leygardagur 11. juni 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 11. juni 2005
9
Tær vóru fúsar at
geva 18 ára gomlu
Susanne Askham góð
ráð, tá hon mána-
kvøldið mynstraði við
Nærabergi fyrstu
ferð. Nógvar av hin-
um ungu gentunum,
sum sigla við, er
nevnliga vorðnar
rættiliga royndar
dámur á sjónum
MYNSTRING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Tað sær næstan út sum, at
tær hava flutt gentukamarið
heima í Fuglafirði umborð
á risastóra trolaran. Ljósa-
reyðar gardinur fyri vind-
eygað, Diddl myndir á
vegginum og ímillum slikk
og sigarettir á borðinum
stendur eitt ljósareytt stear-
inljós við hvítari blondu
rundan um. Her er bara stak
hugnaligt, men beint nú er
tað eitt sindur ringt at
ímynda sær, hvussu alt
hetta pyntið og nipstingini
fara at hava tað í ringasta
veðri undir Íslandi
Spent uppá sjólívið
Onnur av gentunum, sum
skal húsast her í lítla kam-
arinum komandi túrin við
Nærabergi, er 18 ára gamla
Susanne Askham, sum júst
hevur mynstrað fyri fyrstu
ferð. Tí er tað ikki so galið
at hava vinkonuna Hennie
hjá sær. 20 ára gamla
Hennie Joensen má sigast
at vera ein rættiliga roynd
dáma á sjónum eftirhond-
ini. Fýra ár hevur hon silgt
við Nærabergi nú, og enn
hevur hon ongar ætlanir um
at fara i land
- Eg ætli í øllum førum at
royna onkran túr við nýggja
skipinum, sum kemur í des-
ember, sigur Hennie, sum
eigur sín lut í, at vinkonan
Susanne nú hevur sett sær
fyri eisini at royna sjólívið.
- Hennie hevur snakkað
so nógv um, hvussu gott
hetta arbeiðsplássið er, so
eg fekk hug at royna tað.
Eg vænti, at hetta verður
akkurát nakað fyri meg, tí
mær dámdi avbera væl, tá
eg arbeiddi á flakavirki. Eg
havi eisini verið onkran túr
til útróðrar saman við
ommubeiggja, og tað var
eisini fínasta slag. Eg fekk í
hvussu er ikki sjóverk, sig-
ur Susanne, sum er rætti-
liga spent uppá túrin, sjálvt
um hon kundi hugsað sær
at kent eitt sindur fleiri av
teimum, sum fara við hend-
an túrin.
- Tvætl, tað verður onki
problem. Eg kendi ongan, tá
eg fór við fyrstu ferð, men
eftir nøkrum fáum døgum
fert tú at føla tað, sum tú
hevur kent hesi fólkini altíð.
Tú verður jú noydd at vera
saman við teimum, um tú
tímir ella ikki, flennir
Hennie og viðgongur, at júst
hetta at vera saman við
teimum somu fólkunum á
so lítlum plássi so leingi
kann verða eitt sindur
strævið. Men tað venur man
seg eisini skjótt við
Susanne er so smátt farin
at pakka klæðini út. Hon
væntar, at hon fer at sakna
familjuna og vinkonurnar,
sum annars halda tað vera
fínt at Susanne hevur hug at
royna hetta.
- Tað er bara líka lang-
omma í Syðrugøtu, sum
helt tað vera so forferdiliga
synd, at eg skuldi til skips.
Men hon fylti 100 ár her-
fyri, so nógv man vera
broytt, síðani hon var ung,
smílist Susanne.
Leingjast umborð
aftur
Inni í messuni hitta vit tær
tríggjar vinkonurnar Jansy,
Erlu og Sólmay úr Klaks-
vík, sum eru komnar at
ynskja manningini góðan
túr. Tær hava allar verið við
Nærabergi nakrar túrar,
men aftaná summarfrítíð-
ina skulu tær byrja á H.F og
Studentaskúla
og
vilja
sleppa at halda eitt sindur
frí áðrenn. Annars høvdu
tær ikki blunkað við at farið
við aftur hendan túrin, siga
tær avgjørdar. Spurdar, um
tær hava onkur góð ráð at
geva teimum, sum nú
mynstra fyri fyrstu ferð,
ivast tær ikki.
- Man skal ikki vænta, at
ein túrur við Nærabergi er
nøkur feria. Hetta er hart
arbeiði, og tað er onki, sum
eitur, ikki at tíma upp úr
songini. Men man venur
seg skjótt við tað, so man
skal ikki missa móti bein-
anvegin, siga tær tríggjar.
Sum tær flestu av hinum
ungu gentunum umborð
hava tær eisini arbeitt á fabr-
ikkini, har fiskurin verður
skorin, áðrenn hann verður
gjørdur til surimi ella mjøl.
Eitt annað vanligt konu-
fólkaarbeiði umborð er at
pakka frystu blokkarnar í 25
kilo eskir, men annars er
restin fyri tað mesta mann-
fólkaarbeiði. Og tó, fyri
fyrstu ferð umborð á Næra-
bergi verður ein ung genta á
dekkinum hendan túrin.
Hon ætlar sær nevniliga at
útbúgva seg til skipara og
hevur tí leingi ligið framvið
at fáa ein kjans sum dekkari,
so hon gleðir seg serliga
nógv til hendan túrin.
Mynstringin er við at
vera liðug og Jansy, Erla og
Sólmay eru á veg í land.
Tað er ikki frítt, at tær
longu eru farnar at leingjast
umborð aftur, men so er
bara at minna seg á løtur-
nar, tá ongin fiskur er. Tá er
tað nevniliga alt annað enn
stuttligt at vera til skips,
siga tær, sum við ein munn.
Onki bendir tó á, at
manningin kemur at sita
hendur í favn. Hendan túrin
fer skipið aftur til Íslands at
royna eftir svartkjafti, og
har frættist frá góðum
fiskiskapi í løtuni.
Vinkonur til skips
Mánakvøldið mynstraði
Susanne Askham við
Nærabergi fyri fyrstu ferð.
Vinkonan Hennie Joensen
hevur longu verið føst kvinna
umborð seinastu fýra árini
Av teimum 80, sum manna Næraberg, eru umleið 20 kvinnur
Tær tríggjar vinkonurnar Jansy, Erla og Sólmay høvdu ikki ivast í at farið við aftur hendan
túrin, um tær ikki skuldu byrja á miðnámsskúla aftaná summarfrítíðina