leygardagur 11. juni 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 11. juni 2005
5
SPEKT søkir ungar grannskoðarar
Heiðavegur 15
Postboks 190
FO-600 Saltangará
Telefon 474 474
Telefax 474 475
Correspondent Firm of
International
a Swiss Cooperation
KPMG
SPEKT statsaut.
revisorar Sp/f.
spekt@spekt.fo
www.spekt.fo
Staravegur 17
Postboks 3258
FO-110 Tórshavn
Telefon 34 34 34
Telefax 34 34 35
Arbeiðið fevnir um grannskoðan, rokn-
skaparhjálp og eina røð av øðrum
tænastum til føroyskar og útlendskar
privatar fyritøkur innan flest allar
vinnugreinar, eins og til kommunur og
almennar stovnar v.fl.
Umframt at fáa hollar arbeiðsroyndir
gjøgnum dagliga arbeiðið skulu okkara
starvsfólk nema sær ástøðiliga útbúgv-
ing við at fylgja HD-undirvísingini á
Føroya Handilsskúla.
Umsøkjarin
Dentur verður lagdur á at umsøkjarin
hevur royndir innan bókhald og hevur
lokið HH prógv ella líknandi útbúgving.
Eisini verður dentur lagdur á, at
viðkomandi er fryntligur, fyrikomandi og
til reiðar at arbeiða uttanfyri van-liga
arbeiðstíð, serliga fyrru helvt av árinum.
Útbúgvingin
Harumframt verður talan um innanhýsis
undirvísing, bæði hjá okkum og hjá KPMG
í Danmark.
Aftaná lokið HD-prógv er møguleiki fyri at
halda áfram at nema sær ástøðiligu
útbúgvingina cand.merc.aud., sum er
neyðug fyri at gerast statsautoriseraður
grannskoðari.
Umsókn við upplýsingum um royndir og
útbúgving verður at senda okkum skjótast
gjørligt ella í seinasta lagi
25. juni 2005.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær
til Árna Ellefsen á telefon 34 34 34 ella 54
34 45.
Framtíðarmøguleikar
Umsóknin
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Flest øll hava vitað tað
seinastu dagarnar, leysa-
søgurnar fóru at ganga
fyrst í vikuni, og tosað varð
fyri og ímóti. Men nú er tað
váttað. Europe verða við á
G!
Europe vóru í 80’árunum
eitt av heimsins størstu
rokknøvnum, tá The Final
Countdown legði heimin
fyri sínar føtur. Hetta lagið
er enn í dag eitt hit, og er
vorðin ein sannur rokk-
klassikari.
Eingin skandinaviskur
rokkbólkur hevur megna at
gjørt Europe eftir tá teir
lóvu á fyrsta plássinum á
hittlistunum í 26 londum í
senn. Tá ártúsundini skiftu
spældu Europe konsert mitt
í Stockholm, har savnaðust
500.000 fólk!
Europe hava seinastu
árini ferðast við uppruna-
ligu
manningini,
Joey
Tempest, John Norum, Ian
Haugland, Mic Michaeli og
John Levén. Konsertirnar
hava fingið framúr um-
mæli. Europe ríða á alduni
av 80’ára kendum rokkið,
sum
bólkar
sum The
Darkness hava endurføtt.
Konsertferðin
heldur
fram, og hevur júst verið í
USA. Sambært fyrireikar-
unum eru Europe betri enn
nakrantíð. Tendraðir og
svangir,
sum
tá
teir
byrjaðu.
Skráin fyri G! er higartil:
Nephew
(DK),Darude
(FIN),
Hjálmar
(ISL),
Blue
Foundation
(DK/UK/JPN), Beats and
Styles (FIN), Teitur Lassen
Band, 200, Makrel, Týr,
Martin Joensen, Stanley
Samuelsen,
Afenginn
(DK/FIN/POL), DJ Slow
(FIN), Sic, Gestir, Braquet,
og onnur, pluss felags-
sangur, spælimenn, fólka-
tónleikur og annað.
Miðvís marknaðar-
føring er eitt lyklaorð
í royndini hjá leiðsl-
uni á Smyril Line at
fáa javnvág í rakst-
urin hjá felagnum.
Aftur í fjør hevðir
Smyril stórt hall,
hóast hallið minkaði
nógv samanborið við
árið fyri
SMYRIL LINE
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað skal egnast miðvíst
eftir ferðafólki, samstundis
sum kostnaðurin skal hald-
ast niðri. Harafturat skal
sølan umborð á Norrønu
styrkjast við nýggjum og
betri vørum, og prísirnir á
ferðaseðlum skulu tillagast.
Tað er lykilin hjá leiðsluni í
Smyril Line til venda
skeivu fíggjarligu gongdini
hjá felagnum.
Hósdagin hevði Smyril
Line aðalfund, og har
gjørdist greitt, at felagið
aftur í fjør hevði stórt hall.
Hallið var 24 milliónir
krónur, og hóast tað er
trivaligt, var tað munandi
minni enn í 2003, tá ið
reyða talið var 35 milliónir
krónur.
Tørv á pengum
Smyril Line hevur tørv á
kapitali, og ársaðalfundurin
gav leiðsluni heimild at
hækka partapeningin við
120 milliónum krónum.
Stóru
partaeigararnir,
sum veittu Smyril Line
ábyrgdarlán á 62,7 millión-
ir krónur fyrr í ár, kunnu
umleggja lánið til parta-
pening.
Fíggjarstøðan í felagnum
hevur ikki verið tann besta
seinasta árið. Vetrarmánað-
irnar 2004 var hallið á
rakstrinum so stórt, at inn-
tøkurnar frá sumrinum ikki
kundu fíggja hallið.
Fyri at eiga pengar til lán
og rentur, seldi Smyril Line
í fjør Hotel Føroyar, Vallar-
heið og skrivstovubygning-
arnar í Havn. Burtur úr hes-
ari søluni fekk Smyril Line
29 milliónir krónur.
Útskifting í nevndini
Á aðalfundinum var stór út-
skifting í nevndini hjá
Smyril Line. Nevndarfor-
maðurin Klæmint Weihe,
Jens Kári Vilhelm og
Morgan Goodlad bóru seg
undan afturvali, og í teirra
stað vóru valdir Edvard
Heen fyri Tryggingarsam-
bandið, Tummas Magnus-
sen fyri Framtaksgrunnin
og Sandy Cluness fyri
Shetland
Development
Trust. Jónas Hallgrímsson
heldur fram í nevndini.
Sparingar og agn skulu geva javnvág
Helst verður Tummas Magnussen nýggur nevndarformaður í Smyril Line
Europe váttaðir
á G!