fríggjadagur 10. juni 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 108 - 10. juni 2005
Seinastu dagarnar
hava børnini í Mylnu-
húsinum í Klaksvík
umskapað KÍ-høllina
til ein dreymaheim av
alskyns søgum, spøl-
um og kappingum. Í
heilar tríggjar dagar
sleppa tey at liva
næstan sum í einum
røttum ævintýri
MYLNUFAGNAÐUR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður
Klaksvík: Í staðin fyri at at
fara í hvør sína vøggustovu,
barnagarð ella frítíðarskúla,
savnast øll út tey við 150
børnini, sum vanliga ganga
í Mylnuhúsinum, hesar
dagarnar til Mylnufagnað í
KÍ høllini. Her hava tey
skapað sær sín egna ævin-
týrheim saman við hvør
síni nýggju "familju", sum
tey kanska als ikki kendu
frammanundan. Men tað
ger onki, tí ætlanin við hes-
um døgunum er netupp, at
øll tey ymsu børnini og
vaksnu koma at kenna
hvønnannan betri.
Smá ævintýrheim
Inni í høllini er ein øgilig
tysjan aftur og fram av
børnum í ymiskt littum
blusum. Blusurnar skulu
hjálpa teimum at halda skil
á, hvørja familju tey hoyra
til, tí tað er kanska ikki
altíð so lætt at minnast. Tey
eru átta í hvørjari familju,
sum eisini hevur sítt egna
"heim" og sítt egna "ar-
beiðspláss". Men heimini
líkjast als ikki vanligum
heimum - heldur eru hetta
smá H.C. Andersen ævin-
týrheim, har summi búgva í
Álvheygginum, í trænum í
Eldførinum, á bóndagarð-
inum hjá mishátta dunn-
unganum og summi heilt
niðri á havsins botni hjá tí
lítlu havfrúnni. Og tá børn-
ini ikki eru heima hjá
familjuni, eru tey kanska á
arbeiðsbásinum, har tey
fiska, leita eftir gulli ella
kasta bóltar og eisini kunnu
vinna okkurt. Eisini eru
tríggjar stórar hoppiborgir,
sum børnini stuttleika sær
óført í.
Stór ansa smáum
Í smáu familjunum hjálpa
størru
børnini
teimum
vaksnu at ansa teimum
smáu
børnunum.
Men
onkuntíð skulu tey sjálv-
andi eisini sleppa at spæla,
so tá tey smáu børnini
skulu sova, liggur væl fyri
hjá teimum størru at fara út
á fótbóltvøllin beint uttan
fyri at spæla og fáa fríska
luft.
Nógv ymiskt hevur verið
á skránni hesar dagarnar,
Mylnufagnaður hevur verið
í KÍ høllini. Hendan morg-
unin kom Óli Olsen at lesa
ævintýrið hjá H.C. Ander-
sen um stoppinálina, sum
heldur vildi vera ein seymi-
nál, tí hon helt seg vera so
fína.
Børnini hava sum vera
man hugnað sær óført allar
hesar dagarnar, men stóra
løtan á Mylnufagnaðinum
verður fríggjadagin. Tá
kemur Karl Martin Sam-
uelsen at syngja og spæla,
og onkur kemur eisini at
læra børnini at dansa
línudans. Tá eru foreldur og
systkin, ommur og abbar
bjóðaði við at hyggja at
ymsum, sum børnini fara at
framføra á pallinum og
annars hugna sær saman
við børnunum.
Foreldrini hjálpa
Hetta er aðru ferð at
Mylnufagnaðurin verður
hildin. Fyrstu ferð var í
fjørð, og tað riggaði so væl,
at tey, sum skipa fyri, bein-
anvegin gjørdu av royna
hetta aftur.
- Endamálið við Mylnu-
fagnaðinum er sjálvandi at
gera nakað nýtt og øðrvísi
saman við børnunum. Men
av tí at vit Mylnuhúsinum
húsast í fýra ymsum hús-
um, er hetta eisini eitt fínt
høvi hjá børnunum at koma
at kenna onkran, sum tey
sjálvi skulu ganga á stovni
saman við næsta ár, sigur
Hanna Thøgersen, leiðari í
Mylnuhúsinum, sum er
sera fegin um stóru hjálp-
ina, tey hava fingið frá for-
eldrum og øðrum, sum
bæði hava hjálpt vit at gera
mat og skipa fyri undir-
haldi.
KÍ-høllin
umskapað
til ævintýr-
heim
Børnin sótu spent og lurtaðu, tá Óli Olsen fortaldi ævintýrið
hjá H.C. Andersen um Stoppinálina
Børnini hugna sær óført á
Mylnufagnaðinum í KÍ høllini
Hanna Thøgersen, leiðari í
Mylnuhúsinum, fegnast um
stóru hjálpina tey hava fingið
til Mylnufagnaðin frá
foreldrum og øðrum