Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 • fríggjadagur • 10. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Jákup á Borg varð mikumorgunin offraður á taktiska altarinum, men hóast vónbrotin, so er hann avgjørdur um, at tað skal bera til at vinna sær pláss á liðnum aftur AVSETTUR Jákup Mørk Síðani hann tann 24. mars slapp fyri fyrstu ferð slapp at byrja inni millum teir fyrstu ellivu á A-landslið- num, hevur eingin verið í iva um, hvør hevur átt plássi høgrumegin á mið- vøllinum. Jákup á Borg var ferð eft- ir ferð millum teir bestu á føroyska fótbóltslandslið- num. Og hóast hann kanska onkra tíð ikki var heilt so sannførandi, so var status hansara í hópinum av slík- um slag, at hetta ikki var ein spælari, sum bara varð settur av uttan víðari. Meira avbjóðandi Ikki minst var hann fyrsta partin av seinastu undan- kapping flúgvandi. Tað kom mest sum ikki fyri, at Føroyar skoraðu, uttan at Jákup onkursvegna hevði ein fót við í spælinum, men higartil hevur leiklutur hansara í hesari undan- kappingini ikki verið ein dominerandi. Og mikumorgunin fekk hann so at vita, at tað ikki var rúm fyri honum millum teir fyrstu ellivu í dystinum móti Írlandi. - Tað var sjálvandi eitt stórt vónbrot. Eg havi ikki sitið á beinkinum síðani á heysti 2000, so sjálvandi var talan um vónbrot. Fekst tú nakra frágreið- ing frá venjaranum? - Ikki nakra veruliga frá- greiðing sum so. Henrik segði mær beint undan taktikk-fundinum, at hann ikki hevði verið nóg væl nøgdur um avrikið hjá mær seinast. Einamest, tí eg ikki hevði bjóða nóg nógv av. Og er tað ein frágreiðing, sum tú kanst góðtaka? - Tað er mann jú noyddur til. Sjálvur haldi eg, at spælið og spæliætlanin móti Sveis ikki legði upp til, at eg skuldi bjóða so nógv av. Men tað er ikki so nógv at gera við tað. Ikki annað enn at arbeiða hart fyri at sleppa upp í part aftur. - Men tað var keðiligt, at tað júst skuldi vera til hendan dystin, sum mann hevði glett seg so nógv til. Og ikki minst, tá mann eisini sá, hvussu gott pláss vit fingu at spæla á, helt hann. Fegnast um avrikið Men hóast hann soleiðis ikki fekk júst tann leiklut, sum hann kundi hugsað sær, so duldi Jákup ikki fyri, at hann var fegin um avrikið hjá liðfeløgunum. - Sum eykamaður skalt tú kanska vóna, at tað gongst illa hjá onkrum av hinum, so tú fært møguleikan aftur. Men eg má siga, at tað var deiligt at síggja góða før- oyska avrikið. Ikki minst eri eg fegin um, at tað gekst somikið væl hjá Heðini. Hann hevur bíða eftir sín- um møguleika leingi, og hann tók eisini veruliga av hesaferð. Seinastu 10 minuttirnar av dystinum slapp Jákup tó á vøllin. Og hóast tíðin var stutt, so tóktist hann vilja prógva, at hann framyvir aftur skal hoyra heima millum teir fyrstu ellivu. - Eg var jú ikki meira fornermaður enn so, at eg vildi vísa, hvat eg standi fyri. Eg haldi eisini, at eg kom hampuliga væl inn í spælið, men tað er altso óluksáliga trupult at koma inn í ein dyst. Alt tykist ganga nógv skjótari fyri seg, enn tá tú byrjar inni, so tað er avgjørt ikki nakar lættur leiklutur. Men sum sagt, so má eg bara royna at sannføra um, at eg aftur skal teljast millum teir fyrstu næstu ferð, segði altso Jákup á Borg at enda. Vónbrotin - Tað var sjálvandi eitt stórt vónbrot. Eg havi ikki sitið á beinkinum síðani á heysti 2000, so sjálvandi var talan um vónbrot, segði Jákup á Borg Mynd: Jens Kristian Vang FAIR PLAY »Love yuo Faroes - we do Love you Faroes - we do Love you Faroes - we do Ooh Faroes we love you« Soleiðis ljóðaði av írsku áskoðaraplássunum við Tórsvøll mikukvøldið. Gaman í byrjaðu teir ikki við hesum sanginum, fyrr enn Írland hevði lagt seg á odda, men boðini vóru ikki at misskilja. Írsku áskoðararnir hava kring allan heimin verið kendir fyri sítt lætta lyndi, sína skemtiligu framferð og fram um alt Fair-Play. Í Írlandi upplivdu tey eisini, at føroyski 12. mað- urin fyrst og fremst umboðar júst somu virði, og til- samans gjørdi hetta eisini sítt til, at báðir áskoðara- bólkarnir funnu so væl útav, hvussu man saman ger ein fótbóltsdyst til eina stuttliga uppliving. Hósmorgunin fóru tey flestu av hesum so aftur á flogvøllin, har tey helst mugu bíða í nakrar tímar, áðrenn ætlaðu flogførini hava sett seg, nú øll flogferðslan varð tarnað av mjørkanum. Men í hesi atløgu er bara eftir hjá okkum at takka fyri vitjanina. Vónandi verður hon endurtikin eina aðru ferð - men tá ætla vit okkum stigini! -jm