leygardagur 11. juni 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 109 - 11. juni 2005
Tað vóru ikki øll, sum spáddu Norrønu tann viðvind, sum Smyril
Line helst skuldi hava við tí stóru íløguni, sum varð gjørd fyri
tveimum árum síðani. Hesi hava partvíst fingið rætt, tí eisini ann-
að roknskaparárið hjá Smyril Line, eftir at Norrøna fór at pløga
Atlantshav, vísir eitt hall - 24 mió.kr., sum er 11 mió.kr. minni
enn árið fyri. Uttan at fara at greina støðuna, má bara staðfestast,
at metingarnar, sum vórðu gjørdar, hildu ikki. M.a. er farmurin -
kanska serliga tann ætlaði laksaútflutningurin úr Føroyum og
Hetlandi - vorðin nógv minni enn roknað varð við. Harafturat
hava inntøkurnar frá teimum ferðandi helst verið minni eisini,
hóast ferðafólkatalið helst er áleið við tað, sum ætlað varð.
Alt hetta er nýggju leiðsluni greitt, og hon hevur eisini stungið
ein nýggjan rakstrarpolitiikk út í kortið, sum vónandi fer at bera
í sær, at ferðafólkatalið fer at økjast - at tey ferðandi fara at brúka
meiri og eisini fara at fáa meiri fyri peningin, tey brúka dagarnar
umborð á tí stásiliga farinum.
Tað skest ikki burtur, at skuldi tú bara keypa ferðaseðlar til eina
ferð aftur og fram, og ikki júst kundi koma undir ein tilboðs-
pakka, var ferðaseðilin rættiliga dýrur. Í øllum førum so dýrur, at
hjá nógvum hevur tað loyst seg betur at fara við flogfari og leiga
ein bil í eina ella tvær vikur, so tá hevur kappingarstøðan ikki
verið góð. Harafturat kann spurnartekin óivað eisini setast við
kostnaðarleguna á matstovunum, barrunum og í handlunum. Í
øllum førum eru tað nógv, sum hava havt bæði mat og drekka
við. So spurningurin er, um eitt lægri kostnaðarstig ikki hevði
økt søluna umborð og ferðafólkini høvdu óivað verið meira
nøgd. Her ræður um at finna ta røttu javnvágina.
Eitt annað áhugavert hjá nýggju leiðsluni er ásannanin, at nú er
tað ikki skipið, sum skal fáa ferðafólk at ferðast við Norrønu,
men upplivingin - at fáa hana betri. Tað skuldi óivað borið til,
samstundis sum ferðafólkavinnan á Norðurhøvum, kanska
serliga í Íslandi, er í stórari menning. Tann stóra inntøkan kemur
kanska frá farmi, men hvørjir inntøkumøguleikar er ringt hjá
leikfólki at siga, tí roknskapurin, sum varð kunngjørdur í tíð-
indaskrivi hóskvøldið, er ikki greinaður sundur. Neyðugt hevur
verið at gera tillagingar, og hesar hava tíverri borið í sær, at fleiri
starvsfólk eru sagd úr starvi.
Nú er alment sett spurnartekin við framferðarháttin, tá uppsagnir-
nar vórðu framdar, eins og tað er staðfest, at starvsfólkini heldur
ikki vóru organiserað og komu tí ikki undir vanligar ásetingar í
samband við uppsagnir - fráboðan, uppsagnartíð, arbeiðið í upp-
sagnartíð og onnur rættindi - sum eru í sáttmálum millum løntak-
arar og arbeiðsgevarar. Eitt dømi um, at leikluturin hjá fakfeløgun-
um er eins týdningarmikil nú sum áður. Higartil hevur tað gingið
hampiligt í ár og mei mánaði setti met. Spurningurin er so, um
summarsiglingin kann geva felagnum nóg stórt íkast, til at
raksturin fer at bera seg sum frálíður. Tað vóna vit, tí Norrøna
hevur stóran týdning fyri ferðavinnuna í Norðurhøvum, og fólkið,
sum búleikast á hesum leiðum. Norrøna hevur stóran týdning fyri
Føroyar sum ferðamannaland og harvið eisini fyri búskapin sum
heild. Latið okkum øll hvør í sær vera við til at troyta teir møgu-
leikar, sum Norrøna gevur okkum, alt eftir hvønn tørv hon
megnar at nøkta. Hon er so ein møguleiki og eisini ein framtíðar
íløga, sum treyðugt eigur at gleppa okkum øllum og Føroyum av
hondum. Hon er nevniliga meira enn bara eitt ferðamannaskip.
Hon er ein brúgvabyggjari við øllum tí, sum hartil hoyrir og
haraftrat ein týðandi samfelagsbúskaparligur katalysatorur.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Hall - men frægari útlit
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Ídnaðarkvotur
FRÁ FELAGNUM
NÓTASKIP
Í Degi og Viku hóskvøldið
var samrøða við tveir
reiðarar fyri ídnaðarskip -
annar fyri Havørnina og
hin fyri Atlantsfarið.
Felagið
Nótaskip
vil
loyva sær at gera hesar við-
merkingar til samrøðurnar:
Hesir báðir reiðarar fingu
tað til at ljóða sum um
fiskimálaráðharrin
bara
máaði kvoturnar undan
teimum og at teir ongantíð
høvdu fingið nakað í
staðin.
Hetta er ikki rætt. Í 1996
keypti landskassin stóran
part av teimum kvotum og
fiskirættindum, sum ídn-
aðarskipini tá høvdu. Fyri
hetta og fyri at missa øll
fiskirættindir á Føroya
leiðini rindaði landskassin
táverandi eigarum av ídn-
aðarskipum úti við 20
mió.kr. Hesi skip høvdu tá
eingi loyvir eftir undir Før-
oyum - bert í Norðsjónum.
Núverandi eigarar av
ídnaðarskipum hava allir
keypt sær hesi avmarkaðu
ídnaðarloyvir aftaná 1996
og hava tá verið væl vitandi
um, hvørji avmarkaði rætt-
indi fylgdu við skipunum.
Og so eru nøkur loyvir
komin afturat m.a. sildin,
sum fyri okkum allar var
definerað sum heystgýt-
andi
sild,
sum
skuldi
fiskast við nót sunnan fyri
62 stig. Um Felagið Nóta-
skip ikki hevði ávirkað
Fiskimálaráðið til at áseta
hesa seinnu kvotuna, hevði
hon ikki verið til. Hon varð
ongantíð ætlað øðrum enn
nótaskipunum. Hon var
umbiðin av nótaskipunum.
Tí skuldi hon eftir ráðum
frá fiskifrøðini eisini bert
fiskast við nót. Einki varð
tosað um svartkjaftaloyvir
til ídnaðarbátar í 1996.
Hetta kom ikki upp á tal
fyrrenn fiskiskapurin batn-
aði í 1997/98.
Skipini hjá hesum báðum
nevndu reiðarum hava ikki
víst tann stóra áhuga fyri at
troyta tær tillutaðu kvotir-
nar, men hava í staðin brúkt
stóra orku at útvega sær
onnur fiskirættindir enn
tey, teir hava í loyvunum.
Og tað er væl tað, sum alt
gongur út upp á: flest
møgulig fiski-rættindirr.
Um lógin um vinnuligan
fiskiskap og umsetiligheit
skal virka, so mugu øll vera
líka fyri lógini. Lógin av-
markaði í 1994 nakrar
skipabólkar og so skuldi
hvørt skipi sær í hvørjum
bólki
tillagað
seg
til
hóskandi kvotur antin við
at keypa ella selja. Hetta
var andin í lógini. Og
tíggjutals milliónir eru
eisini brúktar í ymiskum
skipabólkum til hesa til-
laging.
Vit halda, at um lands-
stýrismaðurin gevur eftir
her, so mistekur hann seg
stórliga. Okkara fatan er, at
dagin eftir eitt slíkt loyvi er
givið, so er í hesum førin-
um tvey útlendsk reiðaríir,
sum
eru
vorðin
tvey
sildaloyvir ríkari burtur av
føroyskari kvotu og hetta
má ikke henda.
Seinast vit heittu á ein
landsstýrismann í fiski-
vinnumálum um ikki at lata
nýggjar kvotur út, lurtaði
hann ikki eftir okkum. Men
vit fingu tíverri syrgiliga
rætt í okkara ávaring.
Náttina eftir tilsøgnina frá
landsstýrismanninum
skiftu fleiri svartkjafta- og
sildaloyvir hendur og tekn-
ingarnar til nýbygningin,
sum tilsøgnin varð ætlað
til, vórðu brendar. Á sama
hátt her. Um landsstýri-
maðurin hoknar og letur
loyvir burtur av, so verða
tey frá útlendsku reiðaríun-
um boðin teimum føroysku
nótabátunum til keyps og
tað er ikki fyri smápening.
Vit vita nakað um, hvat
annað av hesum reiðaríun-
um ikki vil selja sína
svartkjaftakvotu fyri. Teir
hava sagt nei takk til fleiri
milliónir.
Hvør bólkur hevur síni
rættindir og hvørt skip í
bólkinum
sín
part
av
teimum. At fiskivinnu-
myndugleikarnir
flyta
kvotur upp og niður og við
hvørt taka tær heilt av, er
ein veruleiki, sum vit øll
mugu liva við - eisini okk-
ara
peningastovnar. At
ídnaðarbátarnir ikki sluppu
at fiska hvítingsbróður í ár,
gevur teimum ikki rætt til
at fáa burtur av frá øðrum
skipabólkum líka so lítið
sum nótaskipini kundu
vænta sær burtur av frá
skipunum í Barentshav-
inum tá íð vit mistu alla
lodnukvotuna
har. Teir
mugu liva í vónini um at
tað aftur verður loyvt at
fiska
hvítingsbróður
kanska komandi ár.
Tað langa perspektivi í
hesum kann vera áskoðanin
hjá
peningastovnunum.
Teir hava fíggja undir ávís-
um fortreytum og um hesar
fara at ridla, so kann ein
ávís óvissa snýkja seg inn í
peiningaverðina og gera
tað meira trupult at útvega
fígging til fiskivinnuna og
fyri
tann
skuld
aðrar
vinnur.
Vit heita tí á landsstýris-
mannin um ikki at hokna
undir hesum trýsti frá
útlendingum, men at seta
garð um hvønn skipabólk
og virka saman við hvørj-
um skipabólki sær at
menna og fáa sum best
burturúr. Hetta halda vit
vera skilagott.
Vinarliga
Felagið Nótaskip
09.06.2005
VIÐMERKINGAR
Lesið
- so eru tit við