Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-10, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 10. juni 2005 25 Írski málverjin, Shay Given, sum miku- kvøldið spældi sín landsdyst nummar 70 fyri Írland, var nøgd- ur við sigurin í Før- oyum, tí nú kunnu írar avgera alt sjálvir. FÓTBÓLTSPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Onkur hevði kanska væn- tað, at írska málverjin, Shay Given, fór at verða arbeiðsleysur í dystinum mikukvøldið, men so var ikki. Føroyingarnir høvdu fleiri royndir á írska málið, og í fleiri førum tóktist tað verða heilt nær við, at bólturin smeyg sær inn um málstrikuna. Spurdur hvussu nær føroysku atsóknirnar á írska málið í veruleikanum vóru, segði Shay Given: - Tað var ein roynd í fyrra hálvleiki, har teir vóru nær, tá ið bólturin nart við stongina, men eg haldi, at eg hevði fingið hann, um hann hevði verið innan fyri stongina. Í seinna hálvleiki var tað einaferð, at eg var um at verða snýttur av einum skoti, tí tað var so mikið tjúkt fyri, at eg sá ikki bóltin fyrr enn eina- ferð, greiddi Shay Given frá. Sær gott út Írski landsliðsmálverjin segði, at umstøðurnar at spæla mikukvøldið vóru ikki av teimum bestu, og bólturin var sera hálur, og tí kundi tað onkuntíð gerast eitt sindur trupult at halda bóltinum. Shay Given, ið var roynd- asti leikarin hjá Írlandi á vøllinum mikukvøldið, var fegin um tey trý stigini, og hann helt, at tað nú sær heilt gott út hjá Írlandi: - Vit eru nummar eitt í bólkinum, og tað eru tríggir dystir eftir. Vinna vit teir tríggjar dystirnar, fara vit til HM-endaspælið í Týsk- landi, so tað er upp til okk- um sjálvar at taka av, nú vit hava møguleikan, segði hann. Annar av írsku framherjunum, Clinton Morrison, var nøgdur við at fáa øll trý stigini við aftur til Ír- lands, men hann var ikki nøgdur við avrikið hjá øðrum linjuverjanum. FÓTBÓLTSPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Írski framherjin Clinton Morrison var ferð eftir ferð í fyrra hálvleiki dømdur fyri rangstøðu, og tað var hann ikki heilt nøgdur við. Tað einu ferðina setti hann bóltin í netið, men linjuverjin hevði veittrað fyri rang- støðu: - Eg haldi ikki, at tað var rangstøða. Linju- verjin hevði hug til at hyggja ov nógv eftir bóltinum og ikki, hvussu áleypararnir runnu, soleiðis at hann sá, hvar vit lógu, tá ið avlever- ingin fall, segði Clinton Morrison. Noyðist at útseta frítíðarferð Mikukvøldið hevði Clinton Morrison fyri fyrstu ferð unga Stephen Elliott úr Sunderland undir liðini á sær í írska álopinum, og tað helt hann gekk væl. - Stephen er ein ungur spælari, sum ikki hevur so nógvar royndir enn, men eg haldi, at hann stóð seg stak væl, og okkara samanspæl var á eini góðari leið, hóast talan var um fyrsta dystin hjá honum frá byrjan, segði Clinton Morrison. Tá ið írsku spælarar- nir eftir dystin fingu at vita, at fráferð teirra úr Føroyum var seinkað orsaka av vánaligum floglíkindum, kom hetta illa við hjá Clinton Morrison: - Eftir ætlan skuldi eg flúgva úr Dublin til London hósmorgunin klokkan sjey, og síðani úr London til Mauritius á frítíðarferð fáar tímar seinni, men hetta sær nú út til at fara í vaskið, segði hann. Stóri Birm- ingham-framherjin segði, at nú trongdi hann harðligani til at taka sær av løttum í nakrar vikur, tí kroppurin var ógvu- liga sperdur eftir eitt langt og hart kappingar- ár í Premier League. Clinton Morrison: - Eg helt ikki, at eg varð rangstaddur Hóast beinleiðis mót- spælarin taldist mill- um bestu vongspæl- ararnar í heiminum, so var hetta ikki nak- að, sum Johan Byrial Hansen gav sær stór- vegis far um miku- kvøldið FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk At skula ansa einum spæl- ara sum Damian Duff, er helst nakað, ið hevur givið fleiri verjuspælarunum svøvnleysar nætur. Írski gandakallurin, sum tey í Chelsea plaga at kalla hann, verður í dag mettur sum ein av teimum allar bestu í ensku Premier League. Abramovich noyddist eisini at tveita einar 200 milliónir krónur á borðið, áðrenn Blackburn vildi sleppa honum, og í dag er helst eingin, sum ivast í, at hann hevur verið verdur hvørt eitt einasta oyra av hesum. Men tá vit eftir dystin spurdu Johan Byrial Han- sen, hvussu tú fyrireikar teg til eina slíka uppgávu, helt hann, at tað ikki var stórt øðrvísi enn ein og hvør annar dystur. - Tað er jú bara ein spæl- ari. Um hann spælir í bestu ensku deildini ella næst bestu donsku deildini. Tal- an er jú ikki eina maskinu, men um menniskju av kjøti og blóði, og tá tú fyrst ert á vøllinum, so eru vit jú á sama støði. Men hugsar tú ikki onkursvegna meira um tað, tá tað er ein spælari, sum forvinnur fleiri milliónir um mánaðin, tí hann er ein so framúrskarandi spælari? - Nei - slettis ikki. Og fyri hansara skyld, so vil eg ikki hopa, at hann er provisiónsløntur. So fekk hann í øllum førum ikki serliga nógv í lønarposan í dag, helt Johan skemtandi fyri. Nú verður hugsað um uppflyting Meðan Johan Byrial Han- sen hevur verið partur av føroyska landsliðshópin- um, hava liðfelagarnir í Horsens savnað tankarnar um uppgávuna hóskvøldið, tá ein sera avgerandi dystur í donsku 1. deild er á skránni. Tá skal Horsens nevnliga takast við Frem og Jón Róa Jacobsen. Teir eru beint í hølunum á Horsens í dyst- inum um annað uppflyt- ingarplássið, men hóast týdningin av hesum, so er tað ikki nakað, sum Johan hevur hugsað um hesa tíðina. - Nei. Tað fari eg at hugsa um nú. Eg flúgvi til Dan- markar so skjótt, sum tað yvir høvur ber til, men eg byrji ikki inni í annað- kvøld. Tað vildi nokk eisini verið ov nógv av tí góða, um eg tvey kvøld á rað skuldi spælt krevjandi dystir. Góða eydnu við teirri uppgávuni fingu vit illa ynskt honum, áðrenn Johan fór víðari. Føroyska ynski man í øllum førum vera, at bæði Johan og Jón Rói skulu spæla í superliguni komandi ár, men sum støðan er í løtuni, so verður helst bara rúm til annan teirra. - Ja men so mást tú bara vóna, at talan verður um javnleik, sigur Johan við einum brosi, tá hann at enda fer úr FSF-húsinum. Leikbannaður Tá Føroyar tann 17. august í ár spæla móti Kypros, verður tað ikki Jákup Mikkelsen, sum fer at verja málið. Tá Føroyar í oktober mánaði í fjør spældu javnleik 2-2 á Cypros, fekk Jákup gult kort frá dómaranum, tá hann varð mettur at gera brotsspark. Sama søgan endurtók seg á Tórsvølli, og við tveim- um gulum kortum er Jákup soleiðis leikbannaður, tá vit í heyst skulu taka móti Cypriotunum. -jm Stóri framherjin Clinton Morrison noyddist at útseta ætlaðu frítíðarferðina til Mauritius, tí floglíkindini í Føroyum vóru so vánalig mikukvøldið. Mynd: Jens Kr. Vang Bara kjøt og blóð Shay Given: – Vit gjørdu okkara skyldu Írski málverjin, Shay Given, viðgekk eftir dystin móti Føroy- um, at tað vóru nakrar ferðir, har føroysku spælararnir vóru nær við at snýta hann. Mynd: Jens Kr. Vang - Fyri hansara skyld, so vil eg ikki hopa, at hann er provisiónsløntur. So fekk hann í øllum førum ikki serliga nógv í lønarposan í dag, helt Johan skemtandi fyri. Mynd: Jens Kristian Vang