fríggjadagur 10. juni 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 10. juni 2005
19
eisini upp fyri føroyskum
spæli hinvegin. Megnaðu
okkara at spæla seg framvið
fyrstu írsku ketuni, so bleiv
aloftast gott pláss at spæla.
Okkara fingu bæði pláss og
tíð at spæla sítt spæl, og tí
vórðu írar í nógv størri mun
enn ætlað noyddir at renna
heimeftir vøllinum.
Tað hoyrir tó eisini við til
hesa søguna, at orsøkin til,
at okkara yvir høvur komu
somikið langt niðan, at
pláss varð til at spæla, var
føroyskt dirvi og frekleiki.
Okkara menn tordu at
spæla bóltin niðan á mið-
vøllin. Einstaka ferðirnar
enntá í tøttum kombinati-
ónum niðan eftir vøllinum,
og tað høvdu írar í øllum
førum ikki sæð fyri bara
hálvum ári síðani.
Galskapurin hvarv
Tí var tað við eini góðari
kenslu, at farið varð til
hálvleiks. Írsku tíðinda-
menninir tóktust heldur
ikki verea heilt álvuligir í
steðginum. Høvdu ivaleyst
roknað við, at talan skuldi
gerast um ein hampuliga
tryggan sigur, hóast venjar-
in hevði tosað um nakað
annað.
Og tí bíðaðu flestu føroy-
ingarnir við góðum treysti í
regninum til seinastu trý
korterini.
Men tað stóð skjótt
greitt, at hesi fóru ikki at
gerast eins hugalig, sum
fyrri hálvleikur var. Tað
tóktist, sum var nakað av
galskapinum á liðnum burt-
ur. Sjálvandi vóru menn
framvegis uppsettir, og vit
fingu eisini eitt hornaspark
alt fyri eitt, sum Rógvi
tíverri stútaði uppum.
Men tað var, sum var
hetta nú meira ein vanligur
dystur hjá føroyingunum.
Ikki ein av hesum, har hvør
maður spælir yvir evni, men
heldur ein, har menninir
spældu upp til sítt besta. Um
tað kann sigast so.
Og tá so er, so er trupult
hjá okkum at standa okkum
á altjóða vøllinum. Írar
revsaðu eisini okkum alt
fyri eitt. Ein bóltur varð
stungin inn um Atla Daniel-
sen, og tá Jákup nølaði tann
avgerandi brotpartin av
einum sekundi, varð Steph-
en Elliot fyrr á bóltinum,
og so rendi málverjan írska
áleyparan um koll. Nakað
annað er so tað, at bólturin
neyvan var í spælbarari frá-
støðu, men hevði fari til
málspark, óansæð um mað-
urin fór um koll ella ikki.
Men í slíkum støðum verð-
ur aloftast bríkslað fyri
brotssparki kortini, og tað
var júst tað, sum bulgarski
dómarin gjørdi.
Jákup hevði hondina á,
men hann fekk kortini ikki
forðað Ian Harte í at skora,
og so var Írland á sigurskós.
Og tað gingu heldur ikki
meira enn sjey minuttir, so
var aftur galið. Hesa ferð
var málið av hesum slagn-
um, sum kann koma fyri,
um okkara menn søkka ov
langt aftur. Spælt var í og
kring føroyska brotsteigin,
og tá Kevin Kilbane so
meddaði til, var Óli Jo-
hannesen óheppin at av-
rætta skotið, sum soleiðis
fullkomuliga snýtti Jákup
Mikkelsen.
Góð kensla
Talan kundi eisini verið um
enn tryggari sigur, var tað
ikki fyri eina frálíka dupult-
bjarging frá Jákupi, men
eftir hetta tóktist tað, sum
komu okkara betri við. Írar
tóku seg eisini nakað aftur
á vøllin, nú teir høvdu stig-
ini, sum komið varð eftir,
og meðan føroysku og írsku
áskoðararnir kappaðust um,
hvør kundi syngja harðast,
otaðu okkara menn so aftur
fram í dystin.
Talan gjørdist kanska ikki
um teir heilt stóru møgu-
leikarnar, men í løtum varð
talan nú um eitt gott og væl
skipað føroyskt trýst. Vøllur-
in varð gjørdur breiður,
bakkarnir komu upp við, og
so restaði bara høvdið hjá
Rógva ella onkrum øðrum,
tá mongu innleggini vórðu
send innfyri. Hetta hendi tó
ikki, og nærmast við mundu
føroyingarnir vera, tá Heðin
á Lakjuni við annars kalda
høgra beininum langaði til
úr 20 metrum, men Shay Gi-
ven í málinum fekk tó vart
fyri teirri royndini eisini.
Góði
endaspurturin
hjálpti eisini til við at halda
fast um góðu kensluna hjá
áskoðarunum av dystinum.
Okkara menn prógvaðu, at
teir væl kunnu vera við á
hesum støðinum. Og teir
prógvaðu eisini, at tosið um
vantandi framgongd og
kanska eisini beinleiðis
afturgongd ikki hevur hald
í veruleikanum.
Men veruleikin er eisini,
at skulu Føroyar standa seg
á hesum støðinum, so krev-
ur tað, at allir mans eru heilt
á tindinum til hvørja einastu
uppgávu. Og at teir verða
standandi á tindinum í sam-
fullar 90 minuttir. Mót-
støðan er aloftast av slíkum
slag, at verður takið slept
eina lítla løtu, og sita tackl-
ingarnar bara hart heldur
enn knallhart í lítla løtu. So
verða vit revsaðir. Snøgt
sagt, so skal galskapur til.
alskapin
Írsku stjørnunar sluppu sanniliga til arbeiðis. Her er
tað Damian Duff, sum noyðist at ásanna, at eisini
hesaferð var Fróði omaná. Claus tykist vera eitt sindur
í iva um, hvat nú skal henda
næstan ikki ein fingur setast á samlaða føroyska avrikið
Føroyar-Írland
HM-undankappingardystur
8. juni 2005 á Tórsvølli
5.180 áskoðarar (Tað var í øllum førum almenna talið, hóast 4.000 helst er eitt
meira realistiskt boð)
Dómarabólkur úr Bulgaria: Anton GENOV, Nikolay ANGELOW, Nikolay
PETROV, Kostadin KOSTADINOV.
FIFA Umboðsmaður: Dag VESTLUND (NOR)
FIFA Eygleiðari: Jean Claude JOURQUIN (BEL)
Føroyar:
1. Jákup MIKKELSEN (B36) - 4. Johan Byrial HANSEN (Horsens BK), 13. Óli
JOHANNESEN (liðf.) (TB), 3. Atli DANIELSEN (KÍ), 2. Súni OLSEN (GÍ) - 8.
Julian JOHNSSON (B68), 7. Fróði BENJAMINSEN (B36) (Jákup á BORG
(HB), 80.), 7. Rógvi JACOBSEN (KR), Heðin á LAKJUNI (KÍ) - Claus Bech
JØRGENSEN (Coventry CFC) (Tór-Ingar AKSELSEN (HB), 80.), 11. Andrew
av FLØTUM (Fremad Amager) (Christian Høgni JACOBSEN (NSÍ), 59.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Mortan úr HØRG (VB), Jónhard
FREDERIKSBERG (Skála), Jens Martin KNUDSEN (NSÍ), Ingi HØJSTED (B36)
Gult kort: Heðin á LAKJUNI, 16., Fróði BENJAMINSEN, 36., Jákup
MIKKELSEN, 50.
Venjari: Henrik LARSEN, Hjálparvenjari: Jógvan Martin OLSEN, Fysiotera-
peutur: Øssur STEINHÓLM, Lækni: John Reid BJARTALÍÐ, Liðleiðari:
Birgir HANSEN
Írland:
1. Shay GIVEN (Newcastle United) - 2. Stephen CARR (Newcastle United), 5. John
O'SHEA (Manchester United), 4. Kenneth CUNNINGHAM (Birmingham), 3. Ian
HARTE (LEVANTE UD) - 7. Andy REID (Tottenham Hotspur), 6. Roy KEANE
(liðf.) (Mancheter United), 8. Kevin KILBANE (Everton) - 10. Clinton MORRI-
SON (Birmingham) 17. (Gary DOHERTY (Norwich City), 80.), 9. Stephen
ELLIOT (Sunderland), 11. Damian DUFF (Chelsea)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Patrick McCARTHY (Leicester
City), 13. Matthew HOLLAND (Charlton Athletic), 14. Steven REID (Blackburn
Rovers), 15. Graham KAVANAGH (Wigan Atletic), 16. Patrick KENNY
(Sheffield United), 18. Alan LEE (Cardiff City).
Gult kort: Roy KEANE, 8.
Venjari: Brian KERR
FAKTA UM DYSTIN