Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 109 - 11. juni 2005 Kom og gakk Tiltakið Kom og Gakk verður aftur á skránni í ár Byrj- að verður leygar- dagin, tá vit fara til gongu í Havnar gøtum 11. juni skipar Kunning- arstovan og Tórshavnar kommuna aftur fyri gongudegi. Vit hava øll gott av at ganga, antin vit ganga einsamøll ella saman við øðrum. Einki er sum at ganga ein túr í haganum ein góðveð- ursdag, men vit mugu ikki gloyma dag um dag at ganga túr eftir gøtum og vegum í býnum. Vit vænta gott veður leygardagin, so kom oman á Vaglið og kom við út at ganga. Fimm ymiskir gongutúrar eru á skránni. Túrarnir eru millum 3,5 og 7 kilo- metrar til longdar. Allir túrar eru av Vaglinum og enda aftur á Vaglin- um. Vit byrja kl. 15 at hita upp í Gl. Kommunu- skúlagarðinum og verða aftur uml. kl. 16.30. Tá strekkja vit út, fáa heið- ursbræv, lurta eftir GHM og hava felags- sang. Keypsamtøkan í Miðbýnum bjóðar gongufólkunum frukt eftir túrin. Øll kunnu luttaka, ung og gomul, børn og vaks- in, havnarborgarar og gestir í býnum, einstak- lingar og bólkar, við stavi og uttan.. Tað ræð- ur ikki um at ganga so langt og so skjótt sum møguligt, men bert um at ganga. Eingin tilmelding er neyðug. Vit síggjast leygardagin kl. 15 - havi beinini við. Fríggjamorgunin kom italska ferðamannaskipið Costa Allegra á Havnina. Costa Allegra er tað fyrsta av teimum størru ferða- mannaskipunum, ið vitja á Havnini í summar. Tvey smærri ferðamannaskip hava verið á vitjan fyrr í ár. Umborð á Costa Allegra eru 800 ferðafólk, og tey flestu av teimum eru úr Italia og Fraklandi. Costa Allegra kom á Havnina klokkan hálvgum sjey fríggjamorgunin og fór avstað aftur um hálvgum fimmtíðina seinnapartin fríggjadagin. tn Nýggjur fiskabilur í Vágsbotni Nú ber til hjá fólki at keypa sær fiskavørur úr einum nýmótans fiskabili á bryggjuni í Vágsbotn. FISKASELJARI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er AÍB Fisk, sum hevur ognað sær nýggja fiska- bilin. AÍB Fisk stendur fyri Anker í Byrgi, sum hevur bilin, ið er gjørdur til at selja fisk úr. Stórur áhugi Anker í Byrgi sigur, at hann keypti sær bilin fyri einum mánað síðani, og kassin (t.v.s. sjálvt húsið) hevur hann keypt í Grenå í Danmark. Bilurin hevur kuldaan- legg, soleiðis at fiskurin heldur sær best møguligt, og úrvalið er breitt. Eitt nú ber til at keypa sær kalva, flak, lippur, kjálkar og mangt annað gott. Anker í Byrgi sigur, at tað er rættuliga stórur áhugi fyri fiskavørunum, bæði millum føroyingar og útlendingar. Hann sigur, at nokk so fitt av føroyingum keypa frá honum, men tað eru eisini mong, ið bara koma at hyggja. Anker í Byrgi framman fyri nýggja fiskabilin hjá sær í góðveðrinum í Vágsbotn fríggjamorgunin. Mynd: Jens Kr. Vang Costa Allegra á Havnini Hóskvøldið avgjørdi Tórshavnar Býráð at seta Bjørgfríð Ludvig í starv sum fyrsta miðfyrisitingarstjóran hjá kommununi STARVSSETAN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tórshavnar Býráð søkti eftir einum miðfyrisitingar- stjóra í apríl mánað, og ikki kann sigast annað enn, at áhugin fyri starvinum var stórur. Ikki færri enn 20 fólk søktu starvið, og tað vóru hesar umsóknirnar, ið býráðið skuldi taka støðu til á afturlatnum býráðs- fundi hóskvøldið. Heðin Mortensen, borg- arstjóri, sigur seg fegnast um, at so stórur áhugi var fyri starvinum, og hann sigur, at flestallir av teim- um 20 umsøkjarunum vóru væl skikkaðir til starvið. Býráðið legði tó dent á, at tað var ein persónur við leiðsluroyndum, og sum hevði eina viðkomandi út- búgving, ið var settur í starvið. Útbúgvin innan fyrisiting Valið fall, sum áðurnevnt, á Bjørgfríð Ludvig úr Havn. Bjørgfríð er 38 ára gomul, og hon hevur seinastu árini starvast í Vinnuhúsinum. Hon er útbúgvin cand. scient. adm., ið er samfel- agsvísindalig útbúgving við serligum denti á fyrisit- ing. Høvuðsuppgávan hjá nýggja miðfyrisitingar- stjóranum verður at stjórna teimum økjum, ið hoyra til miðfyrisitingina og hava ábyrgdina av fakligu, fyri- sitingarligu og fíggjarligu stýringini innan hesi øki. Heðin Mortensen, borg- arstjóri, sigur, at tað liggur í bygnaðinum fyri Tórshavn- ar Kommunu, at ein mið- fyrisitingarstjóri skuldi set- ast. Hann sigur, at tað hev- ur verið ætlanin at seta ein slíkan í fleiri ár, men tað er bara ongantíð sett í verk. Borgarstjórin sigur, at setanin av miðfyrisitingar- stjóranum er ein liður í at styrkja um miðfyrisiting- ina, og hann ivast ikki í, at tað fer at fáa nógv umsit- ingarlig ting upp á pláss, nú ein slíkur er settur. Bjørgfríð Ludvig tekur við starvinum sum miðfyrisit- ingarstjóri tann 15. august. Bjørgfríð nýggjur miðfyrisitingarstjóri Bjørgfríð Ludvig úr Havn er sett í starv sum miðfyrisitingar- stjóri hjá Tórshavnar Kommunu. Hon byrjar í starvinum 15. august Glóðin er útkomin Í vikuni kom útoyggja- blaðið Glóðin aftur í sølubúðurnar kring land- ið. Talan er um sjeyndu útgávuna av blaðnum, og tað kemur út í sambandi við, at útoyggjastevna verður í Svínoy leygar- dagin. Í blaðnum eru áhuga- verdar greinar um eitt nú trupulleikar í Mykinesi, nú Sørvágs kommuna hevur avgerandi orðið í bygdini. Eisini er ein áhugaverd samrøða við ein kvinnuligan bónda í Hesti, og somuleiðis er frásøgn frá útoyggja- stevnuni í Hesti í fjør. tn