Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 108 - 10. juni 2005 Nógvir av føroysku spælarunum kundu kanska fingið skoðs- málið sum man og the match. Men fyrst og fremst, so var talan um eitt framúr liðav- rik, sum í longum løt- um var við til at halda írsku stjørnunum væl og virðiliga niðri SPÆLARAUMMÆLI Jákup Mørk 1. Jákup Mikkelsen, B36 (38 dystir/0 mál) Óivað verður keðiliga og óneyðuga brotssparkið tað, sum Jákup fer at minnast best frá dystinum, men sum málverji er veruleikin ofta, at mistøkini eru tey, sum koma at standa sterkast í myndini. Hevði í fyrra hálv- leiki eisini eini tvey smærri mistøk, sum hann tó slapp væl frá, men váti vøllurin gav heldur ikki bestu fyri- treytirniar fyri ein málverja. Og við eini framúrskarani dupulbjarging móti leysum írum forðaði hann eisini fyri, at írski sigurin gjørdist óneyðuga nógv størri. 2. Súni Olsen, GÍ (20/1) Váti vøllurin setti stór krøv til bóltførleikan, og í so máta var Súni kanska tann á føroyska liðnum, sum hevði minstu trupulleikar- nar. Men tá spælið tekniskt verður lagt somikið høgt, sum Súni ger tað, so tóktist tað til tíðir nakað hasarder- að, sum hann fekst við. Í einum trimum førum fyri steðgin var eisini um repp- ið, at hetta kostaði, men í tveimum av hesum førun- um var Súni eisini sjálvur maðurin, sum vann bóltin aftur. Hevði aftur hesaferð eina frísparksroynd, sum tí- verri varð blokkerað av før- oyska partinum í múrinum. 3. Atli Danielsen, KÍ (10/0) Hevur leingi bankað upp á dyrnar við eini umbøn um fast pláss millum teir fyrstu ellivu, og tað plássið er av- gjørt komið heilt nær eftir teir báðar seinastu lands- dystirnar. Eina einstaka ferð tíðliga í dystinum var um reppið, at háli vøllurin gav írum ein ókeypis møguleika, men í mest sum allar aðrar mátar var ikki ein fingur at seta á spælið. Heldur ikki í avspælinum hevði hann nevniverdugar trupulleikar, og tað var ein av orsøkunum til, at Føroyar ofta fingu spælt seg niðan á vøllin. 4. Johan Byrial Han- sen, Horsens BK (13/0) Hevði á høgra bakki - á pappírinum - truplastu før- oysku uppgávuna, har hann skuldi taka sær av Damien Duff úr Chelsea. Men tað var avmarkað, hvat bólt- snillingurin hjá írum fekk gjørt í dystinum. Aloftast sat Johan sera tætt í honum, og um ikki, so megnaði hann aloftast skilagott at skerma av, soleiðis at kviki vongurin ikki kom at baklinjuni. At hann er vanur at spæla á grasi kom eisini greitt til sjóndar á trupla undirlendin- um, og hartil vóru trupul- leikarnir í avspælinum mun- andi minni hesaferð, enn teir áður hava verið. Hevði tó óhepnan leiklut við seinna írska málið, tá hann ikki fekk stútað ordiliga burtur. 6. Rógvi Jacobsen, KR (32/6) Fekk einki mál hesaferð, soleiðis sum hann annars hevur havt fyri vana, men arbeiðsavrikið á miðvøll- inum kundi ikki ein fingur setast á. Bæði á jørðini og í luftini vann hann hópin av bóltum, og í flestu førunum megnaði hann eisini sera skilagott at sleppa sær av við bóltin. Serliga fyri steðgin var hann millum- støð í nógvum av tí, sum føroyingar skaptu, og fekk hann soleiðis prógvað, at hann er ein spælari, sum vit kunnu brúka á flestu støð- unum á vøllinum. 7. Fróði Benjaminsen, B36 (32/2) Liggjandi beint yvir av Roy Keane fekk Fróði veruliga roynt seg á kropsliga økin- um, og tunga mótstøðan hevði eisini við sær, at Fróði í nógvar mátar ikki var heilt so eyðsýndur, sum vit ofta hava sæð hann á landsliðn- um. Var tó kortini við í nógv- um av tí, sum Føroyar skaptu, og hóast eitt gult kort kanska dempaði tacklinga- rnar nakað, so sluppu mót- støðumenninir á ongan hátt lætt kortini. Tungi vøllurin og tunga uppgávan fóru tó at merkjast, sum dysturin leið, og tí var útskiftingin náttúr- lig, tá venjararnir vildu hava meira ferð á føroyska spælið. 8. Julian Johnsson, B68 (61/4) Var aftur á liðnum eftir leikbann, og tó at talan var um heldur óvandan leiklut í høgru síðu, so varð hendan fyri tað heilt nógva loyst til UG. Hevði fyri steðgin fleiri góðar djúpar renning- ar, sum høvdu hug at taga írsku verjuna sundur, og fleiri ferðir gav hetta eisini úrslit í antin innleggum, hornasparki ella føroysku innkasti. Royndi at halda á í sama spori eftir steðgin, men tað tóktist tó greitt, at hann treivst betri í leikluti- num, sum hann fekk sein- astu 10 minuttirnar, tá hann aftur varð fluttur á sentrala miðvøllin. 10.Claus Bech Jørgen- sen,Coventry CFC (5/1) Hevði hesaferð leiklutin sum føroyska bindiliðið millum miðvøll og álop, men onkursvegna tóktist hann ikki trívast eins væl í hesum, sum tá hann er í síðuni. Er ikki typan, sum er so góður at spæla við rygginum móti málinum, og tí kom hann í ávísum førum at seinka føroyska spælinum. Arbeiddi tó sera hart alla tíðina, sum hann var á vøllinum, og í einum tveimum førum var hann eisini um reppi at koma til beinleiðis møguleikar. 11. Andrew av Fløtum, Fremad Amager (18/1) Var aftur hesa ferð valdur sum fremsti áleyparin, og fyri tað nógva sannførdi hann eisini um valið. Megn- aði væl at dekka bóltin, tá hetta kravdist, eins og hann var góður at spjaða spælið út til síðurnar, eftir at mið- vøllur og verja høvdu spælt beint upp. Var eisini fyri steðgin ein av teimum, sum hevði hug at toga allar lið- felagarnir upp eftir hárinum, soleiðis at tað ómøguliga kundi avrikast, og hevði á tann hátt veruliga tænt fyri seg, tá hann varð skiftur út stutt eftir steðgin. Vit kundu tó ynskt, at hann eisini átti eitt høgra bein, tá Claus tíðliga í dystinum legði út frá, men ta ferðina vildi Andrew fyrst royna at fáa bóltin yvir á »rætta« beinið. 13. Óli Johannesen, TB (72/1) Setir dystarmet, hvørja ferð hann ferð á vøllin fyri Før- oyar, og tað er einki, sum bendir á, at hetta metið ikki verður toygt nakað væl meira. Stýrdi bæði verju og off-side felluni við kønari hond, og tá fysiskir nær- dystir kravdust, var tað heldur eingin trupulleiki. Hevur tó ofta lyndi at gera nøkur kanska óneyðug frí- spørk, men verða hesa fram- haldandi gjørd somikið langt uppi á vøllinum, sum talan var um mikukvøldið, so er tað ikki nakað, sum dregur niður. Nærum tvørt- urímóti, so er hetta onkurs- vegna við til at undirstrika, at okkara menn ongantíð fara at geva seg við góðum. 14. Heðin á Lakjuni, KÍ (13/1) Var heldur óvæntað settur millum teir fyrstu ellivu, men sannførdi í ríkiligt mát um, at hann er eitt veruligt alternativ til kantplássið. Hevði bæði viljan, dirvi og skjótleikan til at bjóða av, og fekk á tann hátt noytt írar at ansa sær eitt sindur í annars treytaleysa trýstin- um, sum teir høvdu í hyggju at fremja. Kom somuleiðis væl við í djúpu renningum sínum, og bara nakrir sentimetrar forðaðu honum í at leggja Føroyar á odda fyri steðgin. Eftir steðgin gjørdust umstøður- nar nakað truplari, men hann royndi støðugt at ar- beiða bæði út á kantin og inn í vøllin. Og hann átti eisini bestu føroysku royndina eftir steðgin. 9. Jákup á Borg, HB (39/2) Fyri fyrstu ferð síðani heystið 2000 skuldi Jákup byrja ein dyst av beink- inum. Fekk tó seinastu 10 minuttirnar á vøllinum, og tó at tað ikki er long tíð í fótbólti, so tóktist hann fella væl inn í spælið. Fekk eisini á tann hátt víst, at hann so avgjørt ikki ætlar at lata sessin á høgra miðvølli frá sær við góðum. 12. Christian Høgni Jacobsen, NSÍ (22/2) Kom á vøllin seinasta hálva tíman, tá føroyska liðið hevði trupla uppgávu at reisa eftir 2-0 málið. Ar- beiddi tó alla tíðina væl, og var eisini um reppið at koma fram til nakrar møgu- leikar. Ikki minst, tá hann bara var eitt fet ov stuttur til at fanga sløsusta írska afturlegging. 17. Tór-Ingar Akselsen, HB (3/0) Varð settur á vøllin seinastu løtuna, tá meira ferð skuldi fáast í føroyska álops- spælið. Tóktist tó ikki hava eins lætt við at fella inn í dystin, sum hinir føroysku innskiftararnir. Satt liðavrik Eftir avrikini leygar- og mikudagin tykist Atli Danielsen vera komin nakað væl nærri einum føstum plássi millum tey fyrstu ellivu Mynd: Jens Kristian Vang