Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 10. juni 2005 23 Hóast enn eitt »heið- urligt« tap, so fekk Henrik Larsen illa verið annað enn væl nøgdur um føroyska avrikið VENJARIN Jákup Mørk Tað vóru mong, sum hveptu seg nakað, tá før- oyska uppstillingin varð almannakunngjørd. Tað var væntandi, at Julian Johns- son kom aftur á liðið. Men har var eingin Jákup á Borg, sum annars hevur verið rimmarfastur síðani várið 2001. Og heldur enn at nýta Julian mitt á, varð hesin nú settur sum kant- spælari. Hinu megin hevði Heðin á Lakjuni fingið leiklutin sum kantur, og Claus Bech Jørgensen var nú maðurin, sum skuldi stuðla álopið, meðan Rógvi Jacobsen var á miðvøllinum. Talan var sanniliga um broytingar, og hesar gjørd- ust ikki minni merkis- verdar, tá føroyska avrikið á Svangaskarði als ikki var so galið. - Eg var sum so ikki ónøgdur við nakað á Svangaskarði. Men vit manglaðu djúpu renning- arnar í síðunum, sum kunnu geva okkum nakað eyka frameftir. Tí valdu vit at royna við Heðin og Julian á kantunum, og teir báðir eiga stórt rós uppi- borið fyri mátan, sum teir loystu uppgávuna uppá, sigur Henrik Larsen. Stillaðu ikki tekopparnar Og um sjálvan dystin segði landsliðsvenjarin seg illa kunna vera annað enn sera væl nøgdan. - Serliga í fyrra hálvleiki spæla vit nakað av tí besta, sum vit yvir høvur hava spælt. Vit klára at spæla bóltin runt, og tá vit royna at koma ígjøgnum, er bæði breidd og djúpd í. Til tíðir fingu vit eisini eitt veruligt trýst á írar upp á hendan mátan, og tað sigur so sanniliga eisini eitt sindur. Vart tú bilsin um, at okkara fingu so gott pláss, tá vit komu niðan á vøllin? - Nei. Vit vistu, at teir fóru at leggja trýstið høgt, og ætlanin var nevnlig at koma aftur um hetta trýstið. Men so verður talan enn einaferð um eitt av hesum vanligu »næstan«. Hvat er tað, sum ikki riggar nóg væl eftir steðgin. - Vit koma ikki nóg væl út til seinna hálvleik. Hava snøgt sagt ikki stillað tekopparnar frá okkum, og so tøvir Jákup sjálvandi akkurát í hasi støðuni, sum førir brotssparkið við sær. Tað er nokk eingin, sum veit tað betri enn júst Jákup sjálvur, so tað tími eg ikki at brúka ov nógva tíð uppá. - Men veruleikin er, at vit ikki eru nóg skarpir fyrstu løtuna eftir steðgin. Tað tænir tó spælarunum til rós, at teir kortini megna at reisa seg aftur, og seinastu 20 minuttirnar eru vit aftur av álvara við í dystinum. Eisini hóast vit ikki raka heilt somu hæddir, sum gjørdu fyri steðgin. Tvey góð avrik Tað hevur ofta víst seg, at tá føroyska landsliðið hev- ur tveir dystir á rað, verður talan ofta um ein góðan og ein minni góðan dyst. Um tað er sálarlig ella kropslig møði, sum ger um seg, er helst ilt at siga, men tann trupulleikin var als ikki staðar hesaferð. Og tað var eisini nakað, sum venj- arin var framúr væl nøgdur um. - Tað er heilt avgjørt gleðiligt, at spælararnir tvær ferðir á rað hava hildið eitt somikið høgt støði. Ikki minst í dag, har vit altso spæla nakað av tí besta, sum vit yvir høvur hava gjørt. - Og tað eigur hvør tann einasti spælari stórt rós afturfyri. Teir hava veruliga arbeitt knallhart fyri hes- um, og tað hevur so eisini loyst seg, segði Henrik Larsen at enda. Írski landsliðsvenj- arin, Brian Kerr, segði eftir dystin á Tórs- vølli mikukvøldið, at hann var vælnøgdur við at fara heim aftur til Írlands við trimum stigum, tí øll lið hava trupult við at vinna á føroyingum í Føroy- um FÓTBÓLTSPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Brian Kerr viðgekk, at um- støðurnar at spæla fótbólt vóru ikki av teimum bestu í gjár, og tað bleiv ongantíð tað stóra fótbóltsspælið at síggja. Hinvegin helt hann, at Írland gjørdi tað, ið var kravt av teimum, og at sigurin hjá Írlandi var fult uppiborin. Høvdu nóg mikið av møguleikum Írski landsliðsvenjarin við- gekk, at føroyingar góvu írum ein skarpan gang í fyrra hálvleiki, men hóast tað hevði hann givið sínum monnum boð um at halda fram við sama lag eftir steðgin. - Eg segði við spælarar- nar í hálvleikinum, at teir skuldu hava tol, so skuldi tað nokk koma. Eg haldi eisini, at allir tóku tað púra róligt, hóast tað stóð á jøvnum í hálvleikinum, greiddi Brian Kerr frá. Hann segði eisini, at hóast írska spælið ikki var av tí besta, so høvdu írar skapt ivaleyst av møguleik- um, og Brian Kerr metti, at Írland hevði okkurt um tíggju rímuliga góðar møguleikar bara í seinna hálvleiki. Spurdur um føroyingar høvdu givið írum harðari mótstøðu, enn teir høvdu væntað, segði Brian Kerr: Vit vistu, at tað fór at verða ein trupul dystur, har vit noyddust út at stríðast, og eg haldi, at okkara spæl- arar vístu ein góðan hug- burð í dag. Føroyingarnir høvdu fleiri møguleikar í dag enn í Dublin, men um- støðurnar gjørdu eisini sítt til, at nógvar tilvildarligar hendingar vóru í dystinum. Gamaní hevði Shay Given( írski málverjin, blaðm.) nakrar bjargingar í dystin- um, men tað er tað, sum hann er har til, segði Brian Kerr. Hann legði afturat, at Føroyar í dystinum høvdu víst, at teir eisini kunnu spæla fótbólt, og at føroy- ingar eru truplir at basa á heimavølli. Kunnu avgera alt sjálvir Brian Kerr fegnaðist um írska sigurin, sum hevur við sær, at Írland nú er á odda í bólkinum, nú farið verður í summarfrí. Írar hava tríggjar dystir eftir at spæla. Tveir eru á heima- vølli móti nærmastu kapp- ingarneytunum úr Frak- landi og Sveis, og triðji dysturin er á útivølli móti Kypern. - Nú er tað upp til okkum sjálvar at avgerða tað heila. Vinna vit dystirnar, ið vit hava eftir, fara vit til HM í Týsklandi, men tað verður trupult. Onkur metir okk- um sum favorittar at vinna heima móti Fraklandi, men eg meti tað sum ein ógvu- liga opnan dyst, segði Brian Kerr. Írland skal í august mánað spæla venjingardyst móti Italia í Dublin, áðrenn teir leggja til brots aftur í HM-undankappingini. Tá verður fyrsta mótstøðuliðið Frakland, og Brian Kerr var fegin um, at ongin av teim- um seks leikarunum hjá Írlandi, ið lógu til leikbann undan dystinum móti føroyingum, fekk gult kort mikukvøldið. Tvey framúr avrik Hóast teir í 90 minuttir vóru mótstøðumenn, so nýttu Brian Kerr og Henrik Larsen høvið at fáa sær eitt prát um dystin, tá fjølmiðlarnir vóru avgreiddir Mynd: Jens Kristian Vang Brian Kerr, landsliðsvenjari: – Trý stig alt at siga