Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 108 - 10. juni 2005 Írsku stjørnurnar sluppu av álvara at ar- beiða yvir á Tórsvølli mikukvøldið. Í 70 min- uttir vóru tað kanska enntá føroyingar, sum stóðu fyri undirhald- inum, men tað kostaði dýrt, at takið varð slept fyrsta góða korterið eftir steðgin LANDSDYSTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Kritisku røddirnar, sum hava verið frammi um fót- bóltslandslið okkara sein- astu tíðina, munnu vera dempaðar nakað, eftir at Føroyar tvær ferðir innan fimm dagar góvu bæði Sveis og Írlandi ein skarpan gang. Ikki bara á máltalv- uni, har talan í báðum førum gjørdist um hesi »heiður- ligu« tapini, sum eftir hond- ini kenna alt ov væl. Men meira tí mátin, sum hesi komu uppá, veruliga sýndi umheiminum, at okkara menn á einum góðum degi kunnu takast við teir størstu. Ikki sum móti Fraklandi, har tú alla tíðina hevði kensluna av, at teir nokk stýrdi tí mesta, sum gekk fyri seg. Og ikki sum móti Týsklandi, har eitt konstant blitzkrieg nærum gjørdi tað til ein spurning um tíð, áðrenn málið fór at koma. Men tí okkara veruliga spældu upp við mótstøðuna í nógvar mátar. So hevur tað minni at týða, at Dami- en Duff og Roy Keane hvør í sínum lagi forvinna meira um vikuna enn eitt vanligt føroyskt húsarhald ger um árið. Tá alt kemur til alt, so eru teir ikki meira enn menniskju, og tí ber eisini til at spæla fótbólt móti teimum. Væl eydnaðar broytingar Men tað krevur eitt sindur av galskapi, um okkara skulu vera við á hesum støðinum. Realistiskt sæð, so hava vit kanska als ong- an møguleika móti slíkum tjóðum, og tí skulu spælar- arnir onkursvegna vera hálvsvakir, skulu teir veru- liga trúgva uppá, at hetta skal bera til. Og fyrstu trý korterini var hetta svakliga eisini til stað- ar. Sum lýdnir soldátar helt hvør tann einasti maður fast um avtalurnar, sum gjørdar vóru. Tað var kanska óvænt- að, at Heðin byrjaði inni fyri Jákup á Borg, men fyri tað allar mesta, so sannførdi hann eisini um, at hetta var rætta avgerðin. Hann tordi at bjóða av, og ikki minst, so sýndi hann eisini vilja at renna ÁÐRENN bólturin varð spældur. Hetta gav hon- um eisini besta føroyska møguleikan í dystinum, tá Fróði stakk djúpt, og Heðin meddaði skeivu megin stólparótina. Og at Julian eins óvænt- að hevði pláss í hinum borðinum, tóktist eisini hava ynsktu effektina. Sum eitt annað ekspress-tok koyrdi spælandi B68-venj- arin upp og niður í síðuni, og fleiri fekk hann órógvað javnvágina í írska verju- spælinum, soleiðis at rúm og tíð varð til okkara at fáa glið á sítt spæl. Naivir írar Men mest av øllum, so tóktist fyrri hálvleikur at prógva tvinnar lutir, sum ofta hava verið diskuter- aðir, tá føroyska landsliðið roynir seg í altjóða høpi. Fyrst av øllum, so undir- strikaði tað ein sannleika, sum landsliðsvenjarin fleiri ferðir hevur nomið við. Ikki minst eftir dystin móti Sveis. At tað hevur lítlan og ongan týdning, hvørt tú á pappírinum spælir við ein- um, tveimum ella trimum monnum í álopinum. Á tekniborðinum, so var føroyska útgangsstøðið neyvan meira framrættað, enn tað var á Svangaskarði fyri viku síðani. Við Claus Bech Jørgensen í hangandi leiklutinum, sum Rógvi tá hevði, varð kanska í minni mun lagt upp til langar sendingar, men tað hevði minni at siga. Størri týdn- ing hevði tað, at kantarnir komu við í spælið fram- eftir. Tað merkir fyrst og fremst, at innlegg og møgu- leikar fáast í spælið, og so er tað uppgávan hjá mið- vøllinum at stuðla upp und- ir einsamalla áleyparan, tá bóltarnir koma innfyri. Har næst, so fingu írar ein lærupenga um, at tað ikki er so heilt víst, at tað altíð loysir seg við einum treytaleysum trýsti, tá spælt verður móti smátjóðum. Í øllum førum ikki, um smá- tjóðin eitur Føroyar. Tí stórur partur av góða føroyska avrikinum skal eisini tilskrivast offensiva írska útgangsstøðinum. Við at spæla við trimum monn- um heilt frammi og trimum sera framrættaðum miðvall- arum, lótu teir nevnliga Føroayr-Írland 0-2 (0-0): Dýrt at missa ga Nærdystirnir vóru nógvir í tali á váta undirlendinum. Men í longum pørtum av dystinum vóru tað okkara, sum vóru omaná, og tó at vit aftur fingu tvey keðilig mál ímóti okkum, so kann