fríggjadagur 10. juni 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 108 - 10. juni 2005
Størsta írska stjørnan,
Roy Keane, helt eftir
dystin móti Føroyum,
at írar mikukvøldið
høvdu neyðuga hepnið,
sum teir mangan áður
hava manglað
FÓTBÓLTSPRÁT
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nógvir írar vildu verða við,
at tað hevði ein avgerðandi
týdning fyri írska landslið-
ið, at teir mikukvøldið
høvdu Roy Keane við aftur
á liðnum, eftir at hann var
leikbannaður móti ísraelum
leygardagin í Dublin, har
Írland tveitti ein 2-0 leiðslu
fyri borð.
Vit eiga at vinna
á Føroyum
Manchester United-liðskip-
arin segði, at tað var um-
ráðandi hjá Ìrlandi at reisa
seg eftir javnleikin móti
Ísrael, og tað eydnaðist
eisini.
- Vit vistu, at tað fór at
verða trupult, og veðrið og
vøllurin gjørdu ikki fyri-
treytirnar hjá okkum betur.
Men við teimum spælarun-
um, ið vit hava í hópinum,
so eiga vit at vinna á Før-
oyum, uttan tó at taka
nakað frá føroyingunum,
sum spældu væl betur í
kvøld, enn teir gjørdu í
Írlandi, segði Roy Keane
eftir dystin.
Írski miðvallarin helt
eisini, at Írland miku-
kvøldið hevði tað neyðuga
hepnið, ið onkuntíð skal til
fyri at vinna ein dyst, og tað
hevur
Írland
mangan
manglað. Eg haldi tó, at vit
høvdu uppiborið sigurin,
og tey trý stigini var tað, ið
vit komu eftir, segði hann.
Ógvuliga uppsettir
Roy Keane segði, at spæl-
ararnir hildu, at írsku
fjølmiðlarnir høvdu verið
ógvuliga harðir við liðið
eftir javnleikin móti Ísrael,
og tí vóru teir ógvuliga
uppsettir til dystin móti
føroyingunum.
Spurdur
hvat
Írland
kundi brúka frá dystinum
móti Føroyum til næsta
HM-undandystin,
sum
verður móti Fraklandi í
Dublin, segði Roy Keane.
- Teir báðir dystirnir
kunnu als ikki samanberast.
Okkara
spælarar
eru
ógvuliga troyttir nú, tí vit
hava verið í gongd nú í 10-
11 mánaðar. Tá ið vit spæla
móti fraklendingum eru vit
akkurát farnir í gongd aftur,
so tá eru spælararnir vón-
andi eitt sindur meiri neyvir
og frískir, segði Roy Keane,
sum vísti aftur, at Frakland
eru favorittar at vinna dyst-
in móti írum.
Sær sjálvum so líkt,
so var Jákup Mikk-
elsen skjótur at
átaka sær ábyrgd-
ina fyri írska brots-
sparki. Men hann
helt eisini, at vit
skjótt ikki hava tol
at bíða eftir næsta
stóra úrslitinum
MÁLVERJIN
Jákup Mørk
Lagið var einki serligt á
Jákupi Mikkelsen, tá vit
eftir dystin fingu orð á
hann.
Óhepni leikluturin við
írska leiðslumálið nívdi
sjálvandi
málverjan
meira enn nakað annað,
og honum so líkt, so var
hann eisini skjótur at
átaka sær ábyrgdina fyri
hetta.
-
Bólturin
verður
spældur innum, og eg eri
á veg eftir honum. Eg
ivist tó eina løtu, og tá
eg so kortini fari út, er
ov seint. Tá skuldi eg
kanska heldur staðið og
bíðað, men tað er jú lætt
at siga, nú dysturin er av,
helt hann.
Men ert tú samdur, tá
sagt
verður,
Elliot
spældi upp á brots-
sparkið í hasi støðuni?
- Tað eri eg. Men tað
skal hann eisini gera í
hasi støðuni.
Ov nógv »næstan«
Annars var hesin dyst-
urin avgjørt ikki ein av
teimum, har Jákup hevur
havt mest at gera. Fyri
steðgin var talan um
onkra hendinga skot-
roynd, og so sjálvandi
returin,
sum
Elliot
smekkaði langt uppum.
Sum Henrik Larsen
segði, so tóktist tað tó,
sum vóru okkara spæl-
arar ikki heilt uppi í
snúningum, tá farið varð
í holt við seinna hálv-
leik, og málverjin var als
ikki ósamdur í hesum.
- Soleiðis upplivdi eg
tað eisini. Fyri steðgin
koyrir annars alt júst so,
sum tað skal. Heðin er
enntá sera nær við at
skora, so vit kundu eins
væl verið á odda tá. Men
onkursvegna, so fella vit
nakað niður beint eftir
steðgin. Og tað er eitt
sindur irriterandi.
- Tað tykist, sum blív-
ur tað bara við at vera
næstan hjá okkum. Og
nú eru vit av álvara farn-
ir at leingjast eftir einum
stórum úrsliti aftur, helt
Jákup
Mikkelsen
at
enda.
Keðiligt mál
Tað var ikki fyrr enn
klokkan 11 á dystar-
degnum at Heðin á
Lakjuni fekk at vita,
at hann fyri fyrstu
ferð skuldi byrja inni
í undankappingar-
dysti
KJANSURIN
Jákup Mørk
Kanska var mest óvæntaða
broytingin
mikukvøldið
var, at Heðin á Lakjuni
hesa ferð slapp at byrja
millum teir fyrstu ellivu.
Hóast hann hevur verið
partur av landsliðsmyndini
í fleiri ár, so var hetta fyrsta
ferðin, at hann skuldi byrja
inni í einum týðandi dysti.
Og tá vit eftir dystin fingu
orðið á hann, duldi hann
ikki fyri, at hann var fegin
um møguleikan, sum hann
nú hevði fingið.
- Eg fekk boðini í morg-
un klokkan 11, og sjálvandi
var eg fegin um tað.
Hevði
venjarin
einki
givið til kennar um hetta
áðrenn taktikk-fundin?
- Nei, slettis ikki. So
hetta kom púrasta óvart á
meg. Í øllum førum hevði
eg als ikki roknað við
hesum møguleikanum.
Og í dystinum var eisini
líkt til, at tú alt fyri eitt kom
væl við í spælið. Leygar-
dagin vart tú hinvegin als
ikki við í spælinum, ta løt-
una, sum tú vart inni. Er tað
veruliga so stórur munur á
at byrja inni og at verða
skiftur inn?
- Ja. Tað er fullkomuliga
hvør sítt. Sjálvur haldi eg,
at pulsurin í dag ongan tíð
kom so høgt upp, sum hann
var hasa lítlu løtuna á
Svangaskarði. Tá tú verður
tveittur inn, so skalt tú
venja teg við ferð, undirlag
og dystin sum heild innan
stutta tíð, og tað kann vera
sera tungt. Tá er tað mun-
andi lættari at byrja inni,
soleiðis at tú alla tíðina
kennir, hvussu dysturin
gongur.
Skuldu renna
í tómrúmið
Sjálvur fekk Heðin til tíðir
rættiliga dusað sær í góða
plássinum, sum føroying-
arnir fingu at spæla á. Men
eins og venjarin, so legði
Heðin dent á, at hetta als
ikki var so óvæntað.
- Tað var júst hetta, sum
vit høvdu tosað um undan
dystinum. Við at leggja
trýstið høgt, so bleiv pláss
aftanfyri, og hetta skuldu
vit nýta. Setningurin hjá
bæði mær og Julian var at
leita niðan í hetta plássið,
og tað riggaði eisini væl.
Serliga fyri steðgin.
- Eftir steðgin detta vit
niður eina løtu, men eg
haldi kortini, at vit koma
væl við aftur seinastu løt-
una, tó at tað sjálvandi ikki
kastaði nakað mál av sær,
helt Heðin á Lakjuni at
enda.
- Eg skuldi kanska heldur bara staðið og bíðað í hasi
støðuni, men tað er jú lætt at siga aftaná, helt Jákup
Mikkelsen, sum iðraði seg um írska brotssparkið
Mynd: Jens Kristian Vang
Visti av ongum
- Sjálvur haldi eg, at pulsurin í dag ongan tíð kom so høgt upp, sum hann var hasa lítlu løtuna
á Svangaskarði, helt Heði um munin at byrja inni og at verða skiftur inn
Mynd: Jens Kristian Vang
Roy Keane:
– Vit høvdu
neyðuga
hepnið
Uttan iva størsta stjørnan á írska liðnum er Manchester
United-liðskiparin, Roy Keane, sum mikukvøldið aftur var á
írska liðnum. Hann segði eftir dystin, at føroyingarnir
mikukvøldið spæla væl betur enn í dystinum í Dublin seinasta
heyst.
Mynd: Jens Kr. Vang