Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 109 - 11. juni 2005 Øðrvísi undirvísing: Go-cart race Tað er ikki oftari enn so, at havnarborgarar sleppa at vera áskoð- arar til kappkoyring. Men lærlingar á Tekn- iska skúla í Havn hava í vár gjørt tveir bilar, og hósdagin var kappkoyring á skránni GO-CART RACE Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Á Tekniska skúla í Havn eru øðrvísi undirvísingar- hættir tiknir í nýtslu. Trígg- ir lærarar, ávikavist av bil- deildini, maskindeildini og úr smiðjuni, slóu seg í vetur saman og góvu tveimum lærlingaflokkum eina óvan- liga, men spennandi upp- gávu. Lærlingarnir, sum júst eru byrjaðir at læra til bil- mekanikarar og maskin- smiðir, vórðu býttir í tvey lið. Síðani skuldu liðini tekna, byggja og at enda eisini kappkoyra tveir bilar. Fyri hvønn part av ar- beiðnum fingu liðini stig, og tað liðið, ið hevði flest stig eftir kappkoyringina, vann vikuskiftispass til G!. Tá skúlagongdin byrjaði í januar, vóru lærlingarnir og bowlaðu. Stigini, sum liðini fingu á bowlingbananum, taldu eisini við í kapp- ingini. Liðini itu A og B, og tá avtornaði var tað lið A, ið dróg longra stráðið. Teir sleppa sostatt eitt vikuskifti á G! Lið B fóru tó ikki tóm- hentir til hús, tí Formula stuðlaði taparunum við atgongumerkjum til Pipar&Salt framførðsluna, sum verður seinni í summar. - Teir eru framvegis ikki heilt lidnir við bilarnar, men vit høvdu avgjørt, at kappkoyringin skuldi verða í dag. Men annar bilurin kann ikki skifta gear, og hin hevur eisini onkrar trupulleikar at stíðast við. Men næm- ingarnir hava arbeitt sera hart í alla nátt, at fáa teir koyriklárar. Beinir Hansen, bildeildin - Hóast dagurin í dag kanska mest er merktur av spæli, so hevur tað verið hart arbeiði allan vegin ígjøgnum. Lærlingarnir hava havt trupulleikar, sum teir hava loyst, og sum teir hava lært nógv av. Teir hava fingið eina vitan, sum teir fara at fáa góða nyttu av í framtíðini sum handverkarar. Egon Øregaard, skúlastjóri - Lærlingarnir hava tímað væl at arbeitt á henda hátt og teir hava verið ídnir. T.d. kann nevnast at allir næmingarnir komu í skúla í gjáramorgunin kl 8, og teir arbeiddu út í eitt líka til kl 6.30 í morgun. Tað sigur eitt sindur um áhugan at arbeiða við verkætlanini. Tú hevði í øllum førum ikki fingið teir at skrivað »verða við ð« í 22 1/2 tíma út i eitt... Guttormur í Skála, maskindeildin – Vit teknaðu bilarnar í einar tríggjar vikur, og hava síðani arbeitt við bilunum sjálvum í einar 10 vikur, sigur Johannus á liði A. Hann greiðir frá, at lærararnir hava verið fúsir at hjálpa, um tað hevur staðið á, men teir hava tó sagt so lítið sum gjørligt, fyri ikki at seta sín dám á bilarnar. Johannus sigur, at lærlingarnir á liðunum báðum hava verið rættiliga ósamdir til tíðir, tá avgerð- ir, serliga um útsjóndina á bilunum, skuldu takast. – Vit eru ikki ordiliga nøgdir, tí vit kundu væl havt gjørt nógv meiri við bilin, men vit høvdu eitt óhapp við motorinum, og tað seinkaði okkum nakað. Men man verður heldur ongantíð heilt liðugur við at gera ein slíkan bil, greiðir hann frá. Spurdur, um teir hava royndarkoyrt bilin, og um teir vita hvør topppferðin er, svarar Johannus, at teir ikki royndarkoyrdu bilin fyrr enn náttina fyri, so teir vita faktiskt ikki. – Vit arbeiddu uppá bilarnar í allan gjár og í alla nátt. Vit fóru ikki itl hús fyrr enn um 6.30 tíð- ina í morgun. So vit vita ikki ordiliga hvussu hann koyrir enn, staðfestir Johannus. Lærlingarnir, sum hava verið við í arbeiðnum, siga, at hetta hevur verið ein sera lærurík uppgáva. – Tað hevur verið lang- drigið við hvørt, men tað hevur eisini verið stuttligt og spennandi, siga teir. Kapp- ingar- treytir Báðir flokkarnir verða býttir sundur í tvey lið (javnt býtt ímillum flokk- arnar), sum gera hvør sín go-cart. Uppgávan verður partvís skipað sum ein kapping. Vinnarin av kappingini er tað liðið, sum lýkur krøvini nið- anfyri best. Evnini telja viga ikki eins nógv, men verða vektað eftir prosentum. 1. Bowling 5% – Liðini bowla ímóti hvørjum øðrum, og stig- ini hjá luttakarunum á hvørjum liði vera løgd saman. 2. Skrivlig verkætlan 10% – Verkætlaninar skulu vera bygdar upp eftir leistinum, sum er út- flýggjaður, og viðgerða teir lutir á bilinum, sum hvør næmingur ger. Tær verða dømdar eftir inni- haldi, stavivillum og upp- seting. 3. Handverk 30% – Handverk er t.d. penar og sterkar sveisingar, snøgt rør– og plátuar- beiði, at motorurin gong- ur sum hann skal, at alt riggar sum tað skal o.s.fr. 4. Útsjónd á bili 5% – Ein dómsnend metir um báðar bilarnar, tá teir eru lidnir. 5. Yvirhalda tekning- ar og ætlanir 25% – Tekningarnar og ætl- aninar, sum vera gjørdar tær fyrstu vikurnar, skulu so vítt gjørligt yvirhald- ast. Treytirnar frá skúlan- um um trygd o.a. á bilin- um skal eisini yvirhald- ast. 6. Kappkoyring 25% Tá báðir bilarnir eru lidnir, verður kappkoyr- ing millum bæði liðini. Hvør næmingur skal koyra tveir umgangir. Bilarnir skulu hava pit- stopp og fylla bensin á. Fair-play reglan er galdandi. Endin var, at lið A fekk 95 stig út av 100 møgu- ligum, meðan lið B var beint í hølunum, við 89 stigum. Lærararnir um verkætlanina: Johannus á liði A, um verkætlanina: Til vinstru er lið B (við Bárði, Bári, Kenneth, Olivuri, Peturi, Matrin, Magnusi og Inga). Í miðjuni eru lærararnir Jeffri, Guttormur og Beinir.Til høgru er lið A (við Elmari, Hans, Hilmari, Petur Martin, Poul, Johannusi, Sonnie og Jákupi) Til tíðir var ferðin høg, og hóast lið A at enda vann sannførandi, so var tað tætt ímillum go-cartarnar eina løtu. Tað var týðiligt, at lærlingarnir hildu tað vera ógvuliga spennandi at koyra bilarnar, teir sjálvir hava gjørt.