at fáa ein lítlan steðg í undirvísingini. Umboðini fyri tíðinda- tænastuna ynsktu at fáa eina mynd av flokkinum. Tað hevði eingin nakað ímóti. Um til bar at fáa eina mynd, har henda kvinnan, Jórun Dánjalsdóttir Poulsen var uppiá? Tað hevði eingin teirra nakað ímóti. Men bar tað so eisini til, at hon kundi læna borð, stól og roknibók hjá einum næmingi, meðan øll hini stillaðu seg rundan um hana? Tað høvdu tey av- gjørt einki ímóti. Og soleiðis gjørdust myndirnar á hesi síðuni veruleiki: Ein mynd, har næmingar í 1. flokki í 2005, og ein, har ein næmingur úr 1. flokki 1956 úr sama skúla hittust í somu stovu. - Hetta var eitt deiligt upplivilsi, sigur Jórun, tá vit eru komin út í gongina aftaná. - Ordiliga deiligt. Vit avtala at fara heim til hennara aftaná, tí hon ynsk- ir fegin at vísa ein mynd, ið varð tikin av hennara flokki í 1958. Og hon sæst eisini her á síðuni. Munur á bókum Fyrrapartin henda dagin skipaði nevniliga Tilhaldið fyri eini vitjan í tí nýggja skúlabygninginum, har teir yngru flokkarnir fara at húsast eftir summarsteðgin. Hesir flokkarnir hava í eitt tíðarskeið fingið undir- vísing sína í kjallaranum í sama bygningi, har Til- haldið hevur sítt virki, fyri og millum tey eldru og tilkomnu í býnum. Skráin hjá teimum er sera fjølbroytt við tiltøkum bæði innanveggja og úti fyri dyr. Og henda dagin var so av- tala gjørd við Kommunu- skúlan, at tey skuldu vitja tann nýggja og gula skúla- bygningin, sum stutt frammanundan var vígd- ur. Skúlagongd verður kortini ikki har fyrrenn í august mánaði. Tey eldru í Tilhaldinum vórðu henda dagin fylgd m.a. av Jóruni Poulsen, sum sjálv hevur gingið í Kommunuskúlanum fyri skjótt fimmti árum síðani. Og fyri hana var hetta ein spennandi uppliving. - Jú, hetta var ein góð uppliving, og ein staðfest- ing av, at skúlaumstøð- urnar hjá børnunum í dag eru sera góðar. - Hygg bara eftir hesi roknibókini, - hon er so nógv betri enn okkara. Tá vit fóru í 1. flokk í 1956 tá vóru flestu bøkurnar á donskum og nakrar fáar á føroyskum. Í dag er tað nærum øvugt, sigur hon. Munur á umstøðum Henda fyrrapartin í nýggja skúlabygninginum høvdu tey fyrst eina hugnaliga løtu við sangi og tónleiki, og frá søgn frá skúlastjór- anum, Hanusi Joensen. Síðani var farið runt í skúlastovurnar at hyggja, og her gekk sjón fyri søgn: Børnini í dag hava meiri pláss fyri neyðini nú, enn fyrr í tíðini. - Tað er ein øgiliga stórur munur á hesum umstøðun- um, og teimum sum vóru fyrr. Eg haldi, at ein hugsar nógv meiri um børnini og teirra tørv, tá ein byggir slíkar bygningar í dag. - Og so haldi eg eisini, at skúlin skal hava rós fyri at hava gjørt bygningin so- leiðis, at rørslutarnað kunnu sleppa í skúlan, á jøvnum føti við onnur. Soleiðis SKAL ein skúli vera, og soleiðis ER hesin skúlin eisini. Og tað er sera gott, sigur Jórun, sum eisini fegnast um, at skúlin er sera opin og luftkendur at koma inn í. Munur á raðfesting Hóast mong ár eru liðin síðani Jórun sjálv fór í 1. flokk, so minnist hon sera væl, tá tann stóri Komm- unuskúlin varð tikin í nýtslu fyri skjótt 50 árum síðani. Hetta fór fram 2. sep- tember í 1956, og sum vituligt var, varð nógv gjørt burtur úr henda dagin. Eitt tónleikaverk - ein kantata - var skrivað til høvið, og minnist hon enn, hvussu ótrúliga vakurt hetta verkið ljóðaði. - Og so at koma inn í ta stóru auluna við øllum teimum stóru listarverkun- um, sum har hingu. Tað var simpelthen ein imponer- andi sjón, sum festi seg í sinnið. - Tað var jú eisini sera framsíggið at ein longu tá vildi brúka pening upp slík listarverk í einum skúla. Eg meini, - hetta var jú í eini tíð, har ikki so nógv pen- ingur var í samfelagnum. - Men tað ynskti ein so allíkavæl, og tað kunnu vit so bara gleðast um í dag, sigur hon. Nr. 108 - 10. juni 2005 15 – Okkara roknibøkur vóru so óinteressantar Kúlupennar og nekarakyss Fyrsti skúladagur 1956: Nógv minnir hevur Jórun frá hesi fyrstu tíðini í nýggja Kommunuskúlanum. Hetta árið vóru 90 næmingar, sum fóru í 1. flokk. Hon minnist sera væl, at tey øll fingu tveir lutir henda dagin: Ein kúlupenn og eitt nekarakyss. Nekarakyssið man helst vera gliðið rættiliga skjótt niðurum hjá teimum flestu, men pennin goymdu tey sum reyðagull, tí hann var so serstakur. Hetta var ein slíkur pennur við eini mynd við løgi innií. Ein sá børn fara gangandi framvið skúlanum, tá ein helti pennin annan vegin. Helti ein penninum hinvegin, so bakkaðu børnini øvugtan veg. - Hóast eg var sera glað fyri henda pennin, so havi eg altso mist hann burtur. Men eg veit, at fleiri av hinum eiga hesar pennarnar enn, sigur Jórun. - Tað er munur á roknibókunum í 1956 og í 2005. Okkara vóru so óinteressantar, sigur Jórun Poulsen, sum her vitjar ein 1. flokk í Kommunuskúlanum Mynd: Jens Kr. Vang Mynd av 2. B í 1958: Aftasta rað úr vinstru: Absalon Djurhuus, lærari; Bjarni Clementsen, Árni Winther, Eyðun Hansen, Eyðfinn Lamhauge, Leif Skov, Sámal Trondesen (deyður) og Finnbjørn Guttesen. Næstaftast vm.: Hjørdis Johansen, Kirstin Johannesen, Erla Jensen, Dania Clementsen, Edvør Hansen, Eyðbjørg Poulsen og Jórunn í Dali. Næstfremst vm.: Sverri Faber Wang, Jákup Mørkøre, Berghild Christiansen, Óluva Bærentsen, Eyðvør Patursson, Jens Eli á Lava og Eirikur Joensen. Fremst vm.: Óli Reinert, Johan Eysturoy, Jógvan á Dul, Eivind av Reyni, Helgi Tórgarð og Erling Jørgensen. Legg merki til, at øll sum ein eru í bundnum troyggjum! (Myndaánari: Jórun Dánjalsdóttir Poulsen)