Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fleiri dystir í HM- undankappingini vóru mikukvøldið, og í bólkinum, sum danir eru við í, hevur Ukraina nærum vissa sær fyrstaplássið og harvið pláss í HM- endaspælinum. HM-FÓTBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Ukraina var mikukvøldið á útivølli og leikti móti evropameistarunum úr Grikkalandi í Athen, og Ukraina vann dystin 1-0 við einum máli, sum Husin skeyt smáar tíggju minuttir fyri leiklok. Við sigrinum hevur Ukraina nú 23 stig, meðan Turkaland á næst- fremsta plássinum hevur 16 stig. Danir leiktu á heimavølli móti Albania, og Danmark gjørdi sína skyldu og vann 3-1. Nýggi álopsmaðurin hjá dønum, Søren Larsen, ið mikukvøldið leikti bert sín næsta landsdyst, fekk møguleikan frá byrjan, og hann takkaði fyri álitið við at skora tvey tey fyrstu donsku málini. Koller gjørdi bart Er spenningurin um odda- sessin horvin í bólkinum hjá dønum, so kann tað sama ikki sigast um bólk 1. Har liggja Holland og Kekkia nevnliga stavn um stavn í fremstu røð. Holland, sum mikukvøldið vann 4-0 í Helsinki á Fin- landi, er eitt stig framman fyri Kekkia. Kekkar høvdu fyrra- kvøldið vitjan av Make- donia, og hóast makedonar løgdu bragdliga fyri og løgdu seg á odda, vunnu kekkar ein greiðan sigur. Stóra hetjan hjá kekkum var álopsrisin, Jan Koller, ið skeyt fýra mál á rað og harvið legði lunnar undir 6- 1 sigurin hjá Kekkia. Dramatikkur í Valencia Ein tann mest dramatiski dysturin mikukvøldið var dysturin í bólki sjey millum Spania og Bosnia, sum var leiktur í Valencia. Bosniska liðið legði seg á odda 1-0 stutt fyri steðgin við einum máli, sum Misimovic skeyt, og leingi sá út til, at hetta fór at gerast endaliga úrslitið. Talan var um ein sera harðan dyst við nógvum kortum, og tá ið urið rund- aði teir 90 minuttirnar fekk Bosnia innskifta Halilovic riknan av vølli, samstundis sum eykadómarin vísti, at seks minuttir vóru lagdir afturat vanligu leiktíðini. Spaniólar royndu at trýsta óført teir minuttirnar, ið vóru lagdir afturat, og tá ið minni enn ein minuttur var eftir, fekk Bosnia Papac riknan av vølli, so at teir allarseinastu sekundini bert vóru níggju mans á vølli. Tað vísti seg at gerast dýrt, tí við allarseinasta sparkinum í dystinum, fekk spanski verjuleikarin Mar- chena javnað fyri Spania til 1-1, og áskoðarafjøldin á Mestalla leikvøllinum í Valencia var á gosi. 26 Nr. 108 - 10. juni 2005 Bólkur 1: Kekkia - Makedonia 6-1(2-1) 0-1 Pandev 14. 1-1 Koller 42. 2-1 Koller 44. 3-1 Koller 49. 4-1 Koller 53. 5-1 Rosicky str. 74. 6-1 Baros 88. Rumenia - Armenia 3-0 (2-0) 1-0 Petre 29. 2-0 Bukur 40. 3-0 Bukur 78. Finland-Holland 0-4 (0-1) 0-1 van Nistelrooy 36. 0-2 Kuijt 77. 0-3 Cocu 85. 0-4 van Persie 89. Bólkur 2: Kazakhstan - Turkaland 0-6 (0-3) 0-1 Tekke 13. 0-2 Toraman 15. 0-3 Sanli 41. 0-4 Tekke 81. 0-5 Altintorp 88. 0-6 Sanli 90. Danmark - Albania 3-1(1-0) 1-0 Søren Larsen 4. 2-0 Søren Larsen 48. 3-0 Martin Jørgensen 55. 3-1 Bogdani 72. Grikkaland - Ukraina 0-1(0-0) 0-1 Husin 82. Bólkur 3: Letland - Liktenstein 1-0(1-0) 1-0 Bleidelis Estland - Portugal 0-1 (0-1) 0-1 Ronaldo 31. Luxembourg - Slovakia 0-4 (0-2) 0-1 Nemeth 5. 0-2 Mintal 15. 0-3 Kisel 54. 0-4 Reiter 60. Bólkur 4: Føroyar - Írland 0-2 (0-0) 0-1 Ian Harte str. 51. 0-2 Kevin Kilbane 58. Bólkur 5: Hvítarussland - Skotland 0-0 Bólkur 7: Spania - Bosnia 1-1 (0-1) 0-1 Misimovic 39. 1-1 Marchena 96. Bólkur 8: Ísland - Malta 4-1 (2-0) 1-0 Sigurdsson 27. 2-0 Gudjónsson 34. 2-1 Busuttil 59. 3-1 Gudmundsson 75. 4-1 Gunnarsson 86. Bólkur 1 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Holland 8 7 - 1 - 0 20 3 17 22 2 Kekkia 8 7 - 0 - 1 28 7 21 21 3 Rumenia 9 5 - 1 - 3 15 10 5 16 4 Finnland 7 3 - 0 - 4 13 14 -1 9 5 Makedonia 9 2 - 2 - 5 10 16 -6 8 6 Armenia 9 1 - 1 - 7 5 20 -15 4 7 Andorra 8 1 - 1 - 6 4 25 -21 4 Bólkur 2 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Ukraina 9 7 - 2 - 0 15 3 12 23 2 Turkaland 9 4 - 4 - 1 19 7 12 16 3 Grikkaland 9 4 - 3 - 2 12 7 5 15 4 Danmark 8 3 - 3 - 2 13 8 5 12 5 Albania 9 3 - 0 - 6 7 16 -9 9 6 Georgia 7 1 - 2 - 4 10 16 -6 5 7 Kasakhstan 7 0 - 0 - 7 2 21 -19 0 Bólkur 3 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Portugal 8 6 - 2 - 0 24 4 20 20 2 Slovakia 8 5 - 2 - 1 22 7 15 17 3 Russland 7 4 - 2 - 1 15 10 5 14 4 Letland 8 4 - 1 - 3 15 14 1 13 5 Estland 9 3 - 2 - 4 12 15 -3 11 6 Liektenstein 8 1 - 1 - 6 9 19 -10 4 7 Luksemburg 8 0 - 0 - 8 4 32 -28 0 Bólkur 4 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Írland 7 3 - 4 - 0 11 4 7 13 2 Sveis 6 3 - 3 - 0 13 4 9 12 3 Ísrael 7 2 - 5 - 0 10 8 2 11 4 Frakland 6 2 - 4 - 0 5 1 4 10 5 Cypros 6 0 - 1 - 5 4 12 -8 1 6 Føroyar 7 0 - 1 - 6 3 17 -14 1 Bólkur 5 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Italia 6 4 - 1 - 1 9 5 4 13 2 Noreg 6 2 - 3 - 1 6 3 3 9 3 Slovenia 6 2 - 3 - 1 6 5 1 9 4 Hvítarussl. 6 1 - 4 - 1 10 7 3 7 5 Skotland 6 1 - 3 - 2 3 4 -1 6 6 Moldova 6 0 - 2 - 4 1 11 -10 2 Bólkur 6 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Póland 7 6 - 0 - 1 22 5 17 18 2 Ongland 6 5 - 1 - 0 13 3 10 16 3 Eysturríki 6 3 - 2 - 1 11 8 3 11 4 Norður Írland6 0 - 3 - 3 5 13 -8 3 5 Wales 6 0 - 2 - 4 5 11 -6 2 6 Aserbadjan 7 0 - 2 - 5 1 17 -16 2 Bólkur 7 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Spania 7 3 - 4 - 0 10 2 8 13 2 Serbia- Montenegro 6 3 - 3 - 0 10 0 10 12 3 Litava 6 2 - 3 - 1 7 3 4 9 4 Belgia 6 2 - 2 - 2 7 7 0 8 5 Bosnia- Hersegovina 6 1 - 4 - 1 7 8 -1 7 6 San Marino 7 0 - 0 - 7 2 23 -21 0 Bólkur 8 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Kroatia 6 5 - 1 - 0 16 3 13 16 2 Svøríki 6 5 - 0 - 1 23 2 21 15 3 Ungarn 6 3 - 1 - 2 9 11 -2 10 4 Bulgaria 6 2 - 2 - 2 11 11 0 8 5 Ísland 7 1 - 1 - 5 10 18 -8 4 6 Malta 7 0 - 1 - 6 2 26 -24 1 Bólkavinnararnir koma beinleiðis til endaspælið. Tveir teir bestu 2'ararnir koma eisini beinleiðis víðari. Seinastu seks 2'ararnir spæla sínamillum play-off dystir um seinastu plássini. Støðan millum 2'ararnar verður uppgjørd eftir, hvussu hesir hava staðið seg móti nummar 1, 3, 4, 5 og 6 í sínum bólki. HM-undankappingin 2006 Ukraina hálvt- annað bein í endaspælinum Úrslit frá HM-undandystum: